Nevnd og skrivstova
Aðalfundurin var á Landsbókasavninum 15. apríl 2004. Áki Johansen og Anna Maria Persson stóðu fyri vali. Áki varð afturvaldur, meðan Anna Maria bar seg undan. Í hennara stað kom Katarina Petersen í nevndina fyri fyrstu ferð. Sum tiltakslimir vóru Hildur Patursson og Anna Maria Persson valdar. Grannskoðari er framhaldandi Sigmund Poulsen.
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Annika Sølvará,forkvinna, Áki Johansen, næstformaður,Erling Isholm, kassameistari, Jette Hoydal og Katarina Petersen, nevndarlimir.
Julian Eliasen tók við sum skrivari fyri Onnu Mariu Persson, sum røkti starvið í nakrar mánaðir í 2004.
Røkka ella støkka fyri AI Føroya Deild
2004 og 2005 higartil hevur verið eitt tíðarskeið merkt av sjálvrannsakan og nýggjum ætlanum. Sum flestum kunnugt er grundarlagið undir Amnesty International munandi broytt og víðkað seinnu árini, hóast kjarnin sjálvsagt er tann sami: at arbeiða ímóti mannarættindabrotum um allan heim og fyri mannarættindum sum heild. Við nýggju strategisku ætlanini, sum varð samtykt á ICM í Morelos í august 2003 fylgdu stór krøv til allar Amnesty deildir, so stór at tað hevur víst seg trupult hjá okkum smáu deildum at fyrihalda okkum til hetta.
Vit í nevndini mettu á heysti 2003, at føroyska deildin av Amnesty International var komin til eitt vegamót, har nýggj stig máttu takast, um haldast skuldi fram við at vera ein sjálvstøðug deild í altjóða felagsskapinum. Kravið til okkara deild í ISP, sum strategiska ætlanin kallast, er at leggja eina strategiska ætlan, gera eina langtíðar arbeiðsætlan, (um)skipa virknu limirnar, økja limatalið og inntøkugrundarlagið. Samstundis skulu vit luttaka í altjóða arbeiðinum at leggja stóru linjurnar fyri arbeiðið hjá Amnesty í framtíðini. Alt hetta kemur sjálvsagt afturat høvuðsuppgávuni hjá øllum deildum, at arbeiða við mannarættindamálum. Hetta er ein ov stórur biti fyri ein skrivara 12 t/v og eina nevnd við sjálvbodnari arbeiðskraft.
Vit søktu tí um stuðul úr London til ein samskipara fulla tíð í tvey ár, sum kundi standa fyri og skipa tað strategiska arbeiðið, sum er kravt, og sum kundi skipa skrivstovu og limir av nýggjum til tess at fáa deildina at virka nóg væl. Vit vóru sera nógv í iva um hetta var rætta loysnin, men sóu okkum ongan annan møguleika, um deildin skuldi kunna halda fram. Í heyst fingið vit játtandi svar uppá umsóknina, fyribils stuðul í eitt ár, við møguleika fyri leinging í eitt ár afturat, um arbeiðið gongur nóg væl.
Vit søktu eftir fólki og settu Margrethu Nónklett í starv frá 1. januar. Síðani tá er verulig ferð komin á arbeiðið og vit meta í dag, at hetta var avgjørt ein røtt satsing. Vit eru nú av álvara farin undir at gera eina strategiska ætlan og eina arbeiðsætlan. Okkara uppskot er, at vit gera eitt útkast til ætlan, sum verður sent limunum til hoyringar tíðliga í heyst og síðani viðgjørt á einum serligum limafundi.
Inntøkugrundarlagið
Ein partur av strategisku ætlanini er at økja um inntøkurnar. Vit valdu í 2004 at byrja hetta við at hækka limagjaldið, sum annars hevur verið støðugt í nógv ár. Tað sær út til at flestu limir taka undir við hesum, meðan onkur hevur nýtt høvið til at siga seg úr felagsskapinum nú, møguliga orsakað av limagjaldshækkanini. Nøkur eru farin yvir til at rinda eina fasta upphædd um mánaðin og hetta er eitt økið, sum vit vilja gera væl meira við í 2005. Ætlanin er nevniliga at fara undir Face2Face átak, tað vil siga at senda fólk út á gøturnar at finna nýggjar stuðlar og limir. Hetta hevur eydnast sera væl í grannalondunum og vit vilja royna hendan møguleikan í summar. Eisini er ætlanin at fáa fyritøkur at binda seg til at stuðla okkum við føstum upphæddum nøkur ár í senn, hetta arbeiðið er eisini so smátt farið í gongd.
Vælvildin er stór hjá nógvum stovnum og fyritøkum, tá vit biðja um stuðul, serliga tá talan er um stuðul til ítøkilig tiltøk. Í sambandi við SVAW átakið fingu vit dyggan stuðul til útgávu av faldara frá tryggingarfeløgum og peningastovnum. Umframt beinleiðis stuðul eru eisini nógvar fyritøkur, sum stuðla okkum væl á annan hátt.
Ein serlig inntøka fyrst í hesum árinum var tá familjan hjá Atla P.Dam valdi at heita á fólk um at stuðla Amnesty í sambandi við jarðarferðina. Hetta gav heilt fitt av peningi, sum vit sjálvsagt eru sera takksom fyri. Ikki minni eru vit takksom fyri tann moralska stuðul, sum lá í hesi áheitanini, hann hevur sjálvsagt eisini sera nógv at siga..
Víst verður annars til ársroknskapin og frágreiðingina frá kassameistaranum.
Virksemið farna árið:
Chairs og Directors Forum
Margretha og eg hava júst verið á Chair og Directors Forum í Haarlem í Hollandi. Serligur dentur varð lagdur á leiðsluspurningar og gjøgnumskygni í felagsskapinum. Heitu málini til komandi ICM fingu eisini drúgva umrøðu. Her er serliga vert at nevna “ Going Full Spectrum”, “Use of Military Force” og “Sexual and Reproductive Rights”.
SVAW - Steðgið Harðskapi Móti Kvinnum
Amnesty fór undir nýtt átak 5. mars 2004, sum kallast Stop Violence Against Women, Steðgið Harðskapi Móti Kvinnum. Vit settu ferð á átakið á seinasta aðalfundi og hava síðani havt eina røð av tiltøkum um hetta evnið. Vit hava valt at fokusera alla orkuna á hetta evnið í ár, meðan ætlanin í 2005 er at velja eitt – tvey evni afturat at arbeiða við.
Fyri at nevna nøkur av tiltøkunum sum hava verið, so spældu tinglimir dyst á Ólavsøku í blusum við logo frá SVAW átakinum. Fyrst í 2005 hava vit umsett og givið út ein 16 síðu faldara, sum er latin hvørjum lesandi eftir fólkaskúla, sendur øllum lækna- og tannlæknaviðtalum, bókasøvnum o.s.fr. Vit hava verið í Hoydølum og á Tekniska Skúla í Klaksvík og greitt frá um átakið og Amnesty við áheitan um at brúka faldaran í undirvísingini. Í Hoydølum vóru tað nógv sum meldaði seg til ein ungdómsbólk, og tey eru farin til verka við góðum stuðli frá Margrethu.
Kvinnudagin í ár settu Løgmaður, landsstýrismenn, tinglimir og onnur sítt merki á ein dregil sum sjónligt tekin um at tey stuðla átakinum. Kvinnudagin var eisini ein kvøldseta í Runavík við hesum evninum. Átakið hevur fingið sera gott pláss í miðlunum og hetta fegnast vit sjálvsagt um, vit halda sum heild, at miðlarnir eru sera áhugaðir og hjálpsamir, tá tað snýr seg um rúm at kunna um okkara arbeiði.
Heimasíðan
Orka er eisini løgd í at dagføra heimasíðuna og syrgja fyri, at tíðindabrøv og Skriva fyri Lívi brøv verða send út regluliga. Vit hava nú fleiri enn 160 sum fáa teldupost hvønn mánað, so her er ein stór framgongd. Vit royndu aftur eina internetspurnarkapping í ár, men hon fekk ikki eins góða undirtøku í ár sum seinast. Vit kundu hugsað okkum at fingið yngri fólk at hjálpt til við tilfari og umsiting av síðuni, helst við einum serligum parti, sum vendir sær til ungfólk.
Kunning um útlendingamál
Fokus var á umsiting av útlendingamálum í 2004. Serliga málið um teilendingarnar í Skálavík fekk nógva umrøðu. Vit bóðu um ein fund við Innlendismálaráðið, har vit fingu kunning um økið, hvørjar mannagongdir og siðvenjur eru. Talan var um ein sera upplýsandi fund, har vit fingu eitt gott innlit í økið, sum er sera eymt og viðbrekið og har tað eru nógv ymisk fyrilit at taka.
Vitjan úr Suðurafrika
Í juli fingu vit forkunnuga vitjan úr Suðurafrika. Lorraine Britten, sum er einkja eftir ein fyrrverandi samvitskufanga, AI Føroya Deild arbeiddi fyri í 1970unum, hevur síðani havt samband við Anettu Wang og seinni eisini onnur AI fólk. Óli Jacobsen fekk vitjanina í lag. Hon steðgaði nakrar dagar og fekk m.a. høvi at heilsa uppá løgmann, sonin hjá Anettu, Sverra. Eisini varð ein hugnaløta á Sjómansheiminum, har fleiri “gamlir”Amnesty limir hittust og heilsaðu uppá Lorraine. Tað var stuttligt at fáa staðfest enn einaferð, at arbeiðið, vit gera, veruliga ger mun! Men tað er eingin orsøk at hvíla á laurberunum. Eg loyvi mær at endurtaka heilsu frá Lorraine, sum hon bar úr dagsins Suðurafrika: Lat fortíðin liggja, tað ræður um at hyggja at støðuni í dag og arbeiða við teimum trupulleikum, sum eru nú: Arbeiðsloysi, fátækradømi og eyðkvæmi eru sera stórir trupulleikar, sum nógv orka má setast av til í dag.
Ólavsøkudysturin og lutaseðilin
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár varð skipað fyri fótbóltsdysti á Ólavsøku. Tiltakið eydnaðist væl. Umframt at seta fokus á kvinnuátakið gav dysturin eitt fitt yvirskot. Lutaseðilin gav aftur eitt fitt yvirskot í ár. Eins og í fjør fingu vit høvuðsvinningin frá Atlantic Airways. Vit takka Atlantic Airways og hinum stuðlunum fyri vinningar.
Mannarættindadagurin
Sum vant heittu vit á fólk um at seta ljós í vindeyguni mannarættindadagin. Nógvar kirkjur og stovnar tóku eisini av áheitan okkara um at keypa ljós og postkort. Vit høvdu tíðindaskriv í fjølmiðlunum við áheitan um at senda jóla-/stuðulsheilsur. Sølubásar vóru á Torginum í SMS og í FK í Hoyvík 10. og 11.desember, har vit seldu ljós, postkort og fløgur.
Ætlanir fyri restina av 2005
Komandi árið verður eitt ár við nógvum avbjóðingum og fundarvirksemi. Eg loyvi mær at nevna nøkur av tiltøkunum her:
Norrønur fundur í Havn 10. – 12. juni
Sum fyrireiking til ICM hittast umboð fyri norðurlendsku deildirnar og onkrar aðrar deildir á fundi í juni at umrøða ymsu evnini, sum koma til viðgerðar á aðalfundinum. Í ár er tað okkara túrur at skipa fyri fundinum. Vit fara at halda fundin í Havn og rokna við 14 luttakarum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Póllandi, Slovenia og Írlandi. Harafturat luttaka so umboð fyri Føroya Deild.
ICM í Morelos, Meksiko í 14. – 20. august
Margretha, Jette og eg umboða Føroya Deild á altjóða aðalfundin í august. Áðrenn tað er ætlanin at skipa fyri einum limafundi um nøkur av teimum evnunum, sum skulu viðgerast og takast støða til á hesum fundinum. Tilfar til hendan limafundin er tøkt longu nú, um onkur skuldi havt áhuga at sett seg inn í hesi málini.
AI Føroya Deild verður 40 ár 29. august
Ætlanin er at skipa fyri onkrum almennum tiltaki í sambandi við 40 ára dagin. Eisini arbeiða vit við at gera eina framsýning um hesi 40 árini í søgu okkara. Øll, sum eiga tilfar, sum kundi verið hóskandi til eina framsýning eru vælkomin at boða okkum frá hesum.
Vit fara sjálvsagt eisini at skipa fyri peningainnsavnandi tiltøkum so sum Ólavsøkudysti og lutaseðlasølu.
At enda skal ikki gloymast alt tað arbeiðið, sum liggur í at gera eina ætlan og skipa arbeiðið hjá okkum av álvara. Endamálið er at skipa tað soleiðis at sum mest av orku fer til beinleiðis mannarættindaarbeiði. Í tí sambandi fari eg at heita á allar limir, sum hava hug at taka eina hond í fast ella viðhvørt um at siga okkum frá. Lættast er at venda sær til skrivstovuna.
Eg fari at enda at takka nevnd, samskiparanum, skrivarunum báðum og øllum sum hava luttikið virkið í farna nevndarskeiði fyri gott arbeiði. Allir limir og stuðlar fáa eisini eina stóra tøkk – uttan stuðulin hevði ikki borið til at hildið fram við arbeiðinum. Hóast árið 2004 ikki hilnaðist eins væl og vit høvdu vóna somu tíð í fjør, eru nú so stórir glottar at hóma, at eg trúgvi uppá eitt sera gott komandi ár.
Annika Sølvará, forkvinna
Amnesty International, Føroya Deild