Barnabólkur

Landabólkur

Tiltaksbólkur

Urgent Action

BÓLKAR

Aðaltátturin í Amnesty arbeiðinum er enn sum áður bólkararbeiðið. Ymisk sløg av bólkum eru, og niðanfyri eru nøkur dømi, ið møguleiki er at luttaka í, lýst.

Bólkurin arbeiðir fyri einum ella fleiri fangum, ofta í fjarskotnum londum. Tað kann snúgva seg um at fáa ein fanga latnan leysan, at forða fyri at fangin verður tikin av døgum, at forða fyri at fangin verður píndur o.s.fr. Grundarlagið undir hesum arbeiði er fyrst og fremst tær upplýsingar, ið koma frá høvuðsdeildini í London, men eisini tað tilfar, bólkurin sjálvur útvegar. Mesta arbeiðið er at skriva brøv til myndugleikarnar í viðkomandi landi. Hetta arbeiðið, sum tíbetir vísir seg at geva góð úrslit, er sera áhugavert.
  
Støða skal í framtíðini takast til, um vit framvegis skulu leggja stóru orkuna í traditionellu bólkarnar. Fleiri deildir eru við at fara frá hesum og gera í staðin evnisbólkar, sum t.d. barna-, ungdóms-, heilsu-, ella aðrar bólkar. Fleiri fara eisini yvir til at nýta internetið sum arbeiðsamboð og leggja t.d. stóra orku í snarmál. Hetta var eisini eitt av høvuðsevnunum á ICM í ár - altso, hvønn arbeiðshátt AI skal leggja orku í í framtíðini.

 

Snarmál (Urgent Action)

Her ræður um at bera skjótt at, tí viðkomandi fangar eru beinleiðis í lívsvanda, verða píndir ella eru “horvnir “. Tí verða snarbrøv send frá øllum deildum í senn. Tað er ikki neyðugt  at verða við á fundum fyri at vera við í hesum arbeiðinum og tú ræður sjálv/ur fyri, hvussu nógv brøv, tú vilt skriva.

Landabólkur

Barnabólkur

Hesin bólkur skrivar fyrst og fremst brøv og skipar fyri tiltøkum, ið viðvíkja rættindum hjá børnum og ungum undir 18 ár. Tey fáa snarmál frá høvuðsskrivstovuni í London, ið snúgva seg um brot á mannarættindi hjá børnum, og skriva áheitanir og mótmæli hesum viðvíkjandi

 

Fakbólkur

Her er møguleiki hjá fólkið við somu útbúgving/starvi at koma saman og viðgera mannarættindabrot móti eitt nú teirra kollegum í øðrum londum. Sum dømi kunnu nevnast sakførarabólkur, læknabólkur, blaðmannabólkur, fakfelagsbólkur o.s.v.

 

Tiltaksbólkur 

Hesin bólkur er fyri tey, sum antin ikki tíma ella ikki halda seg til at skriva brøv, men sum á annan hátt kundu hugsað sær at verið virkin í Amnesty International. Bólkurin skipar fyri tiltøkum av ymiskum slag - bæði upplýsandi tiltøkum og tiltøkum, sum skulu skaffa pening til felagsskapin.

 

Crisis Response bólkur

Crisis Respons er nakað Amnesty International fer undir tá kreppur stinga seg upp ymsa staðni í heiminum. Hesin bólkurin arbeiður tískil ikki allatíðina, men tá ein kreppa kemur er rættuliga nógv, men áhugavert arbeiðið.

 

Átaksbólkur (kampanjubólkur)

Amnesty International skipar árliga fyri minst tveimum átøkum. Hesi eru skiftuvís landsátøk og evnisátøk. Vanliga hevur onkur av landabólkunum arbeitt sum ein átaksbólkur við síðuna av, men hetta er ætlanin at broyta, so arbeiðið kann gerast meira skipað.

 

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 


AnniJanni