Ársfrágreiðing frá Amnesty International, Føroya Deild 2000
Nevnd og skrivstova
Aðalfundurin var á Landsbókasavninum 13. apríl 2000
Nýggj nevnd varð vald, og hon skipaði seg soleiðis:
Ingibjørg Berg, formaður
Jette Hoydal, næstformaður
Annika Sølvará, kassameistari
Hildur Patursson, nevndarlimur
Erling Isholm, nevndarlimur
Anna Maria Persson og Jórun Arge eru tiltakslimir
Erling Isholm hevur í árinum røkt starvið sum skrivari.
Limir
Umleið 700 limir eru í Amnesty. Sum vit boðaðu frá á seinasta aðalfundi hava fleiri fakfeløg meldað seg inn í felagið, hetta er ein táttur vit ætla okkum at byggja víðari á eisini í framtíðini.
Bólkarnir
Vit hava framvegis 3 virknar bólkar, sum allir eru í Havn.
Barnabólkurin er sum áður fráboðað farin at virka væl aftur. Bólkurin skipaði barnarættindadagin, í november, fyri framsýning og brævskrivingarátaki í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at vit høvdu eina konsert har við Kulum Rótum - men meiri um hetta seinni. Samskipari hjá barnabólkinum er Óluvá Zachriassen, og bólkurin hevur í løtuni eitt mál úr Tibet.
Jette Hoydal hevur verið samskipari hjá Bólki 1, sum hevur eitt mál úr Syria, umframt at bólkurin tekur sær av Arbeiðaradegnum. Bólkurin virkar ikki so væl fyri tíðina, og støða má takast til, um honum skal vera lív laga í framtíðini.
Jórun Arge er samskipari av Bólki 2, sum hevur eitt mál úr Myanmar og eitt úr Russlandi, umframt at bólkurin eisini tók sær av Kvinnudegnum. Bólkurin týddi í tí sambandinum fleiri greinar til bløðini, umframt at skipa fyri framsýning og undirskrivtsavnan í Norðurlandahúsinum.
Støða skal í framtíðini takast til, um vit framvegis skulu leggja stóru orkuna í traditionellu bólkarnar. Fleiri deildir eru við at fara frá hesum og gera í staðin evnisbólkar, sum t.d. barna-, ungdóms-, heilsu-, ella aðrar bólkar. Fleiri fara eisini yvir til at nýta internetið sum arbeiðsamboð og leggja t.d. stóra orku í snarmál. Hetta verður eisini eitt av høvuðsevnunum á ICM í ár - altso, hvønn arbeiðshátt AI skal leggja orku í í framtíðini.
Snarmál
Onki skal gerast burtur úr hesum partinum av arbeiði okkara her, tí samskiparin Maria Forrestal hevur skrivað eina serliga ársfrágreiðing um hendan partin, sum hon sjálv fer at leggja fram. Vit skulu bara enn eina ferð takka Mariu hjartaliga fyri, at hon røkir hendan partin av arbeiði okkara so fyrimyndarliga.
Newsletter Appeals
Newsletter kemur út seks ferðir um árið. Har verður greitt frá mannarættindastøðuni í ymiskum londum. Nakrar útvaldar sakir eru við hvørja ferð og áheitan um at skriva. Vit vita ikki, hvussu mong skriva, men 25 bløð verða send út, herundir eisini til skúlar, bókasøvn og fjølmiðlar. Brøv verða eisini skrivað til málini, sum standa í Amnesty Nyt, og vit royna at fáa hesi somu málini við í Dimmalætting sum Mánaðarfangar.
Tiltaksbólkurin
Tiltaksbólkurin skipaði aftur í ár fyri stórum køkutombola beint fyri páskir. Sum altíð løgdu tær sera stóra orku í hetta tiltak, og fingu tær yvir 600 vinningar. Yvirskotið av tiltakinum var uml. 31.000 kr. Tiltaksbólkurin, sum bert telur 3 kvinnur, hevur brúk fyri nýggjum kreftum, so um onkur er, ið hevur hug at geva eina hond, er hon vælkomin.
Vit skulu takka tiltaksbólkinum og øllum sum bakaðu ella á annan hátt stuðlaðu køkutombolanum.
Umsetarabólkurin
Skrivstovan fær enn sum áður nógv áhugavert tilfar sendandi. Til kampanjurnar og til mánaðarfangan royna vit at fáa ymiskt umsett. Hetta er tó ein partur av arbeiði okkara, sum vit hugsa nógv um fyri tíðina. Hetta er serliga í samband við heimasíðuna. Nevndin hevur tosað nógv um, hvat vit skulu gera á hesum øki, tí ongin ivi er um, at upplýsandi parturin av Amnesty-arbeiðinum bara veksur.
Heimasíðan
AI Føroya Deild hevur fingið heimasíðu, og eitur hon www.amnesty.fo. Tað eru Børge Persson og Hallur Helmsdal sum hava gjørt lay-out til heimasíðuna, og Annika Sølvará hevur síðani lagt stóra orku í at fáa tilfar á síðuna.
Internetið verður alt meira nýtt í Amnestyarbeiðinum, og tað er ein stór og týdningarmikil uppgáva hjá Føroya deild at royna at fylgja við sum frægast.
Menningin av at nýta internetið í arbeiðinum hevur verið serliga væleydnað í samband við torturkampanjuna. Har hava fólk fyri fyrstu ferð havt møguleikan at fáa teldubrøv sendandi, sum tey bara skulu seta navn sítt undir, og so er áheitanin send. Áhugað kunnu tekna seg á heimasíðuni www.stoptorture.org. Hendan heimasíðan hevur fyri einum góðum mánaði síðani fingið eina viðurkenning sum serliga nýskapandi, og tað hevur sjálvandi ikki minkað um áhugan at menna hendan partin av Amnestyarbeiðinum. Í løtuni umhugsar nevndin at fara undir at savna teldupostadressurnar hjá limunum. Við øllum hesum adressunum kundi skrivstovan sent smá tíðindabrøv o.a. út av og á, uttan at skula gjalda postgjald. Lítið er at ivast í, at nógv nýtt verður at hoyra á hesum økinum komandi árini.
Kampanjur:
Tortur-kampanjan
Torturkampanjan er tann stóra evniskampanjan í løtuni. Kampanjan byrjaði 18. oktober, og hon heldur fram hetta árið út.
Føroya Deild setti ein bólk at taka sær av kampanjuni, áðrenn hon byrjaði. Í bólkinum eru Anna Maria Persson, Áki Johansen og Erling Isholm. Ætlanin var at koyra eitt gult band við áskriftini "Torturfrítt øki" rundan um politistøðina tann dagin, kampanjan byrjaði, men hetta fingu vit tíverri ikki loyvi til. Tí var ikki so nógv gjørt burtur úr henda dagin, sum ætlanin var. Tó var ein long grein um kampanjuna í báðum bløðunum saman við nøkrum sakum.
Áðrenn kampanjan byrjaði, varð skipa fyri einum limafundi um tortur, har Áki og Anna Maria greiddu frá um evni. Hetta var m.a. gjørt, so bólkarnir vistu eitt sindur um tortur og torturkampjuna, so teir vóru betri fyri at skipa fyri ávíkavist barnarættinda-, kvinnu- og arbeiðaradegnum, har evnið eisini var/verður torturur.
Barnarættindadagurin
Skipað varð sum sagt fyri stórari barnakonsert í Norðurlandahúsinum, har Kular Røtur spældu fyri Amnesty. Barnabólkurin skipaði fyri framsýning, og tveir skúlaflokkar úr Venjingarskúlanum í Havn sungu Amnestysangir. Hetta riggaði avbera væl, børnini vóru øll í Amnesty-blusum framleiddar til tiltakið. Tað var serliga fløvandi at síggja øll hesi fittu børnini, sum øll lærdu eitt sindur um AI hendan dagin. Vit takka teimum og Kulum Rótum fyri stuðulin. Eisini takka vit MBM, sum læt sunkist til børnini. Síðst, men ikki minst, takka vit Norðurlandahúsinum fyri beinasemi og góða hjálp við øllum tiltakinum.
Amnestydysturin
Vit hava nú í fleiri ár stríðst við at fáa fótbóltsdystin á Ólavsøku at rigga. Nógv arbeiðið hevur verið av hesum, men lítil inntøka. Nevndin umrøddi hetta á fleiri fundum eisini í mun til PR-virðið dystirnir hava havt, men avgjørdi at sleppa hesum tiltaki, tí ov lítið fæst burturúr.
Mannarættindadagurin
Sum vant, heittu vit á fólk um at seta ljós í vindeyguni mannarættindadagin, og sum vant høvdu vit ein sølubás á Torginum í SMS, har vit seldu ljós og høvdu eina lítla framsýning. Bólkur 1 skipaði fyri sølu í FK í Hoyvík. Sølan gekst væl í FK, men minni væl í SMS allarhelst tí vit einans vóru í SMS leygardag, har fríggjadagur er betri dagurin. Roynt var eisini í Klaksvík leygardagin, men illa gekst, helst tí veðrið var út av lagi vánaligt. Nógvar kirkjur tóku av áheitan okkara um at keypa ljós.
Lutaseðilin
Vit avgjørdu, hóast undirskot árið frammanundan, at royna enn einaferð við lutaseðlinum. Í ár løgdu vit stóra orku í at fáa stuðul, og fingu alla ferðina frá Atlantic Airways. Kortini var yvirskotið lítið. Allarhelst er tíðin nú komin at umhugsa okkurt annað tiltak, sum gevur meira, men er líka sjónligt sum lutaseðilin, ið verður borin í øll hús í Føroyum. Vit skulu tó takka Atlantic Airways, Statoil og Shell fyri vinningar, og Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa fyri stuðulin.
Flóttafólk og útlendingalóg
Landsstýrið heitti í heyst á Amnesty um at peika á eitt umboð fyri felagið í eina nevnd at fyrireika yvirtøku at málsøkinum flóttarfólk. Felagið heitti á Onnu Mariu Persson um at umboða Amnesty International, Føroya Deild, og hon játtaði. Sum skilst er stígur komin í arbeiðið, tí landsstýrið ikki hevur sett nóg stóra persónsorku til nevndina.
Fundir uttanlands
Vit hava ikki luttikið á nøkrum uttanlandsfundi í verandi nevndarskeiði. Ein groupingfundur var í Uganda í mars, men tað lá ikki fyri hjá nøkrum at fara.
Fleiri fundir vera nú í vár sum fyrireiking til ICM, sum verður í Senigal í august.
Altjóða mál:
Mandat
Nógvar týðandi mandatbroytingar eru fyri framman. Hetta eru broytingar, ið arbeitt hevur verið við nú í nøkur ár, og sum ætlanin er at fáa viðtiknar á komandi ICM. Jette Hoydal fer aftaná at greiða nærri frá hesum, so eg skal ikki gera meiri burtur úr her.
Skipan
Skipanin í Amnesty fer allarhelst at broytast nógv á ICM í ár. Í høvuðsheitum er lagt upp til at skilja mandat og statuttir frá hvørjum øðrum, at avtaka grouping og leggja størri dent á at fáa formenn og skrivarar at luttaka meiri beinleiðis í avgerðatilgongdini í AI. Ætlanin er eisini at broyta ICM, so tað verður 3. hvørt ár í staðin fyri sum nú 2. hvørt ár, og tá bert viðgerða prinsipiel mál og annars leggja yvirornaðar linjur fyri arbeiðið hjá AI, formenn og skrivarar skulu síðani taka størri ábyrgd millum ICM at fylla teir karmar út, ið verða lagdir.
Fíggjarstøðan
Fíggjarliga hevur 2000 samanumtikið verið á eini leið. Okkurt lá eftir at gjalda frá 1999, men skuldi hetta nú verið komið uppá pláss, so næsta árið, um alt gongur sum tað skal, fer at síggja penari út fíggjarliga. Eg loyvi mær annars at vísa til roknskapin og frágreiðingina hjá kassameistaranum.
Lat meg at enda, sum siður er, minna á endamálið við arbeiðinum, sum er:
- At hjálpa samvitskufangum úr fongsli
- At arbeiða fyri rættvísari rættargongd fyri politiskar fangar,
- At arbeiða ímóti deyðarevsing, torturi og politiskum morðum,
- At arbeiða fyri at finna aftur tey "horvnu", fyri flóttafólki og ímóti rasismu og,
- At arbeiða fyri at mannarættindini verða ein sjálvsagdur partur í lívinum hjá hvørjum menniskja, hvar hann enn býr, hvønn lit hann hevur, og hvat mál hann tosar
Eg fari at takka nevnd, skrivara og øllum sum hava luttikið virki í farna nevndarskeiðið fyri gott arbeiði.
Ingibjørg Berg, formaður
Amnesty International, Føroya Deild.