Ársfrágreiðing frá Amnesty International, Føroya Deild 2001
Nevnd og skrivstova
Aðalfundurin var á Landsbókasavninum 18. apríl 2001. Nýggj nevnd varð vald, og hon skipaði seg soleiðis:
Annika Sølvará, forkvinna
Jette Hoydal, næstforkvinna
Erling Isholm, kassameistari
Hildur Patursson, nevndarlimur
Anna Maria Persson, nevndarlimur
Eykalimir eru: Jórun Arge og Maria Heradóttir.
Erling Isholm, sum í fleiri á hevur verið skrivari, valdi at siga starvið frá sær orsakað av øðrum uppgávum. Vit vilja fegin takka Erlingi fyri tað stóra arbeiði, hann hevur gjørt fyri Amnesty sum skrivari. Erling heldur tíbetur fram í nevndini sum kassameistari, so hann hevur ikki slept arbeiðinum fyri Amnesty.
Lýst var í bløðunum eftir nýggjum skrivara 12 tímar um vikuna. Nevndin gjørdi av at seta Fríða B. Nielsen í starvið frá 1.august. Fríði kendi ikki nógv til Amnesty arbeiðið, tá hann byrjaði, men nakrir mánaðir á skrivstovuni og ein spennandi túrur til Directors Forum í London í mars hava givið honum eitt gott innlit í arbeiði okkara.
Limir
Umleið 650 limir eru í Amnesty nú. Vit hava verið ígjøgnum limalistan og hava valt at strika limir, sum eru í eftirstøðu í tvey ár ella meira. Tað er ov kostnaðarmikið at halda fram at senda fólki tilfar, sum av onkrari orsøk ikki ynskja at gjalda limagjald. Tey kunnu eins og onnur framhaldandi fáa kunning um okkara arbeiði gjøgnum miðlarnar og til tiltøkini hjá okkum. Talið av fakfeløgum, sum stuðla felagnum, er støðugt í mun til undanfarna ár.
Bólkarnir
Vit hava í løtuni 3 bólkar, sum arbeiða við sakum - allir 3 í Havn, harav tveir helst verða lagdir saman í næstum. Vit hava eisini Snarmálsnetið, sum hevur góð 20 fólk, sum javnan fáa tilfar. Umframt hetta hava vit tiltaksbólkin, sum serliga tekur sær av árliga køkutombolanum í SMS.
Óluva Zachariassen hevur verið samskipari í barnabólkinum, sum virkar væl, hóast tey hava havt annað at síggja til eisini: meira enn helvtin av limunum hava fingið børn farna árið! Mari Ann Ellendersen er nú samskipari í bólkinum. Bólkurin skipaði í heyst fyri barnateknikapping fyri 4. til 7. flokkunum kring landið. Umleið 140 tekningar komu inn, og hetta eru tey væl nøgd við. Vinnararnir vóru kosnir í SMS 17. november. Bólkurin hevur í løtuni eitt mál úr Tibet.
Jette Hoydal hevur verið samskipari hjá bólki 1, sum hevur havt eitt mál úr Sýria. Her fekk bólkurin tey gleðiligu boð, at fangin, sum tey hava arbeitt fyri, Wajih Ghanim, varð leyslatin saman við 7 øðrum 18. november. Umframt málið úr Sýria hevur bólkur 1 eisini tikið sær av Arbeiðaradegnum. Fá fólk eru eftir í bólkinum, og avgerð er tí tikin um at leggja hann saman við bólk 2.
Jórun Arge er samskipari hjá bólki 2, sum hevur eitt mál úr Myanmar og eitt úr Russlandi, umframt at bólkurin eisini skipar fyri onkrum í sambandi við Kvinnudagin. Eisini bólkur 2 fekk góð tíðindir frá einum av málunum: Sjónleikarabrøðurnir Pa Pa Lay og U Lu Zaw, kendir sum Moustachubrøðurnir, úr Myanmar vóru leyslatnir í juni eftir at hava sitið fangar í fleiri ár. Bólkurin týddi aftur í ár nakrar sakir til kvinnudagin í Norðurlandahúsinum.
Limir úr øllum bólkunum hava luttikið við tilfari á framsýningunum og til køkutombolaið.
Í sambandi við arbeiðið við ISP (Integrated Stategic Plan), sum allar deildir skulu gera, má komandi nevndin taka støðu til, hvussu vit skulu skipa arbeiðið við bólkunum. Evnið varð m.a. viðgjørt á ICM, sum eg komi aftur til. Gongdin aðrastaðni er greið: Snarmál við telduposti og um internetið verða alt meira vanlig. Tá kunnu fólk sita hvør í sínum lagi og skriva, tá tey hava stundir. Bólkarnir arbeiða heldur við evnum, so sum børnum, kvinnum, píning, deyðarevsing o.s.f. Eitt hugskot er at bólkarnir taka sær av kunning og tiltøkum heima, meðan tey, sum skriva, fara yvir til snarmál.
Snarmál
Maria Forrestal, sum samskipar snarmál - Urgent Action -, hevur skrivað eina serliga ársfrágreiðing um hendan partin, sum hon sjálv fer at leggja fram. Eg vil vegna nevndina takka Mariu hjartaliga fyri hennara arbeiði. Hon syrgir áhaldandi fyri at samskipa arbeiðið og fær snarmálini út til limirnar. Hetta er sum áður nevnt ein arbeiðsháttur, sum verður alt meira vanligur. Tað hevði verið frálíkt, um onkur afturat hevði kunnað verið við til at hildið hesum arbeiðinum so væl í gongd, so alt ikki hvílir á herðunum á Mariu.
Tiltaksbólkurin
Tiltaksbólkurin skipaði aftur í ár fyri stórum køkutombola beint fyri páskir. Sum altíð løgdu tær sera stóra orku í hetta tiltak, og í ár eydnaðist at fáa savnað 700 vinningar. Yvirskotið av tiltakinum var 36.500 kr, góðar 5.000 fleiri enn í 2000. Somu kvinnurnar hava myndað tiltaksbólkin í fleiri ár, og tiltøkini eru stævin, so nú er brúk fyri nýggjum kreftum. Um onkur eru, ið hava hug at geva eina hond, er tey vælkomin. Vit takka tiltaksbólkinum og øllum sum bakaðu ella á annan hátt stuðlaðu køkutombolanum.
Newsletter Appeals
Newsletter kemur út seks ferðir um árið. Har verður greitt frá mannarættindastøðuni í ymiskum londum. Nakrar útvaldar sakir eru við hvørja ferð og áheitan um at skriva. Vit vita ikki, hvussu mong skriva, men 25 bløð verða send út, herundir eisini til skúlar, bókasøvn og fjølmiðlar. Eisini í Amnesty Nyt, sum nú kemur fýra ferðir árliga, eru brævauppskot. Tað hevur ikki eydnast at fáa skipað umsetingararbeiðið nóg væl farna árið, til at vit hava kunna hildið táttin við mánaðarfangunum í Dimmalætting uppi. Til øll tiltøkini hevur tað kortini eydnast at hava brøv við, sum áhugað hava kunnað skrivað undir.
Umseting
Skrivstovan fær enn sum áður nógv áhugavert tilfar sendandi. Til kampanjurnar, tiltøkini og til heimasíðuna royna vit at fáa ymiskt umsett. Hetta er tó ein partur av arbeiði okkara, sum vit kundu skipað nógv betur. Tað er ríkiligt av tilfari at taka av og vit hava ríkar møguleikar at fáa tilfar í fjølmiðlarnar.
Heimasíðan
Heimasíða okkara www.amnesty.fo hevur verið dagførd javnan farna árið, hóast vit langt frá hava havt so nógv tilfar á, sum vit kundu ynskt. Seinasta hálið var fyri 14 døgum síðani, tá 115 barnatekningar vóru lagdar út. Seinastu 4 dagarnar, síðani tað varð almannakunngjørt, at myndirnar vóru komnar á síðuna, hava nógv fólk vitjað síðurnar. Internetið verður alt meira nýtt í Amnesty arbeiðinum, og ein týdningarmikil uppgáva hjá okkum verður at fáa samband við limir og onnur áhugað um heimasíðuna.
Síðani væleydnaðu royndirnar við kampanjusíðuni www.stoptorture.org, hava fleiri deildir fingið líknandi síður við átøkum beinleiðis um internetið. Hvønn mánaða ber til at fara inn á síður hjá AI deildum og senda teldupostar til stjórnarleiðarar ella avrita brøv at senda við vanligum posti. Vit hava eisini brúkt fleiri av hesum sakum til okkara arbeiði, m.a. til framsýnigina í SMS í mars.
Nevndin hevur í farna ári havt ætlanir um at senda limum tíðindi við telduposti av og á. Tað hevði kunnað økt um sambandið við limirnar, uttan at rinda ov nógv í postgjaldi. Byrjað er at savna teldupostadressurnar hjá limunum, men tað gongur heldur seint. Vit hava heitt á limirnar um at senda okkum adressur, men uttan stórvegis úrslit. Ein roynd verður gjørd afturat, tá girokortini verða send út.
Tortur-kampanjan
Skipanin við tíðaravmarkaðum kampanjum virkar ikki í løtuni. Torturkampanjan, sum byrjaði 18. oktober 2000, skuldi enda um ársskiftið 2001/02, men hon heldur fram nakað afturat. Á ICM varð avgjørt heldur at hava nakrar fastar temakampagnur, t.d. um tortur og deyðarevsing, heldur enn at steðga við einum evni, tá ferð er komin á. Vit hava ikki gjørt so nógv burturúr torturkampanjuni í farna ári.
Kvøldseta 28 mai.
Mánadagin 28. mai vóru 40 ár liðin síðani Amnesty International varð sett á stovn. Dagurin varð hátíðarhildin á ymsan hátt í felagsskapinum, eitt nú við skrúðgongu í London, høvuðsskrivstovan fekk navn eftir stovnaranum Peter Benenson House ,og ein veitsla varð fyri øllum sjálvbodnum og starvsfólki í Amnesty UK.
Føroya Deild hátíðarhelt eisini dagin við kvøldsetu á Læraraskúlanum. Á skránni vóru røður og upplestur. Ein framsýning varð eisini gjørd í sambandi við 40 ára dagin.
Barnateknikapping
Skipað varð sum sagt fyri barnateknikapping fyri børn í 4.-7. flokki. Í august skrivaði bólkurin til allar skúlar í landinum, har greitt varð frá endamálinum við kappingini - at vekja ans millum føroysk børn fyri arbeiðinum hjá Amnesty, at gera tey varug við, at nógv børn úti í heimi hava vánalig kor, at eisini vit í Føroyum hava skyldu til at rætta eina hjálpandi hond, og at vit veruliga kunnu gera mun. Nógvar góðar tekningar komu inn, 140 íalt. Allar tekningarnar vóru framsýndar á torginum í SMS í eina viku í november. Dómsnevndin, Olivur við Neyst, Beinta Hilduberg, Jóannes Gaard og Haldis Olsen, valdu tríggjar tekningar burturúr, sum vóru heiðraðar við góðum vinningum, sum bólkurin hevði fingið frá fyritøkum. Vit takka øllum, sum luttóku, og vóna, at tey hava havt høvi at tosa meira um málini, sum Amnesty arbeiðir fyri. Vit takka eisini øllum, sum stuðlaðu tiltakinum. Tekningarnar eru allar tøkar á heimasíðuni.
Mannarættindadagurin
Sum vant heittu vit á fólk um at seta ljós í vindeyguni mannarættindadagin. Vit høvdu eisini tvær sakir í bløðunum. Sølubásar vóru á Torginum í SMS og í FK í Hoyvík, har vit seldu ljós, postkort og fløgur. Nógvar kirkjur og stovnar tóku av áheitan okkara um at keypa ljós. Eisini postkort sølan gekk væl.
Sum nakað nýtt skipaðu vit eisini fyri einum tiltaki kring Tinghúsvøllin. Við góðari hjálp frá skúlanæmingum tendraðu vit 53 havaljós kring Tinghúsvøllin, eitt ljós fyri hvørt árið síðani Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi varð samtykt. Veðrið var einastandandi vakurt og løtan var hátíðarlig, tá livandi ljósini blaktraðu um kapp við jólatræsljósum í kuldanum. Eina aðru ferð er ætlanin eisini at hava felagssang ella eina lítla røðu. Fjølmiðlarnir gjørdu nógv burturúr tiltakinum: Bæði morgunsendingin og Dagur og Vika høvdu innsløg og myndir vóru í bløðunum.
Lutaseðilin
Lutaseðilin gav eitt fitt yvirskot í ár. Eins og í fjør fingu vit høvuðsvinningin frá Atlantic Airways. Hóast yvirskotið ikki er so stórt, sum tað hevur verið fyrr, so halda vit tað er rætt at halda fram við hesum tiltaki, sum er so sjónligt. Vit takka Atlantic Airways, Statoil og Shell fyri vinningar, og Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Tryggingarfelagnum Føroyar fyri stuðulin.
Fjølmiðlar
Vit hava farna árið verið rættiliga sjónlig í fjølmiðlunum, bæði loftmiðlunum og bløðunum. Seinastu dømini eru í sambandi við kreppuna í Miðeystri og í sambandi við, at fleiri hava funnist at isolatiónsfongslingum í einum stórum máli í Føroyum. Okkara íkast hava uttan iva verið við til at birt undir neyðugt kjak um mannarættindi bæði úti og heima. Vit kunnu fegnast um, at tað ber til at fáa politikarar at gera almennar viðmerkingar til mál um umstøður hjá varðhaldsfongslaðum, tá teir verða spurdir. Vónandi verður kjakið hildið á einum konstruktivum stigi málinum at gagni.
Umframt at fjølmiðlarnir taka ímóti okkara tilfari ella venda sær til okkara í málum, brúka teir eisini tilfar frá Amnesty International, sum kemur frá stóru tíðindastovunum. Tá eyguni fyrst eru vend móti málum, sum vit fáast við, eru stór sannlíkindi fyri, at málini verða fylgd upp. Tað fegnast vit sjálvsagt um.
Fundir:
ICM
Á ICM í Dakar, Senegal í august fekk nýggi aðalskrivarin hjá Amnesty, Irene Khan, handað brennandi ljósið frá Pierre Sané, sum hevur verið aðalskrivari seinastu tíggju árini. Irene Khan úr Bangladesh er fyrsta kvinnan og fyrsti muslimurin, sum leiðir heimsins størsta mannarættindafelagsskap.
Føroya Deild hevði trý umboð við á altjóða aðalfundinum, ICM. Jette Hoydal, Erling Isholm og Anna Maria Persson tóku saman við umleið 500 øðrum støðu til, hvussu felagsskapurin skal skipa arbeiðið komandi árini. Stórar broytingar vóru samtyktar, sum víðka um arbeiðsøkið hjá Amnesty. Viðtøkurnar fyri felagsskapin eru broyttar munandi, og hetta hevur gjørt at vit hava skotið upp at broyta lógir okkara, so tær samsvara altjóða viðtøkunum Vit hava fingið umsett viðtøkurnar til føroyskt og hava brúkt tær, tá vit hava gjørt uppskotið til lógarbroyting, sum kemur fyri seinni á fundinum.
