Ársfrágreiðing frá Amnesty International, Føroya Deild 2002
Nevnd og skrivstova
Aðalfundurin var á Landsbókasavninum 18. apríl 2002. Hildur Patursson og Anna Maria Persson stóðu fyri vali. Anna Maria bar seg undan, meðan Hildur varð afturvald. Ongin annar hevði hug at stilla upp, og nýggja nevndin skipaði seg sostatt við 4 nevndarlimum:
Annika Sølvará, forkvinna
Jette Hoydal, næstforkvinna
Erling Isholm, kassameistari
Hildur Patursson, nevndarlimur
Eykalimirnir vóru afturvaldir, tær eru: Jórun Arge og Maria Heradóttir.
Í august fór Hildur til Íslands í lestrarørindum og tók seg fyribils úr nevndini. Anna Maria játtaði um sama mundið at verða við aftur í nevndararbeiðinum og hevur luttikið í øllum arbeiðinum í heyst og vár. Hetta eru vit sera fegin um.
Limir
Umleið 600 limir eru í Amnesty nú. Vit hava seinnu árini verið ígjøgnum limalistan nakrar ferðir og hava valt at strika limir, sum eru í eftirstøðu í tvey ár ella meira. Tey kunnu eins og onnur framhaldandi fáa kunning um okkara arbeiði gjøgnum miðlarnar, heimasíðuna og til tiltøkini hjá okkum. Tað sær út sum at limatalið kvinkast uppeftir aftur í løtuni, okkurt av tiltøkunum hevur fingið fleiri yngri fólk at melda seg í felagið. Hesa gongd fegnast vit sjálvsagt um. Komandi árið eigur miðvíst at verða arbeitt fyri at fáa limatalið munandi uppeftir. Talið av fakfeløgum, sum stuðla felagnum, er støðugt í mun til undanfarna ár.
Bólkarnir
Vit hava í løtuni 2 bólkar, bólkur 1, sum var samanlagdur við bólk 2 í fjør, og so barnabólkurin, báðir í Havn. Vit hava eisini Snarmálsnetið, sum hevur góð 20 fólk, sum javnan fáa tilfar. Í løtuni er arbeiðið í gongd at fáa skipað ein bólk, sum skal arbeiða við deyðarevsing, og ætlanir eru um ein studentabólk í Hoydølum. Umframt hetta royna vit at fáa endurstovnað tiltaksbólkin, sum serliga hevur tikið sær av árliga køkutombolanum í SMS og hjálpt til við øðrum tiltøkum.
Jórun Arge er samskipari hjá bólki 1. Bólkurin hevur í løtuni ongi mál, men arbeiðir við Urgent Action. Bólkur 1 tekur sær av Kvinnudegnum og Arbeiðaradegnum.
Mari Ann Ellendersen er samskipari av barnabólkinum, sum í løtuni hevur eitt mál úr Tibet. Barnabólkurin skipaði í november fyri fundi í Hoydølum. meira um tað seinni.
Limir úr øllum bólkunum hava luttikið við tilfari á framsýningunum og til køkutombolaið.
Í sambandi við arbeiðið við ISP (Integrated Stategic Plan), sum allar deildir skulu gera, hevur nevndin arbeitt og havt nakrar fundir um málið. Á komandi ICM, sum verður í Mexico, skal ISP samtykkjast, og hetta kemur at mynda arbeiðið hjá komandi nevndini, sum skal gera eina ætlan fyri Føroya Deild við støði í altjóða ætlanini. Helst verður neyðugt við fólki í einum serligum bólki afturat nevndini til hetta arbeiðið.
Snarmál
Maria Forrestal, sum hevur samskipað snarmál - Urgent Action – í fleiri ár, segði hetta frá sær í farna ári, tá hon fór burtur í nakrar mánaðir í arbeiðsørindum. Skrivstovan hevur fyribils tikið yvir hetta arbeiðið. Tað hevði verið frálíkt, um onkur limur hevði vilja átikið sær at verið við til at hildið hesum arbeiðinum so væl í gongd, so alt ikki hvílir á skrivstovuni. Her verður serliga hugsað um arbeiðið at finna nýggj fólk at verða við at skriva og at gera kunningartilfar um hendan partin av arbeiði okkara.
