| > Viðtøkur > Leiðsla > Søgubrot > Amnesty 40 ár í 2001 > Peter Benenson |
AMNESTY 40 ÁR Í 2001 Frá ”A London-based Human Rights Group” til heimsfelagsskap Ein heilsan frá einum Amnesty-veterani - kvøldseta á Læraraskúlanum 28.5. 2001 At røtt orð á rætta stað og í røttum tíma kunnu gera undurverk, er Amnesty International eitt gott dømi um. Orðini skrivaði og setti tann tá 40 ára gamli Peter Benenson í kenda enska blaðið ”The Observer”. Grein hansara við yvirskriftini ”The forgotten prisoner”, vakti slíkan ans, at ein felagsskapur spratt úr henni, ein felagsskapur, sum so við og við hevur breitt seg út um meginpartin av verðini, og í ár kann hátíðarhalda sín 40 ára stovningardag.
Øll byrjan er trupul, plaga tey at siga. Fyrstu árini hevði Amnesty t.d. tann trupulleika, at fólk settu spurnartekin við seinna orðið í navninum ”International”. Nú er tað sjálvandi so, at orðið kann lesast upp á meira enn ein máta. Vit hava internationalar felagsskapir við limaskapi í nógvum londum, men eisini internationalar felagsskapir, ið út frá einari miðstøð arbeiða í nógvum londum. Amnesty er og hevur verið bæði, men soleingi sum einans nøkur fá lond í Vestureruropa vóru umboðað, var ilt at fáa fólk at skilja tað internationala í felagsskapinum. Av og á var okkurt at frætta um Amnesty í fjølmiðlum. Í BBC var orðingin í mong ár ”A London-based Human Rights Group”. Tað var tó frægari enn ein rættiliga vanlig uppfatan millum manna av felagsskapinum: vestanfyri sagdur at vera kommunistiskur, eystanfyri anti-kommunistiskur. Tað vísir bert, at vit eru á rættari leið, var viðmerkingin hjá Amnesty. Í dag er eingin ivi um, hvat Amnesty stendur fyri – við m.a. síni Nobel-heiðursløn (1977) og síni eygleiðarastøðu í ST (ein felagsskapur, mær er sagt, ST hevur sera stórt álit á).
Hvørjir vóru so teir gloymdu fangarnir, ið Amnesty setti sær sum fyrsta mál at arbeiða fyri? Jú, tað vóru tílíkir, sum ofta í langar tíðir og uttan rættargongd og dóm sótu í fongsli einans fyri at hava og geva til kennar áskoðanir, ið ikki hóvaðu teim ráðandi. Samvitskufangar skýrdi Amnesty teir. Ein treyt fyri at verða viðurkendur sum samvitskufangi var tó – og er – at viðkomandi ikki hevur framt ella elvt til harðskap. Ein onnur treyt var, at álítandi upplýsingar vóru tøkir frá meira enn einari keldu. Har Amnesty fekk deildir, vórðu stovnaðir sonevndir trý-bólkar, ið hvør fekk ábyrgd av at arbeiða fyri leysgeving av trimum fangum, ein úr vesturheiminum, ein úr kommunistaheiminum og ein úr einum ”uttanveltaðum” landi, hetta sjálvandi til at tryggja politiska javnvág í arbeiðinum.
Sum árini hava liðið, og Amnesty hevur átikið sær fleiri aðrar uppgávur, er hesin arbeiðsháttur, um ikki sleptur, so bert ein av mongum. Nú er vorðið óneyðugt at halda fast um gamla politiska tríbýtið, og tí ber væl til at lata einum arbeiðsbólki ein samvitskufanga aftrat øðrum uppgávum.
Politiskir fangar hava ongantíð trotið. Í sekstiárunum, tá ið eg byrjaði í Amnesty, segðist talið at vera ein miljón ella so. Hvat hjálp er í at taka einstakar fangar fram? var ein spurningur, ið eg fekk frá fleiri. Svarið var rættiliga einfalt: Ein lítil hjálp er altíð betri enn eingin hjálp. Gjøgnum Amnesty-fangarnar gera vit vart við støðuna, sum eitt ótal av øðrum fangum eisini eru í. Teir gerast eitt slag av umboð fyri hesar fangar. – Tað at taka sær av einum Amnesty-fanga kemur øðrum til góðar, hava vit eftirsíðani mong dømi um.
