| AMNESTY INTERNATIONAL 2002
Ongin lættur vegur til veruliga trygd Fólk kring heimin hava ongantíð verið meira ótrygg enn í dag, segði Irene Khan, aðalskrivari hjá Amnesty International, tá ársfrágreiðingin hjá Amnesty International fyri 2002 varð almannakunngjørd fyrrapartin. Tíðindafundur varð í London kl. 9, har Irene Khan, legði fram frágreiðingina fyri fjølmiðlunum. Í frágreiðingini, sum er 311 s., verða evnini, sum Amnesty hevur arbeitt við í farna árið, viðgjørd. Her er ma. aktuelt tilfar um Afghanistan, Irak, Russland, Ísrael og Hersettu økini. Nógv verður gjørt við spurningarnar um kríggið móti terrorismu og um deyðarevsing. Amnesty hevur eisini eyguni við økjum, har miðlarnir ikki hava borið tíðindir frá seinnu tíðina, t.d. frá Fílabeinsstrondini, Colombia, Demokratisku Republikini Congo, Burundi, Tjetjenia og Nepal. Á positivu síðuni verður stovnsetanin av Altjóða Brotsmannadómstólinum viðgjørd. Eisini eru fleiri samvitskufangar, sum Amnesty hevur arbeitt fyri, leyslatnir, m.a. journalisturin Grigory Pasko úr Russlandi og andstøðuleiðarin Aung San Suu Kyi í Myanmar. Størsti partur av bókini fevnir um neyvari frágreiðingar um mannarættindabrot í 152 londum. Tað verður greitt frá at í 106 londum verður píning og ring viðferð framd av trygdardeildum, løgreglu ella øðrum. Avrættingar eru framdar í 28 londum har deyðadómur er feldur við rættargongd, í 42 londum eru avrættingar framdar uttan rættargongd. Í minsta lagi 35 londum eru samvitskufangar, í 54 londum vóru handtøkur og varðhaldsfongslingar uttan ákærur ella rættargongd. Vápnaðir andstøðubólkar framdu álvarslig brot á mannarættindini sosum dráp og píning av sivilum í 32 londum. Í ár verður Danmark viðgjørt aftur fyri fyrstu ferð, her verður m.a. nomið við spurningarnar um isolatiónsfongsling, anti-terror lóggávuna og herðingina av flóttafólka lóggávuni. Orsakað av verkfallinum hava vit ikki fingið prentaðu frágreiðingina til landið. Hon kann í staðin lesast og prentast av internetinum á adressuni www.amnesty.fo So skjótt vit hava fingið prentaðu eintøkini ber til at fáa eitt sendandi. Vit eru altíð fús at svara spurningum og greiða neyvari frá onkrum evni, um áhugi er fyri tí. Vendið tykkum til skrivstovuna á amnesty @ amnesty.fo ella telefon 315816 ella til forkvinnuna á chair@amnesty.fo |
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |





