| > Lógin - Føroya Deild > Skrivstovan > Nevndin |
LÓGIN - FØROYA DEILD § 1. Navn felagsins er “Amnesty International, Føroya Deild”. Heimstaður felagsins er Tórshavn. § 2. Endamál felagsins er at virka fyri stevnumiðum Amnesty International, soleiðis sum tey hvørja tíð eru samtykt av altjóða ársfundinum hjá Amnesty International Ásetingarnar í statuttunum hjá Amnesty International, sum viðvíkja endamálinum, skulu í føroyskari umseting verða heftar við hesum lógum . § 3. Felagið hevur sum deild av Amnesty International skyldu til at síggja til, at bólkar og limir felagsins starvast samsvarandi altjóða reglum, virkisreglum og leiðbeiningum hjá Amnesty International. § 4. Felagið er ópolitiskt og óheft av øllum politiskum flokkum og trúarbólkum. Felagið má ikki taka støðu til politikk ella trúðarspurningar. Sama er galdandi fyri bólkar og limir í starvi felagsins vegna. § 5. Felagið má ongantíð hava færri enn 20 limir og 2 bólkar. Limir kunnu øll gerast, sum hava bústað í Føroyum og ganga undir endamál og virkisreglur felagsins. Sum virknir limir verða roknaði øll, sum hava goldið limagjald, og sum ikki eru í meira enn eitt ára eftirstøðu. Nevndin kann nokta limaskap ella koyra ein limur úr felagnum, um viðkomandi virkar ímóti endamáli og mannagongdum felagsins á ein slíkan hátt, at tað kann skaða umdømið og álitið á felagið. Ger nevndin av at sýta ella strika limaskap, verður málið at leggja fyri aðalfund, um umsøkjarin/limurin ynskir tað. Aðalfundurin tekur endaliga avgerð í málinum. Bólkar felagsins, sum skulu verða skrásettir hjá nevndini, hava skyldu til at takað upp á seg tað starv, ið nevndin skipar teimum at taka sær av. § 6. Aðalfundurin hevur hægsta ræðið á øllum viðurskiftum felagsins. Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári og ikki seinni enn 1. mai. Eykaaðalfundur verður hildin, um 2 nevndarlimir ella í minsta lagi 20 limir krevja tað við tilskilaðum fundarevni. Aðalfundir verða fráboðaðir við 14 daga freist í almennum blaði ella við brævi til virknu limirnar. Á ársaðalfundinum skulu fundarevnini vera:
Uppskot til lógarbroytingar skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 15. februar og skulu verða umrødd í fundarinnkallingini til aðalfundin. Onnur uppskot skulu verða nevndini i hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin. Um serligar orsøkir tala fyri tí, kunnu uppskot verða tikin til viðgerðar á aðalfundinum, um fundurin góðtekur hetta við fundarbyrjan. Allir virknir limir, ið koma á aðalfund, hava atkvøðurætt. Á aðalfundi verða øll mál avgjørd við vanligum meiriluta, undantikið eru lógarbroytingar, har 2/3 meiriluti krevst, og avtøka av felagnum, sbr. 11. grein. Stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi. Frágreiðing frá aðalfundinum skal saman við ársfrágreiðing verða send øllum virknum limum í seinasta lagi 3 vikur eftir aðalfundin. § 7. Felagið verður stjórnað av nevnd, ið hevur 5 limir valdar á aðalfundinum, soleiðis at 2 og 3 nevndarlimir fara frá annaðhvørt ár. Harafturat verða 2 tiltakslimir valdir á aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálva við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara. Tiltaksliminir kunnu koma á allar nevndarfundir, tó uttan atkvøðurætt. Nevndin hevur fund so ofta tørvur er á, vanliga í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Alt arbeiði fyri felagið er ólønt. Tó kann nevndin seta fólk at taka sær av dagliga rakstri felagsins. Nevndin ásetir arbeiðsuppgávurnar og lønina hjá starvsfólkinum. § 8. Limir felagsins rinda limagjald, sum verður ásett av aðalfundinum. Fakfeløg og onnur feløg kunnu rinda stuðulsgjald, sum verður ásett av aðalfundinum. § 9. Útreiðslur felagsins verða goldnar av limagjaldinum, studningi og gávum. Loyvt er eisini at útvega pening við innsavningum. Tó má felagið ongantíð taka ímóti studningi ella gávum frá nakrari stjórn. Nevndin situr fyri øllum innkomnum peningi til frama fyri virki felagsins. § 10. Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desembur. Roknskapurin skal vera vandaliga uppgjørdur og greidliga sýna allar inntøkur og útreiðslur eins og ognir felagsins. Roknskapurin, sum skal verða grannskoðaður, skal verða lagdur fram á aðalfundinum til góðkenningar. § 11. Felagið kann ikki verða avtikið uttan sambært samtykt av Altjóða Starvsnevnd Amnesty International ella av aðalfundi felagsins. Tílíkur aðalfundur skal verða fráboðaður við brævi til allar limirnar og einans hava uppskot um avtøku felagsins á skránni. Samtykt um avtøku av felagnum skal verða gjørd við 2/3 meiriluta av greiddum atkvøðum. Avgerð um avtøku av felagnum verður beinanvegin fráboðað høvuðsskrivstovu Amnesty International. § 12. Verður felagið avtikið, verða allar ognir felagsins, sum eftir eru tá øll skuld er goldin, latnar Amnesty International at nýta eftir avgerð Altjóða Starvsnevndarinnar. Ískoyti: Endamálið hjá Amnesty International, sum lýst í viðtøkum felagsins: Sjón og missión Sjónin hjá Amnesty International er ein heimur, har hvør menniskja hevur øll mannarættindini, sum eru staðfest í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi og onnur altjóða viðurkend mannarættindi. Till tess at røkka hesi sjón, er missiónin hjá Amnesty International at gera kanningar og tiltøk at fyribyrgja og steðga álvarsligum brotum á rættin til kropsligt og sálarligt sjálvræði (integritet), samvitskufrælsi, framsøgufrælsi og frælsi frá mismuni, innan karmarnar av arbeiðinum at stríðast fyri øllum mannarættindum. Kjarnuvirði Soleiðis samtykt á aðalfundi tann 27 apríl 1988 við broytingum á aðalfundi 3. mars 1994 og 18. apríl 2002. |
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |





