| AMNESTY INTERNATIONAL 2005
Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International varð almannakunngjørd 23. mai 2006. Aðalskrivarin hjá Amnesty International, Irene Khan, almannakunngjørdi frágreiðingina og greiddi frá gongdini í 2005, tá talan er um mannarættindabrot og um mál, sum hava vakt ans hjá Amnesty. Frágreiðingin, sum fevnir um 150 lond, varpar ljós á tørvin á at stjórnir, altjóða samfelagið, vápnaðir bólkar og onnur, sum hava vald og ávirkan, taka ábyrgd. Vantandi mannarættindi og mannarættindabrot vóru orsøk til at mannalív í milliónatali vórðu oyðiløgd í 2005. Her verður millum annað staðfest, at ”kríggið móti yvirgangi’ hevur havt við sær, at altjóða mannarættindi eru skúgvað til viks, við tað at stjórnir loyva ella venda blinda eygað til píning, loyniligan fangaflutning og vantandi rættargongd. „Eins og vit muga fordøma yvirgangsatsóknir á kraftmiklasta hátt, eiga vit á sama hátt at arbeiða ímóti krøvunum hjá stjórnum, sum halda, at yvirgangur kann berjast niður við píning. Hetta kann sammetast við at royna at sløkkja bál við brennievni“. Soleiðis segði aðalskrivarnin hjá Amnesty International, Irene Khan, tá hon almannakunngjørdi ársfrágreiðingina í dag. Frágreiðingin vísir somuleiðis á, at trygdarætlanin hjá teimum valdhavandi londunum í stóran mun hevur elvt til, at aðrar álvarsligar mannarættindakreppur eru yvirsæddar. Meðan heimssamfelagið hevur givð Irak, Sudan, Ísrael og hersettu økjunum gætur, eru áhaldandi kreppurnar í Afganistan, Chechnya/ Rusiska sambandsríkinum, Nepal, norður Uganda og í øðrum pørtum av heiminum stórliga yvirsæddar og gloymdar. Lætta atgongdin til hondvápn elvir somuleiðis til meira harðskap, leggur lunnar undir nýggjar kreppur og leingir um kríggj. Vantandi vápnaeftirlit hevur við sær, at vápn lættliga verða seld til stjórnir, sum eru tiltiknar fyri at fremja mannarættindabrot og somuleiðis til vápnaðar bólkar og brotsmenn. Hóast hondvápn eru orsøk til umleið 500.000 andlát um árið, er einki altjóða eftirlit við vápnaútbreiðslu. Frágreiðingin vísir tó eisini á bata í mun til tað, sum sást í 2005. Valdhavandi stjórnir eru ábyrgdaðar av egnum dómstólum og almennum stovnum. Kravið um rættvísi sigraði, tá Altjóða Brotsmannadómstólurin viðgjørdi klagur um brotsverk móti mannaættini og kríggsbrotsverk í Uganda. 2005 var somuleiðis árið, tá mannarættindastríðsfólk og vanligir samfelagsbólkar gingu á odda í stríðnum móti fátækradømi og í stríðnum fyri fíggjarlig og sosial rættindi. Eggjað av áhaldandi mannarættindabrotum og kveikt av vón, heldur Amnesty International fram við átøkum fyri rættvísi og frælsi til øll. Høvuðskrøvini hjá Amnesty International í 2006 eru: - At ST og Afrikanska samtakið viðgera kreppuna í Darfur og forða fyri framhaldandi mannarættindabrotunum. - At ST samtykkir eina vápnaavtalu um altjóða vápnaeftirlit. - At USA letur Guantánamoleguna aftur og almannakunngerð nøvnini og tilhaldsstøðini hjá øllum hinum fangunum, sum eru afturhildnir vegna illgruna um luttøku í yvirgangsvirksemi. - At nýggja Mannarættindaráðið krevur sama standard, uttan mun til, um tað snýr seg um Darfur, Guantánamo, Chechnya ella Kina. |
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |





