| > Skrivstovan > Nevndin > Bólkar > Arbeiðshættir > Lógin - Føroya Deild > Stuðlar > Samskipari settur |
ARBEIÐSHÆTTIR Hóast virksemið hjá Amnesty er nógv broytt og vorðið meira fjølbroytt síðan farið varð til verka í 1961, er aðaltátturin framvegis bólkararbeiðið. Ymisk sløg av bólkum eru, og hesir eru á síðu fyri seg. Umframt hetta eru mál og evnir, sum arbeiðast kann við meira óskipað. Tað kann vera onkur hevur hug at gera okkurt av og á, ella okkurt ávíst slag av arbeiði, sum best hóskar seg at gera heima. Skriva fyri Lívi - Mánaðarfangin Hvønn mánað velur høvuðsskrivstovan tríggar fangar, og heitt verður á allar limirnar at skriva til myndugleikarnar í teimum londum, har hesir fangar sita. Tey, ið vilja arbeiða á henda hátt, kunnu fáa blaðið “Newsletter”, har hesi mál eru umrødd. Eisini liggur hetta tilfar á heimasíðuni - sí valmyndina til vinstru. Brøvini skulu ikki vera long.
Umseting Vit royna at fáa sum mest av føroyskum tilfari til fjølmiðlarnar, og til hetta tørvar okkum fólk, sum eru køn í enskum og føroyskum, og sum hava hug at umseta fyri okkum.Tú ræður eisini her sjálv/ur fyri, hvussu nógv tú umsetur.
Stuðlar Nógv fólk kundu hugsað sær at gjørt meira enn at goldið limagjald, men hava ikki stundir at skriva brøv ella verða við í bólkum. Tey vilja heldur lata pening regluliga til felagsskapin. Hesi kunnu gerast stuðlar. T.e. at gjørd verður ein føst flyting í einum peningastovni, soleiðis at tey t.d. hvønn mánað lata Amnesty eina ávísa peningaupphædd. Tú ræður sjálv/ur fyri, hvussu nógv tú letur og kanst altíð steðga flytingini. Stuðlar fáa serlig brøv nakrar ferðir um árið.
Praktisk hjálp Vit eru við í í kampanjum, skipa fyri tiltøkum, savna inn pening og senda bløð út. Tá er gott at kunna heita á fólk at hjálpa til. Viðhvørt er meira enn vanligt at gera á skrivstovuni, og tá mugu vit hava fólk til hjálpar. Um tú hevur hug at veita eina hjálpandi hond av og á, so vinarliga sig okkum frá. |
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |





