>  Viðtøkur

>
  Leiðsla

>
  Søgubrot

>
  Amnesty 40 ár í 2001

>
  Peter Benenson
 
LEIÐSLA

International  Council
, IC, er altjóða nevndin, sum er ovasti myndugleiki í Amnesty International. Nevndin kemur saman á aðalfundinum, ICM, sum er annaðhvørt ár. Nevndin hevur er sett saman av limunum í IEC (sí niðanfyri) og umboðum fyri deildirnar. Føroyar eiga tvey umboð í IC. 

International Excecutive Committee er altjóða starvsnevndin. Altjóða Starvsnevndin (IEC) skal verða sett saman av kassameistaranum, einum starvsfólki í IS og sjey vanligum limum, sum skulu verða limir í Amnesty International, eini deild ella einum tilknýttum bólki. Sambært grein 7 í viðtøkunum er høvuðsleikluturin hjá IEC at leiða og tæna Amnesty International. Uppgávurnar hjá IEC eru:
a. at taka altjóða avgerðir vegna Amnesty International
b. at tryggja sunnan fíggjarpolitikk fyri Amnesty International, og at hesin áhaldandi verður settur í verk í øllum felagsskapinum
c. at tryggja, at ISP verður settur í verk
d. at gera neyðugar tillagingar í ISP og í øðrum avgerðum hjá IC
e. at tryggja, at samsvar er við viðtøkurnar
f. at tryggja at menniskjaligi førleikin verður mentur
g. í frágreiðing til IC at ábyrgja deildir, skipanir og stjórnargøgnini hjá Amnesty International fyri virksemi teirra
h. at útinna hinar uppgávurnar teimum eru álagdar í viðtøkum felagsins

Dagliga arbeiðið hjá Amnesty International verður útint av Altjóða Skrivstovuni, International Secretariat (IS), við aðalskrivaranum á odda undir leiðslu av IEC. IS hevur skrivstovu í London og haðani verður alt arbeiðið í Amnesty samskipað. Tað er IS, sum syrgir fyri at kanna øll mál, áðrenn heitt verður á limirnar um at skriva brøv.

Aðalskrivarin, sum tók við í august 2000 eitur Irene Khan úr Bangladesh. Hon er løgfrøðingur og hevur áður starvast hjá ST.

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

 

AnniJanni