AMNESTY INTERNATIONAL 2004

 

Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International 2005 um støðuna í 2004 almannakunngjørd.
Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International varð almannakunngjørd 25 mai. 2005. Her verður greitt frá gongdini í 2004, tá talan er um mannarættindi. Les frágreiðingina her.

Les eisini
inngangin hjá Irene Khan til frágreiðingina.

Frágreiðingin, sum fevnir um 149 lond, varpar ljós á stjórnarligar- og altjóða felagskapar svikaligu handfaring av mannarættindabrotum, og krevur størri altjóða ábyrgdarkenslu.Her verður millum annað staðfest, at mannarættindini hjá vanliga manninum, kvinnuni og barninum vóru í 2004 handfarin við líkasælu ella stórliga misnýtt, hetta í hvørjum horni á heimsknøttinum. Fíggjarlig áhugamál, politiskt kávalæti og samfelagsligt  sundurbýti fær mannamunin at blása enn meira á bálið av ósemjum kring heimin.

"Kríggið móti yvirgangi" vísir seg meira virkið at bróta niður meginreglurnar fyri mannarættindum enn at viga upp mótvegis altjóða yvirgangi. Milliónirnar av kvinnum, sum eru offur fyri kynssettum harðskapi heima, í samfelagnum ella í krígsøkjum, eru stórliga yvirsæddar. Búskaparligi, sosiali og mentunarligi rætturin í ótryggum samfeløgum verður oftast bert settur til viks.

Frágreiðingin viðurkennir eisini møguleikarnar fyri betraðum broytingum í mum til tað, sum sást í 2004, oftast har mannarættindastríðsfólk og vanligir samfelagsbólkar ganga á odda. Kravið um bata fekk mannarættindagonguverkið hjá ST at vaksa í styrki, og ávirkanin av átøkunum fingu semjurnar meira ábyrgdarfullar, styrkt altjóða rættvísi, eftirlit við vápnahandlinum og "Steðgið harðskapi móti kvinnum".

Snýr tað seg um nógv umrødda ósemju ella um eina gloymda kreppu, fremur Amnesty International átøk fyri rættvísi og frælsi til øll og strembar eftir at vekja almennan áhuga fyri stuðli at byggja upp ein betri heim.

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

AnniJanni