AMNESTY INTERNATIONAL 2001

 

Eftir 11. september: Stjórnir velja og vraka millum mannarættindini

Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International varð almannakunngjørd 28 mai. Greitt verður frá gongdini í 2001, tá talan er um mannarættindi. Frásagnir eru um brot á mannarættindini í 152 londum. Serliga verður dentur lagdur á gongdina síðani 11. september, tá vesturheimurin fór í kríggj móti terrorismu. Amnesty International hevur í hesum sambandi heitt á allar partar um at virða mannarættindini undir slagorðinum: Rættvísi, ikki hevnd.

  

Frágreiðingin, sum er á enskum, byrjar við fororði frá Irene Khan, aðalskrivara. Síðani er ein inngangur, sum stutt lýsir gongdina, m.a. í Ísrael og hersettu økjunum og í Afghanistan. Greitt verður eisini frá um ymisk evnir, m.a. krígnum móti terrorismu, rasismu, píning og deyðarevsing. Størsti parturin av ársfrágreiðingini fevnir um landafrágreiðingarnar, har mannarættindastøðan í 152 londum nágreiniliga verður viðgjørd. Ein samandráttur av støðuni í ymsu heimspørtunum kann lesast her
Eisini er ein samandráttur av góðum tíðindum í 2001at finna á síðuni. 

 

Ársfrágreiðingar fyri seinastu 10 árini eru at finna her.

 

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 


AnniJanni