FØROYA DEILD 2003

 

Nevnd og skrivstova
Aðalfundurin var á Landsbókasavninum 3. apríl 2003. Jette, Erling og Annika stóðu fyri vali og vóru afturvald. Eitt nevndarpláss var tøkt og her var Áki Johansen valdur. Nevndin skipaði seg soleiðis: 

Annika Sølvará, forkvinna 
Jette Hoydal, næstforkvinna
Erling Isholm, kassameistari 
Áki Johansen, nevndarlimur
Anna Maria Persson, nevndarlimur

Eykalimirnir eru: Jórun Arge og Roar Olsen

Grannskoðari er Sigmund Poulsen.

Á skrivstovuni hevur Fríði B. Nielsen, sum hevur verið skrivari í góð tvey ár, sagt seg úr starvi, tí hann fekk annað fulltíðarstarv. Í hansara stað hevur Anna Maria Persson tikið við sum skrivari.

Altjóða fundir:

Norrønur fundur í Oslo
Sum fyrireiking til altjóða aðalfundin, ICM, í august vóru Anna Maria Persson og Áki Johansen í juni á Norrønum fundi í Oslo. Her fyrireikaðu norðurlendsku deildirnar seg í felag til málini, sum skuldu umrøðast og takast støðu til á aðalfundinum.

ICM í Meksiko
Vit høvdu trý umboð við til altjóða aðalfundin, ICM, í Meksiko í august. Anna Maria Persson, Jette Hoydal og Áki Johansen luttóku í fundum og arbeiðsbólkum í samfullar 10 dagar. Høvuðsmálið á skránni var at fáa samtykt okkara fyrstu Strategisku ætlan,  ISP, ella Integrated Strategic Plan, sum er kravd í nýggju viðtøkum okkara. ISP er altjóða arbeiðsætlanin fyri næstu seks árini, sum við støði í viðtøkunum leggur karmarnar fyri hvørji mál Amnesty eigur og kann arbeiða við. Hetta skal so útgreinast í SP, Strategic Plans, og OP, Operational Plans, á deildarplani. Vit í nevndini eru so smátt farin undir hetta arbeiðið, men her er nógv eftir at taka støðu til. Komandi mánaðirnar skal nevndin taka støðu til, hvat arbeiði Føroya Deild vil raðfesta, hvussu høgt ambitiónsstøðið skal vera og hvussu arbeiðið skal skipast og fíggjast.

Chairs og Directors Forum
Vit høvdu ikki umboð við á Directors Forum í desember orsakað av skiftinum á skrivstovuni. Eg luttók í Chairs Forum í Haarlem í Hollandi  20.-22. februar 2004. Aftur her var ISP eitt stórt evni, nú við serligum denti á, hvussu vit tryggja at allar deildir fáa gjørt sína egnu strategisku ætlan og arbeiðsætlan við støði í ISP. Eisini varð nýggja átakið Stop Violence Against Women nógv umrøtt, fundurin var stutt áðrenn átakið var almannakunngjørt.

Skriva fyri Lívi átak
Størsta einstaka tiltakið hjá okkum í 2003 var Skriva fyri Lívi átakið, sum vardi frá 24. oktober  til 10. desember. Eftir hugskoti frá donsku deildini skipaðu vit fyri eini, eftir okkara mátistokki, stórari lýsingarrøð í bløðunum, har vit heittu á føroyingar um at melda seg til at Skriva fyri Lívi. Við at senda okkum eina tilmelding fáa fólk ein teldupost eina ferð um mánaðin við 3 brøvum at undirskriva og senda. Tey, sum ikki hava teldupost, kunnu fáa brøvini við vanligum posti eina ferð um mánaðin frá skrivstovuni. Átakið var sera væleydnað. Í løtuni eru gott 130 tilmeldað Skriva fyri Lívi. Umframt tey nógvu, sum nú regluliga skriva brøv, hava flestu føroyingar bitið merki í lýsingarnar, sum hava verið í  bløðunum, og nógvu umrøðuna, sum var í loftmiðlunum, tá átakið byrjaði.

Skriva fyri Lívi átakið var bygt upp sum eitt internet átak, har øll við internet atgongd kunnu lesa um átakið, melda seg til mánaðarbrøvini, siga øðrum frá o.s.fr. Hetta er ein háttur, sum er sera bíligur í mun til aðrar arbeiðshættir, sum vit fyrr hava brúkt. Tað er ikki neyðugt at prenta eina rúgvu av tilfari ella brúka pengar uppá porto. Lýsingarnar fingu vit gjørdar fyri ein sera lagaligan prís og alt lýsingarplássið varð latið sum stuðul. Hetta er annars vanliga sera kostnaðarmikið, so bløðini og Sansir eiga stóra tøkk uppiborna fyri hollan stuðul til tiltakið.

SVAW  - Steðgið Harðskapi Móti Kvinnum
Amnesty fór undir nýtt átak 5. mars 2004, sum kallast Stop Violence Against Women, Steðgið Harðskapi Móti Kvinnum. Á fundi í London segði aðalskrivarin Irene Khan m.a.: “Harðskapur móti kvinnum er ein sjúka, sum etur mergin í øllum samfeløgum í øllum heimsins londum”. Átakið fer at vara í minsta lagi í tvey ár, og vit ætla okkum at fara at gera fleiri tiltøk í hesum sambandi komandi árið. Einstaklingar og felagsskapir hava í áravís arbeitt fyri at steðga harðskapi móti kvinnum, men enn er langt á mál. Amnesty hevur ikki fyrr raðfest hetta økið so høgt sum nú. Vit vóna at vit við okkara altjóða royndum og nógvu limum kunnu gera eitt munagott arbeiði saman við hinum nógvu, sum hava drúgvari royndir við hesum brotunum á mannarættindini. Fyri fyrst er nakað tilfar skrivað, sent fjølmiðlunum og lagt á heimasíðuna, og vit hava verið í Góðan Morgun Føroyar og greitt frá. Vit hava í hesum sambandi eisini heitt á Elin Reinert Planck, um at greiða okkum frá arbeiðinum hjá Kvinnuhúsinum, tað ger hon aftaná aðalfundin.

Heimasíðan
Heimasíða okkara www.amnesty.fo  hevur verið dagførd javnan farna árið, serliga er tað Skriva fyri Lívi brøvini, sum nú eru komin í eina fasta legu. Tíðindaskrivini vóru fleiri í heyst, hetta verður væntandi tikið uppaftur seinni í vár. Internetið verður alt meira nýtt í Amnesty arbeiðinum, og vit síggja tað sum eina týdningarmikla uppgáva hjá okkum at knýta samband við limir og onnur áhugað gjøgnum heimasíðuna. 

Á síðuni kunnu t.d. øll áhugað nú teknað seg til at fáa reglulig tíðindabrøv og at verða við í Skriva fyri Lívi. Ungfólk venda sær ofta til okkara, tí tey hava sæð okkurt á internetinum um Amnesty. Tað eru javnan vitjanir á skrivstovuni av ungfólki, sum skriva uppgávur um evni, vit arbeiða við, og tey hava øll fyrst verið inni á heimasíðuni.

Í komandi viku verður aftur farið undir Internet spurnarkappingina fyri ung, sum riggaði so væl fyri 1 ½ ári síðani. Her fara vit 14. hvønn dag at seta spurningar um ymisk Amnesty viðurskifti – svarini finnast sjálvandi øll á heimasíðuni – øll luttakandi eru við í lutakasti um ymsar góðar vinningar til ungfólk.

Bólkarnir
Arbeiðið við bólkum hevur seinnu árini ikki verið so støðugt. Ætlanin er at umskipa arbeiðið við bólkunum í komandi ári, helst fara bólkarnir at arbeiða við evnum heldur enn londum, soleiðis sum nýggja skipanin í Amnesty leggur upp til.

Í sambandi við arbeiðið við strategisku ætlanina og arbeiðsætlanina verður helst neyðugt við einum serligum bólki afturat nevndini. Nevndin fer at venda sær til limir, sum hava verið við í Amnesty arbeiði fyrr, men øll áhugað eru sjálvandi vælkomin.

Snarmál, Newsletter og Amnesty blaðið
Arbeitt verður enn við Snarmálum, Urgent Action, sum er nærum sama slag av arbeiði sum Skriva fyri Lívi. Nakrir limir móttaka umleið eina ferð um mánaðin bræv frá skrivstovuni við áheitan um at skriva um eitt ávíst mál. Hesi brøv hava ofta størri skund og skrivað verður til fleiri myndugleikar í sama landi. Tað er skrivstovan, sum samskipar Snarmál.

Newsletter kemur út seks ferðir um árið. Har verður greitt frá mannarættindastøðuni í ymiskum londum. Nakrar útvaldar sakir eru við hvørja ferð við áheitan um at skriva brøv. Vit vita ikki, hvussu mong skriva, men 25 bløð verða send út, herundir eisini til skúlar, bókasøvn og fjølmiðlar.

Eisini í Amnesty blaðnum, sum kemur fýra ferðir árliga, eru brævauppskot. Tíverri hava vit havt stórar trupulleikar við at fáa blaðið úr Danmark farna árið, men vit arbeiða við málinum og hetta sær tíbetur út til at koma aftur í rættlag nú.

Mannarættindadagurin
Sum vant heittu vit á fólk um at seta ljós í vindeyguni mannarættindadagin. Nógvar kirkjur og stovnar tóku av áheitan okkara um at keypa ljós og postkort. Vit høvdu eisini tíðindaskriv í fjølmiðlunum við áheitan um at senda  jóla-/stuðulsheilsur. Sølubásar vóru á Torginum í SMS og í FK í Hoyvík vikuskiftið undan 10. desember, har vit seldu ljós, postkort og fløgur.

Lutaseðilin
Lutaseðilin gav eitt fitt yvirskot í ár. Eins og í fjør fingu vit høvuðsvinningin frá Atlantic Airways. Vit takka Atlantic Airways, Statoil og Shell fyri vinningar.

Fjølmiðlar
Vit hava farna árið verið rættiliga sjónlig í fjølmiðlunum, bæði loftmiðlunum og bløðunum. Serliga Skriva fyri Lívi átakið gav nógva umtalu, men eisini onnur mál hava verið umrødd, m.a. frídømingin av Aminu Lawal úr Nigeria. Tíðindabrøvini hjá okkum verða prentaði í flestu bløðunum og lisin í ÚF og Rás 2. Ofta gera fjølmiðlarnir meira burturúr, m.a. hava vit verið í beinleiðis morgun- og tíðindasendingum. Umframt at fjølmiðlarnir taka ímóti okkara tilfari ella venda sær til okkara í málum, brúka teir eisini tilfar frá Amnesty International, sum kemur frá stóru tíðindastovunum. Vit kunnu fegnast um, at tað ber til at fáa politikarar og onnur kend fólk heima og úti at gera almennar viðmerkingar til mál um mannarættindaumstøður, tá mál verða reist. Tá eyguni fyrst eru vend móti málum, sum vit fáast við, eru stór sannlíkindi fyri, at málini verða fylgd upp. Tað vóna og trúgva vit sjálvsagt.

Limir og stuðlar
Umleið 550 limir eru í Amnesty nú. Tað sær út sum at limatalið kvinkast uppeftir aftur í løtuni, okkurt av tiltøkunum hevur fingið fleiri yngri fólk at melda seg í felagið. Eisini hava fleiri valt at taka undir við okkara áheitan um at gerast mánaðarstuðlar, t.v.s. rinda eina fasta upphædd hvønn mánað. Hesa gongd fegnast vit sjálvsagt um. Komandi árið eigur miðvíst at verða arbeitt fyri at fáa lima- og stuðlatalið munandi uppeftir. Talið av fakfeløgum, sum stuðla felagnum, er støðugt í mun til undanfarna ár.

 

Fíggjarstøðan
Fíggjarliga hevur 2003 verið heldur vánaligt. Vit hava eitt hall uppá góðar 60.000 kr, hetta var væntandi, men at harmast um kortini. Orsøkirnar eru fleiri og flestu vistu vit um áðrenn. Ein stór rokning fyri vørur í 2002 var goldin í 2003. Orka var ikki til at skipa fyri køkutombola í vár, sum annars hevur verið ein stór og góð inntøkukelda hjá okkum í fleiri ár. Tey árini, tá ICM er, eru fleiri ferðaútreiðslur enn vanligt, samstundis sum orka ikki er til at skipa fyri so nógvum peningasavnandi tiltøkum. Útlitini fyri 2004 eru væl betri, men fyri at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir felagnum hava vit valt at skjóta upp at hækka limagjaldið munandi, so ikki alt ov nógv orka verður brúkt uppá at savna pening inn – tað eru ovmikið av øðrum uppgávum, sum vit halda tað eigur at verða lagdur dentur á í staðin. Víst verður annars til roknskapin og frágreiðingina hjá kassameistaranum. 

At enda vil eg, sum siður er, minna á endamálið við arbeiði okkara:

Sjón og missión
1.   Sjónin hjá Amnesty International er ein heimur, har hvør menniskja hevur øll mannarættindini, sum eru staðfest í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi og onnur altjóða viðurkend mannarættindi.

Til tess at røkka hesi sjón, er missiónin hjá Amnesty International at gera kanningar og tiltøk at fyribyrgja og steðga álvarsligum brotum á rættin til kropsligt og sálarligt sjálvræði (integritet), samvitskufrælsi, framsøgufrælsi og frælsi frá mismuni, innan karmarnar av arbeiðinum at stríðast fyri øllum mannarættindum.

Kjarnuvirði
2.    Amnesty International er ein alheims felagsskapur av mannarættinda verjum, hvørs aðalmál eru:  altjóða samhaldsfesti, munadygg tiltøk fyri einstaka offrið, at arbeiðsøkið umfatar allar partar av heiminum, at mannarættindini eru eins og óskiftilig, uttanveltað støða og óhefti, fólkaræði og sínamillum virðing. 

Eg fari at enda at takka nevnd, skrivarunum báðum og øllum sum hava luttikið virkið í farna nevndarskeiði fyri gott arbeiði. Allir limir og stuðlar fáa eisini eina stóra tøkk – uttan stuðulin hevði ikki borið til at hildið fram við arbeiðinum.

Annika Sølvará, forkvinna
Amnesty International, Føroya Deild

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur