| AMNESTY INTERNATIONAL 2003
Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International fyri 2004 almannakunngjørd.
Frágreiðingin, sum er 339 blaðsíður, lýsir mannarættindastøðuna kring heimin í 2003, frágreiðingar eru um mál úr 155 londum. Les frágreiðingina her.
Irene Khan, aðalskrivari, legði frágreiðingina fram á tíðindafundi í London mikumorgunin 26. mai. Hon legði serliga dent á, at í hesum ótryggu tíðum, eigur heimurin ikki einans at berjast móti heimsumfatandi hóttanum, men eisini at berjast fyri heimsumfatandi rættvísi. Irene Khan vísti á nógv brot sum hendu í 2003, men tók eisini fram sigrar, sum hava verið í farna árinum, t.d. nevndi hon Aminu Lawal í Nigeria, hvørs deyðadómur varð settur til viks, orsakað av dygga stuðlinum, hennara mál fekk.
Les inngangin hjá Irene Khan til frágreiðingina: Why human rights matter |

|
Rættvísi fyri øll
Amnesty International hevur á altjóða aðalfundi í Meksiko í august samtykt eina nýggja stategiska ætlan við sjey høvuðsevnum, sum felagsskapurin fer at leggja áherðslu á komandi 6 árini. Við yvirskriftini Rættvísi fyri øll er ætlanin at arbeiða enn meira miðvíst við at verja mannarættindini kring allan heimin. Ætlanin er lýst í frágreiðingini.
Deyðarevsing
Í 2003 vóru í minsta lagi 1.146 fólk avrættaði í 28 londum. Í minsta lagi 2.756 vóru dømd til deyðis í 63 londum. Hesi tøl fevna bara um tey mál, sum Amnesty International hevur kunnleika til. Veruligu tølini eru heilt víst hægri.
Eins og undanfarin ár var størsti parturin av avrættingunum framdur í nøkrum fáum londum. Í 2003 vóru 84 % av kendu avrættingunum í Kina, Iran, USA og Vietnam.
|
|

HVAT KANST TÚ GERA


|