Eg vil vegna nevndina takka Mariu hjartaliga fyri hennara stóra arbeiði øll hesi árini. Hon hevur trúliga syrgt fyri at samskipa arbeiðið og fingið snarmálini út til limirnar.
Newsletter og Skriva fyri Lívi
Newsletter kemur út seks ferðir um árið. Har verður greitt frá mannarættindastøðuni í ymiskum londum. Nakrar útvaldar sakir eru við hvørja ferð við áheitan um at skriva brøv. Vit vita ikki, hvussu mong skriva, men 25 bløð verða send út, herundir eisini til skúlar, bókasøvn og fjølmiðlar. Eisini í Amnesty blaðnum, sum kemur fýra ferðir árliga, eru brævauppskot. Til øll tiltøkini farna árið hevur tað eydnast at hava brøv við, sum áhugað hava kunnað skrivað undir. Tátturin við at prenta sakir í Dimmalætting er dottin niðurfyri. Fyrst í 2003 hava vit ístaðin skipað hetta arbeiðið á heimasíðuni, fyribils við donskum umsetingum av málunum, so nú ber til at fáa brøv sendandi við telduposti, taka tey av heimasíðuni ella at biðja skrivstovuna senda tey við vanligum posti eina ferð um mánaðin.
Umseting
Skrivstovan fær enn sum áður nógv áhugavert tilfar sendandi. Til kampanjurnar, tiltøkini og til heimasíðuna royna vit at fáa ymiskt umsett. Hetta er tó ein partur av arbeiði okkara, sum vit kundu skipað nógv betur. Tað er ríkiligt av tilfari at taka av og vit hava ríkar møguleikar at fáa tilfar í fjølmiðlarnar. Sum er fara fyri tað mesta stutt tíðindaskriv út, sum eisini verða løgd á heimasíðuna. Okkurt størri verður tó umsett í sambandi við ársfrágreiðingina og átøk.
Heimasíðan
Heimasíða okkara www.amnesty.fo hevur verið dagførd javnan farna árið. Í oktober til desember høvdu vit eina internetkapping fyri børn og ung, sum fekk sera góða undirtøku. Fyrstu dagarnar vóru fleiri hundrað fólk inni á síðunum og øll 4 umførini høvdu nógvar luttakarar. Vit fingu góðar vinningar frá fyritøkum og handlum til kappingina og halda, at fólk vóru væl nøgd við kappingina. Allir luttakarar í kappingini fingu ein teldupost við nøkrum upplýsingum um Amnesty og arbeiði okkara fyri børnum og ungum.
Í februar 2003 hava vit fingið lagt síðuna um í eina nýggja skipan, sum er lættari at arbeiða við, og sum ikki er so heft at persónum og tøkni. Nú er tað gjørligt hjá øllum limum, sum hava ábyrgd av einum ávísum arbeiðsøki sjálvi at leggja út tilfar, dagføra og samskifta við limir, fjølmiðlar og onnur. Hetta skuldi gjørt síðuna lættari, áhugaverdari og tryggari enn áður.
Internetið verður alt meira nýtt í Amnesty arbeiðinum, og ein týdningarmikil uppgáva hjá okkum verður at fáa samband um heimasíðuna við limir og onnur áhugað. Við nýggju síðuni kunnu t.d. øll áhugað nú teknað seg til at fáa reglulig tíðindabrøv.
Síðani væleydnaðu royndirnar við kampanjusíðuni www.stoptorture.org hava fleiri deildir fingið líknandi síður við átøkum beinleiðis um internetið. Hvønn mánaða ber til at fara inn á síður hjá AI deildum og senda teldupostar til stjórnarleiðarar ella avrita brøv at senda við vanligum posti. Vit hava sum áður nevnt eisini hendan møguleikan á okkara síðu nú – somu sakir verða so eisini brúktar til okkara tiltøk, m.a. í FK og SMS, til kvinnudagin og arbeiðaradagin.
Tortur-kampanjan
Farið er burtur frá skipanini við tíðaravmarkaðum kampanjum. Á ICM í Senegal varð avgjørt heldur at hava nakrar fastar temakampagnur, t.d. um tortur og deyðarevsing, heldur enn at steðga við einum evni, tá ferð er komin á. Kampagnunar sum verða skipaðar nú fara at fevna um fleiri sentral øki, dømi er Russlandskampagnan, Denial of Justice, sum snýr seg um píning, deyðarevsing, kvinnur og børn osf. Hendan kampagnan heldur fram nakað enn.
Fundur fyri studentum í Hoydølum
Barnabólkurin stóð 21. november fyri temafundi fyri studentunum á Studentaskúlanum í Hoydølum. Evnið var píning,. Áki Johansen, sum hevur arbeitt á einum donskum sentri fyri torturoffur, greiddi frá, hvat píning er og hvørja ávirkan píning hevur á fólk. Jette og Erling greiddu eisini frá um Amnesty. Fleiri studentar teknaðu seg sum lim eftir tiltakið og hava eisni hjálpt til í sambandi við 10. desember.
Mannarættindadagurin
Sum vant heittu vit á fólk um at seta ljós í vindeyguni mannarættindadagin. Nógvar kirkjur og stovnar tóku av áheitan okkara um at keypa ljós og postkort. Vit høvdu eisini tíðindaskriv í fjølmiðlunum við áheitan um at senda jóla-/stuðulsheilsur. Sølubásar vóru á Torginum í SMS og í FK í Hoyvík vikuskiftið undan 10. desember, har vit seldu ljós, postkort og fløgur. Í SMS høvdu vit myndatilfar frá Russlandskampagnuni og seldu eisini gløgg og holukøkur – eitt hugnaligt tiltak, sum gav nakað av peningi, men kortini heldur minni enn væntað. Vit fingu trykt ein bannara 1x4 m, við áskriftini ”Tendra eitt ljós – altjóða mannarættindagur 10. desember”. Hann hekk fyrst í SMS og síðani á Býráðshúsinum í Havn sjálvan mannarættindadagin. Fjølmiðlarnir gjørdu nógv burturúr 10. desember. Innsløg vóru bæði í útvarpi, sjónvarpi og stubbar í bløðunum, hóast dagurin varð merktur av, at Vágatunnilin lat upp hendan dagin..
Lutaseðilin
Lutaseðilin gav eitt fitt yvirskot í ár. Eins og í fjør fingu vit høvuðsvinningin frá Atlantic Airways. Vit takka Atlantic Airways, Statoil og Shell fyri vinningar.
Fjølmiðlar
Vit hava farna árið verið rættiliga sjónlig í fjølmiðlunum, bæði loftmiðlunum og bløðunum. Tíðindabrøvini hjá okkum verða prentaði í flestu bløðunum og lisin í ÚF og Rás 2. Ofta gera fjølmiðlarnir meira burturúr, m.a. hava vit verið í beinleiðis morgun- og tíðindasendingum, og eisini gestir í longri sendingum. Fleiri greinar hava verið, serliga um deyðarevsing, sum hevur verið eitt sera aktuelt mál í farna ári. Umframt at fjølmiðlarnir taka ímóti okkara tilfari ella venda sær til okkara í málum, brúka teir eisini tilfar frá Amnesty International, sum kemur frá stóru tíðindastovunum.Vit kunnu fegnast um, at tað ber til at fáa politikarar og onnur kend fólk heima og úti at gera almennar viðmerkingar til mál um mannarættindaumstøður, tá mál verða reist. Tá eyguni fyrst eru vend móti málum, sum vit fáast við, eru stór sannlíkindi fyri, at málini verða fylgd upp. Tað vóna og trúgva vit sjálvsagt.
Fundir:
Størri dentur verður lagdur á at fáa formenn og skrivarar at luttaka meiri beinleiðis í avgerðartilgongdini í Amnesty International. Her eru Directors Forum og Chairs Forum nýggju forumini, har mál verða viðgjørd. ICM verður framhaldandi 2. hvørt ár, komandi august sum sagt í Mexico, har vit ætla at hava trý umboð við. Vit royna eisini framhaldandi at verða við til norrønar fundir, tá hetta liggur fyri. Í 2002 eydnaðist tað ikki, men í juni er ætlanin at verða við á fundi í Oslo.
Directors og Chairs Forum
Fríði luttók í Directors Forum í London 15.-17. februar 2002. Hetta var størsta fjøldin av directors sum er komin saman á henda hátt. Á fundinum varð m.a. tosað um ymisku arbeiðsumstøðurnar hjá skrivstovunum, um hvussu samskiftið millum IS og deildir kann bøtast og um ISP.
Sjálv var eg á Chairs Forum í Vedbæk 21.-23. juni 2002. Eisini her var ISP eitt stórt evni, men eisini var ein heilur dagur settur av at tosa um ábyrgdina hjá nevndini og formanninum, hvussu samspælið millum nevndir og skrivstovu kann skipast og styrkjast, hvar ábyrgdin eigur at liggja í hvørjum føri.
Farna vikuskifti vóru Fríði og Jette so á Directors og Chairs Forum 2003 í London. Tey fara aftaná at greiða frá um hesar fundirnar.
Fíggjarstøðan
Fíggjarliga hevur 2002 verið hampuligt. Vit hava eitt yvirskot uppá góðar 30.000 kr, sum í sjálvum sær er óført. Av hesum eru tó onkrar serliga inntøkur, sum vit ikki kunnu rokna við árliga. Hesar pengar hava vit avgjørt at brúka til serlig tiltøk. Ein stór rokning fyri vørur í 2002 er eisini goldin í 2003. Hinvegin hava vit megnað at tálma útreiðslunum, so at fíggjartørvurin ikki skuldi verið vaksandi beint nú.
Tað positiva er, at at árið javnvigaði, tað meira dapra er, at tað skal nógv arbeiði til fyri at fáa neyðugu inntøkurnar til tess at fáa tað at mala fíggjarliga. Við hvørt tykist tað sum ov nógv orka fer til at fáa pengar inn, men hetta er neyðugt fyri at kunna halda arbeiðinum í gongd. Av tí at orka ikki er til at skipa fyri køkutombola beint nú er neyðugt at finna onkra nýggja inntøkukeldu – køkutombolaið hevur seinnu árini verða størsta einstaka inntøkan hjá okkum. Víst verður annars til roknskapin og frágreiðingina hjá kassameistaranum.
Ein eldsál er slóknað - Annette Wang farin
Eleanor Roosevelt segði einaferð: It has never been the monumental actions that have changed the world.. Instead, it has always been the accumulation of daily tasks. Hetta haldi eg eisini kann brúkast sum lýsing av tí drúgva, trúfasta arbeiði Anette Wang legði í Amnesty og mannarættindamál. Anette var við í Amnesty International, Føroya deild frá byrjan og var ein av berandi kreftunum í arbeiðinum til fyri fáum árum síðani. Hon var eisini formaður fyri deildini í mong ár. Anette gekk upp í hetta arbeiðið við lív og sál – tað man vera leingi áðrenn nakar tekur hana aftur í tali av brøvum til stjórnarleiðarar kring heimin.
At enda vil eg, sum siður er, minna á endamálið við arbeiði okkara. Sambært nýggju viðtøkunum er endamál okkara orðað soleiðis:
Sjón og missión
1. Sjónin hjá Amnesty International er ein heimur, har hvør menniskja hevur øll mannarættindini, sum eru staðfest í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi og onnur altjóða viðurkend mannarættindi.
Till tess at røkka hesi sjón, er missiónin hjá Amnesty International at gera kanningar og tiltøk at fyribyrgja og steðga álvarsligum brotum á rættin til kropsligt og sálarligt sjálvræði (integritet), samvitskufrælsi, framsøgufrælsi og frælsi frá mismuni, innan karmarnar av arbeiðinum at stríðast fyri øllum mannarættindum.
Kjarnuvirði
2. Amnesty International er ein alheims felagsskapur av mannarættinda verjum, hvørs aðalmál eru: altjóða samhaldsfesti, munadygg tiltøk fyri einstaka offrið, at arbeiðsøkið umfatar allar partar av heiminum, at mannarættindini eru eins og óskiftilig, uttanveltað støða og óhefti, fólkaræði og sínamillum virðing.
Eg fari at enda at takka nevnd, skrivara, bólkum og øllum sum hava luttikið virkið í farna nevndarskeiði fyri gott arbeiði. Allir stuðlar fáa eisini eina stóra tøkk – uttan stuðulin hevði ikki borið til at hildið fram við arbeiðinum.
Annika Sølvará, forkvinna
Amnesty International, Føroya Deild.