Skipanin við groupings varð avtikin. Størri dentur verður lagdur á at fáa formenn og skrivarar at luttaka meiri beinleiðis í avgerðatilgongdini í AI. Her eru Directors Forum og Chairs Forum nýggju forumini, har mál verða viðgjørd. ICM verður framhaldandi 2. hvørt ár, hóast ætlanin var at broyta hetta til 3. hvørt. Samtykt er, at allar deildir skulu gera eina ætlan fyri arbeiði sítt. Henda ætlan skal verða grundað á ISP, altjóða strategisku ætlanina, sum verður gjørd undir leiðslu av einum bólki av fólki úr ymiskum deildum í Amnesty.
Víst verður annars til frágreiðingina frá ICM, sum er tøk til tey, sum hava hug at hoyra meira um avgerðirnar á ICM.
Directors Forum
Fríði B. Nielsen luttók í Directors Forum í London 15. -17. februar. Hetta var størsta fjøldin av directors sum er komin saman á henda hátt. Á fundinum varð m.a. tosað um ymisku arbeiðsumstøðurnar hjá skrivstovunum, um hvussu samskiftið kann bøtast og um ISP.
Chairs Forum
Formaðurin komandi skeiðið er boðin at luttaka í Chairs Forum, sum verður í Vedbæk í 21.-23. juni. Hetta forum eiga vit at luttaka í á hvørjum ári framyvir.
Limafundur
Í sambandi við broytingarnar í viðtøkunum, sum vóru samtyktar á ICM, skipaðu vit fyri limafundi ST-dagin, 24. oktober, á Føroyamálsdeildini. 15 fólk vóru á fundi.
Vitjan úr DK
Fyri góðum tveimum vikum síðani hevði nevndin vitjan av Carsten Fenger, formanni fyri donsku deildina. Hann er limur í nevndini, sum samskipar arbeiðið við ISP, og hann greiddi okkum frá, hvussu vit kunnu skipa hetta arbeiðið.
Fíggjarstøðan
Fíggjarliga hevur 2001 samanumtikið verið hampuliga gott. Vit hava eitt yvirskot uppá góðar 25.000 kr, sum í sjálvum sær er óført. Av tí at vit ikki hava havt stórvegis útreiðslur til vørukeyp, sýnist yvirskotið kortini størri, enn tað reelt er. Tað positiva er, at skeiva gongdin er steðgað, tað meira dapra er, at tað skal nógv arbeiði til fyri at fáa neyðugu inntøkurnar til tess at fáa tað at mala fíggjarliga. Víst verður annars til roknskapin og frágreiðingina hjá kassameistaranum.
At enda vil eg, sum siður er, minna á endamálið við arbeiði okkara. Sambært nýggju viðtøkunum er endamál okkara orðað soleiðis:
Sjón og missión
1. Sjónin hjá Amnesty International er ein heimur, har hvør menniskja hevur øll mannarættindini, sum eru staðfest í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi og onnur altjóða viðurkend mannarættindi.
Till tess at røkka hesi sjón, er missiónin hjá Amnesty International at gera kanningar og tiltøk at fyribyrgja og steðga álvarsligum brotum á rættin til kropsligt og sálarligt sjálvræði (integritet), samvitskufrælsi, framsøgufrælsi og frælsi frá mismuni, innan karmarnar av arbeiðinum at stríðast fyri øllum mannarættindum.
Kjarnuvirði
2. Amnesty International er ein alheims felagsskapur av mannarættinda verjum, hvørs aðalmál eru: altjóða samhaldsfesti, munadygg tiltøk fyri einstaka offrið, at arbeiðsøkið umfatar allar partar av heiminum, at mannarættindini eru eins og óskiftilig, uttanveltað støða og óhefti, fólkaræði og sínamillum virðing.
Eg fari at enda at takka nevnd, skrivarunum báðum og øllum sum hava luttikið virkið í farna nevndarskeiði fyri gott arbeiði.
Annika Sølvará, forkvinna
Amnesty International, Føroya Deild.