At skriva brøv og kort, eitt fyri og annað eftir, kanska í fleiri ár uttan at fáa svar, er lítið hugfarsligt, men tað hoyrdi til. Tað kundi hent, tey hóast alt høvdu ávirkan. Eini ráð vóru at krevja postkvittan fyri móttøku. Tey opnu postkortini kundu øll tey forvitnu lesa. Eitt fjarrit vakti ivaleyst eisini ans, ikki um at tala eini telefonboð til ein fanga. Mangir vóru mátarnir í mínari tíð. At fáa samband við fangan, familju hansara, enntá okkurt svar frá myndugleikum, tað var lukkan. Og tað er hent mær í fleiri førum tey árini, eg var virkin limur í Amnesty. Nógvir av veteranunum í felagsskapinum veit eg sakna tað persónliga, sum lá í arbeiðinum fyri einstaklingum. Sum longu nevnt hevur Amnesty so við og við víðkað um sítt virkisøki. Umframt samvitstufangar tók Amnesty skjótt upp í sítt mandat píning, deyðarevsing og rættvísa rættargongd fyri allar fangar. Frá ársfundum, eg havi luttikið í, minnist eg serliga málið um tey horvnu. Summar stjórnir høvdu tikið tað fyri at lata fólk hvørva í staðin fyri at seta tey í fongsul. Tað var breið undirtøka at fáa tey við í mandatið. Øðrvísi var við teimum homoseksuellu. Trætast var í mong Harrans ár, um tey skuldu viðurkennast sum samvitskufangar.
Og so var tað ta ferðina í Rimini, at eitt uppskot til resolutión kom um staðfesting av, at ein ”national section” var ein deild í einum sjálvstøðugum landi. Har máttu vit, sum sjálvstøðug deild frá 1965, tala at. Hjá okkum var óhugsandi, at vit t.d. vóru limir í ella partur av donsku deildini. Tað var júst sjálvstøðugu limaskapur okkara, sum gjørdi, at vit fingu so stóra undirtøku frá fólki, at vit á hvørjum fundi kundu reypa av, at Føroyar høvdu flest Amnesty-limir í verðini - í mun til fólkatalið sjálvandi. Tíverri havi eg ikki handskrivaðu røðuna, eg helt, men at eg bardist fyri okkara søk, veit eg av argandi og eisini spoytskum viðmerkingum aftaná. Har upplivdi eg eisini í fullan mun, hvussu nógv lobbyarbeiði hevur at siga. Ógreitt var, hvat fór at henda. Ein ávísur stuðul var kortini, fyrst og fremst frá umboðum úr Hongkong og Puerto Rico. Út á náttina komu japanarar við tí einfaldu loysnini at strika orðið ”national” framman fyri ”section”, og tað gjørdist endaliga úrslitið. Eg má tó nevna eitt, sum ein Amnesty-stýrislimur úr Noregi helt fyri við meg: Tað er ikki bara at vera sjálvstøðug deild. Eins og aðrar deildir mugu tit eisini vera til reiðar at átaka tykkum ábyrgdarstørv í Amnesty. – So langt eru vit tó ongantíð komin.
Nógv er hent hesi 40 árini, Amnesty hevur verið til. Nógv góð fólk hava staðið á odda fyri felagsskapinum, og væl hava tey duga at ført hann fram til tann virda heimsfelagsskap, hann er í dag. Onkur kinkur hevur verið á vegnum. Her hugsi eg um ta ferðina, táið tað gekk sum rótasúpan, at Amnesty fekk stuðul frá CIA, og at tað var sjálvur stovnarin, ið bar hesi tíðindi. Eg var formaður tá og ringdi alt fyri eitt til London, har tey vissaðu meg um, at hetta var einki uttan uppspuni. Men tað gav bakkast eina nokkso langa tíð, eisini her hjá okkum. Nú er alt hetta farið aftur um bak, og eg hoyri, at miðstaðarhúsini í London skulu kallast upp eftir Peter Benenson. Hvat verið hevur og ikki, so hevur hann tað sanniliga uppiborið.
Ein, sum hevur uppiborið tøkk frá okkara deild, er Roland Thomsen í Nuuk, har hann eins og í Føroyum tók stig til stovnseting av Amnesty-deild. Vit, sum ikki eru heilt ung longur, minnast við gleði á tey frálíku tiltøkini fyri Amnesty, ið hann stóð fyri í sjeytiárunum.
Fyri meg sjálva vil eg sum limur síðani 1965, virkin í bólki í 25 ár ella meira, nevndarlimir í nógv ár, harav formaður í fleiri, bert siga, at hetta arbeiðið hevur givið mær ið hvussu er líka nógv, sum eg havi lagt í tað. Eg gleðist um tann vøkstur, ið hevur verið og er, og ynski felagsskapinum – og serliga okkara deild – góða eydnu við framhaldinum.
Maud Heinesen |
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |





