>  Viðtøkur

>
  Leiðsla

>
  Søgubrot

>
  Amnesty 40 ár í 2001

>
  Peter Benenson
 
VIÐTØKUR

Viðtøkur fyri Amnesty International samtyktar av 25. altjóða aðalfundinum - International Council Meeting - , sum var í Dakar, Senegal, 17. til 25. august 2001.

Sjón og missión
1. Sjónin hjá Amnesty International er ein heimur, har hvør menniskja hevur øll mannarættindini, sum eru staðfest í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi og onnur altjóða viðurkend mannarættindi.

Till tess at røkka hesi sjón, er missiónin hjá Amnesty International at gera kanningar og tiltøk at fyribyrgja og steðga álvarsligum brotum á rættin til kropsligt og sálarligt sjálvræði (integritet), samvitskufrælsi, framsøgufrælsi og frælsi frá mismuni, innan karmarnar av arbeiðinum at stríðast fyri øllum mannarættindum.

Kjarnuvirði
2. Amnesty International er ein alheims felagsskapur av mannarættinda verjum, hvørs aðalmál eru: altjóða samhaldsfesti, munadygg tiltøk fyri einstaka offrið, at arbeiðsøkið umfatar allar partar av heiminum, at mannarættindini eru eins og óskiftilig, uttanveltað støða og óhefti, fólkaræði og sínamillum virðing.

Arbeiðshættir
3. Amnesty International vendir sær til stjórnir, millumtjóða felagsskapir, vápnaðar politiskar bólkar, virki og aðrar ikki- stjórnarligar leikarar. Amnesty International roynir nágreiniliga, skjótt og  áhaldandi at avdúka mannarættindabrot. Felagsskapurin granskar skipað og óheft prógvini í einstøkum málum og mynstur í mannarættindabrotum. Úrslitini verða almannakunngjørd, og limir, stuðlar og starvsfólk eggja alment trýst á stjórnir og onnur til tess at steðga brotunum.

Umframt at arbeiða við ítøkiligum mannarættindabrotum, heitir Amnesty International á allar stjórnir um at hava eftirlit við, at rættartrygdin er í lagi, og at staðfesta og seta í gildi mannarættindareglur. Felagsskapurin arbeiðir við eini røð av undirvísingartiltøkum um mannarættindi, og eggjar millumtjóða felagsskapum, einstaklingum og øllum pørtum av samfelagnum at stuðla og virða mannarættindini.

Strategisk heildarætlan (Integrated Strategic Plan)
4. Fyri Amnesty International er altíð ein strategisk heildarætlan (ISP), sum fevnir um eitt 6 ára skeið.

Fyriskipan
5. Amnesty International er ein felagsskapur, ið er grundaður á heimsumfatandi, sjálvboðnan limaskap, skipaður við deildum við bólkum og einstakum limum.

6. Evstu ábyrgd av útinningini av avbeiðinum hjá Amnesty International hevur Altjóða Ráðið, International Council (IC). Fremstu uppgávurnar hjá altjóða ráðnum eru:
a. at hava serlig atlit at strategi
b. at orða sjón, missión og kjarnuvirðini hjá Amnesty International
c. at avgera strategiska heildarætlan (ISP) fyri Amnesty International, í hesum sambandi eisini fíggjarligar ætlanir
d. at gera skipanir og gøgn fyri stjórn og umboðan í felagsskapinum, at velja limir í stjórnargøgnini og ábyrgja stjórnargøgnini og limir teirra
e. at eftirmeta arbeiðið hjá felagsskapinum í mun til samtyktu strategiirnar og ætlanirnar
f. at ábyrgja deildir, skipanir og aðrar partar av felagsskapinum

7. Ein Altjóða Starvsnevnd, International Executive Committee (IEC) er. Høvuðsleikluturin hjá IEC er at leiða og tæna Amnesty International. Uppgávurnar hjá IEC eru:
a. at taka altjóða avgerðir vegna Amnesty International
b. at tryggja sunnan fíggjarpolitikk fyri Amnesty International, og at hesin áhaldandi verður settur í verk í øllum felagsskapinum
c. at tryggja, at ISP verður settur í verk
d. at gera neyðugar tillagingar í ISP og í øðrum avgerðum hjá IC
e. at tryggja, at samsvar er við viðtøkurnar
f. at tryggja at menniskjaligi førleikin verður mentur
g. í frágreiðing til IC at ábyrgja deildir, skipanir og stjórnargøgnini hjá Amnesty International fyri virksemi teirra
h. at útinna hinar uppgávurnar teimum eru álagdar í viðtøkum felagsins

8. Dagliga arbeiðið hjá Amnesty International verður útint av Altjóða Skrivstovuni, International Secretariat (IS), við aðalskrivaranum á odda undir leiðslu av IEC

9. Altjóða Skrivstovan skal verða í London ella øðrum tílíkum staði, sum IEC avger, og sum í minsta lagi helvtin av deildunum staðfestir.

10. Altjóða stjórnargøgnini hjá Amnesty International hava ábyrgd av arbeiðinum hjá felagsskapinum við mannarættindabrotum í einum landi ella øki, íroknað innsavning og meting av upplýsingum og av sendinevndum, og ikki deildin, bólkar ella limir í landinum ella økinum, sum málið snýr seg um.

Deildir
11. Ein deild í Amnesty International kann verða stovnað í hvørjum landi, stati, øki ella landsparti við samtykki frá IEC. Fyri at verða góðkend sum deild, skal deildin:
a. frammanundan góðkenningini hava víst evni at skipa og stýra vanligum Amnesty International tiltøkum
b. hava ikki færri enn tveir bólkar og 20 limir
c. senda IEC viðtøkur sínar til góðkenningar
d. gjalda tað limagjald, sum verður ásett av IC
e. verða skrásett sum slík hjá IS eftir avgerð hjá IEC
Deildir mugu ikki arbeiða við málum, sum ikki falla innanfyri staðfestu sjónina og missiónina hjá Amnesty International. IS skal hava yvirlit yvir allar deildir. Deildir skulu virka í samsvari við kjarnuvirðini og arbeiðshættirnar hjá Amnesty International, eins og eina og hvørja ISP, arbeiðsreglur og rætningslinjur, sum IC hevur avgjørt.

12 Bólkar við í minsta lagi 5 limum kunnu, við at rinda eitt árligt gjald, sum IC ásetir, verða knýttir at Amnesty International ella eini deild í felagsskapinum. Ósemjur um, hvørt ein bólkur skal sleppa at verða, ella halda fram við at verða, tilknýttur, skulu verða loystar av IEC. Ein tilknýttur adoptións bólkur skal góðtaka at adoptera slíkar fangar, sum IS kann tilluta teimum við ávísum millumbilum, og kann ikki adoptera nakran annan, so leingi sum bólkurin er knýttur at Amnesty International. Ongin bólkur skal verða tillutaður ein samvitskufanga úr egnum landi. Hvør deild skal gera eitt yvirlit yvir tilknýttar Amnesty International bólkar, sum skal vera tøkt hjá IS. Bólkar í londum, statum, økjum ella landspørtum, har ongin deild er, skulu verða skrásettir beinleiðis hjá IS. Bólkar skulu virka í samsvari við kjarnuvirðini og arbeiðshættirnar hjá Amnesty International eins og við ISP, arbeiðsreglur og rætningslinjur, sum IC hevur avgjørt.

Sjálvstøðugur limaskapur
13. Einstaklingar, sum búgva í londum, statum, økjum ella landspørtum, har ongin deild er, kunnu við at rinda eitt árligt limagjald til IC, sum IEC ásetir, verða limir í Amnesty International  við samtykki frá IEC. Í londum, har ein deild er, kunnu einstaklingar gerast altjóða limir í Amnesty International eftir samtykki frá deildini og IEC. IS skal hava eitt yvirlit yvir slíkar limir.

Altjóða Ráðið (International Council)
14. Altjóða Ráðið (IC) skal verða sett saman av limunum í IEC og av umboðum úr deildunum, og skal hittast í minsta lagi annaðhvørt ár á degi, sum IEC ásetir. Bara umboð fyri deildirnar skulu hava atkvøðurætt í IC.

15. Allar deildir skulu hava rætt til at tilnevna eitt umboð til IC og kunnu harafturat tilnevna umboð sambært fylgjandi reglum: 10 - 49 bólkar: 1 umboð 59 - 99 bólkar: 2 umboð 100 - 199 bólkar: 3 umboð 200 - 399 bólkar: 4 umboð 400 ella fleiri bólkar: 5 umboð Deildir, sum hava stakar limir heldur enn bólkar, kunnu í staðin útnevna umboð eftir fylgjandi reglum: 500 - 2.499 limir: 1 umboð 2.500 ella fleiri limir: 2 umboð Tað eru bert deildir, sum hava goldið alt limagjaldið ásett av IC fyri undanfarnu tvey fíggjarárini, ið kunnu atkvøða í IC. Hetta krav kann verða slept heilt ella partvíst av IC. Ein deild hevur bert atkvøðurætt í IC, um hon hevur latið IS kravda fíggjarfrágreiðing innan tríggjar mánaðir frá eini endaliga ásettari freist, tvær tær seinastu ferðinar, ein slík hevur verið kravd. Hetta krav kann verða slept heilt ella partvíst av IC.

16. Eitt umboð úr hvørjum bólki, sum ikki er partur av eini deild, kann verða við til fundir hjá IC sum eygleiðari og hevur talurætt, men ikki atkvøðurætt.

17. Ein deild, sum ikki fær møtt í IC, kann geva øðrum fulltrú at atkvøða vegna deildina. Og ein deild, umboðað av færri umboðum enn henni er heimilað undir grein 15 í hesum viðtøkum, kann loyva sínum egnu umboði/um at atkvøða við teimum atkvøðum, sum deildin hevur rætt til sambært grein 15.

18. Fráboðan um ætlað tal av umboðum í IC og møgulig fulltrú skal verða latin IS í seinasta lagi 1 mánaða undan IC fundinum. Hetta krav kann verða slept av IEC.

19. Viðtøkuføri krevur umboð ella fulltrúar frá minst einum fjórðingi av deildunum, sum hava rætt at verða umboðaðar.

20. Formaðurin í IC og eitt varaumboð skulu verða vald av undanfarna IC. Formaðurin ella í hansara fráveru varaformaðurin skal leiða IC. Um formaðurin og varaformaðurin ikki eru til staðar, skal formaðurin fyri IEC ella tílíkur persónur, sum IEC tilnevnir, innleiða ráðsfundin, sum velur ein formann. Eftir hetta skal valdi formaðurin ella persónur, sum formaðurin tilnevnir, leiða IC.

21. Um ikki annað er ásett í viðtøkunum, skal IC taka avgerðir við vanligum meiriluta av greiddu atkvøðunum. Um tað stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum í IC avgerandi.

22. IS skal samankalla IC við fráboðan til allar deildir og tilknyttum bólkum í seinasta lagi 90 dagar frammanundan.

23 Formaðurin í IEC skal, eftir áheitan frá IEC ella minst einum triðingi av deildunum, kalla inn til eykafundar í IC við skrivligari fráboðan til allar deildir við minst 21 daga freist.

24. IC skal velja ein kassameistara, sum skal verða limur í IEC.

25. Fundarskráin til IC skal verða fyrireikað av IS undir leiðslu av formanninum í IEC.

Altjóða starvsnevndin (International Executive Committee)
26. a. Altjóða Starvsnevndin (IEC) skal verða sett saman av kassameistaranum, einum starvsfólki í IS og sjey vanligum limum, sum skulu verða limir í Amnesty International, eini deild ella einum tilknýttum bólki. Vanligu limirnir og kassameistarin skulu verða valdir av IC. Bert ein limur úr hvørjari deild ella tilknýttum bólki ella limur í Amnesty International, sum ókravdur býr í einum landi, stati, øki ella landsparti, kann verða valdur sum vanligur limur í IEC. Og tá ein limur hevur fingið nóg nógvar atkvøður til at verða valdur, fella møguligar atkvøður til aðrar limir í somu deild, tilknýttum bólki ella landi burtur.

b. Stavsfólkini í IS, lønt og ólønt, skulu hava rætt at velja eitt umboð úr starvsliðnum, sum hevur minst tvey ára starvsaldur, sum lim við atkvøðurætti í IEC. Slíkur limur verður valdur fyri 1 ár í senn og kann verða afturvaldur. Valreglurnar skulu verða góðkendar av IEC eftir uppskoti frá starvsfólkunum.

27. IEC skal hittast í minsta lagi tvær ferðir um árið á staði, sum IEC sjálvt ger av.

28. Nevndarlimir, undantikið limurin valdur millum starvsfólkini sambært grein 26 b, verða valdir fyri tvey ár í senn og skulu hava møguleika at verða afturvald í mesta lagi trý fylgjandi valskeið.

29. Starvsnevndin kannn taka í mesta lagi tvey varaumboð í nevndina, og hesi skulu verða í nevndini til eftir komandi IC fund, tey skulu kunna verða tikin varaumboð aftur eina ferð. Varaumboð hava ikki atkvøðurætt.

30. Um ein nevndarsessur er tómur, undantikið hjá liminum valdur millum starvsfólkini sambært grein 26 b, kann nevndin økja um við einum limi til næsta IC fund, sum síðani velur so nógvar limir, sum neyðugt, fyri fráfarandi limir og tómar sessir. Um ein nevndarsessur er tómur vegna limin valdan millum starvsfólkini sambært grein 26 b, hava starvsfólkini rætt at velja ein nýggjan lim fyri restina av valskeiðnum.

31. Um einum nevndarlimi berst frá at koma á fund, kann hann tilnevna varaumboð.

32. IEC skal á hvørjum ári velja ein av nevndarlimunum til formann.

33. Formaðurin kann, og skal eftir áheitan frá meira enn helminginum av nevndarlimunum, kalla inn til fundar í IEC.

34. Viðtøkuføri krevur í minsta lagi fimm nevndarlimir ella varaumboð.

35. IS skal, undir leiðslu av formanninum, fyrireika fundarskráir fyri IEC.

36. IEC kann gera reglur fyri útinning av arbeiðinum hjá Amnesty International og fundarskipan fyri IC, og kann taka slík stig, sum hon finnur hóskandi fyri at stovna og reka eina skipan við virknum nevndum, íroknað fastar nevndir, fyribils skipanir ella onnur forum til tess at stuðla undir uppgávurnar hjá IEC.

Altjóða Skrivstovan (International Secretariat)
37. IEC kann tilnevna ein aðalskrivara, sum,undir leiðslu av starvsnevndini, skal hava ábyrgd av at útinna arbeiðið hjá Amnesty International, og av at seta avgerðirnar hjá IC í verk.

38. Aðalskrivarin kann í neyvum samstarvi við IEC tilnevna leiðandi starvsfólk og kann seta øll onnur starvsfólk, sum eru neyðug, til tess at røkja uppgávurnar hjá Amnesty International til lítar.

39. Um aðalskrivarin er burturstaddur ella sjúkur, ella um ongin aðalskrivari er, skal formaðurin í IEC, eftir samráð við nevndarlimirnar, tilnevna ein virkandi aðalskrivara til næsta fund í IEC.

40. Aðalskrivarin, virkandi aðalskrivarin og teir limir í IS, sum formaðurin í IEC metir verða neyðugt, skulu møta á fundi í IC og IEC. Hesir hava tá talurætt, men ikki atkvøðurætt. Uppsøgn av limaskapi

41. Limaskapur í ella tilknýti til Amnesty International kann til eina og hvørja tíð uppsigast skrivliga.

42. IEC kann áleggja revsitiltøk (sum kunnu verða ávaring, íblanding, fyribils útilokan ella varandi útkoyring ella niðurlegging) á eina og hvørja deild, tilknýttan bólk (grein 12), aðra skipan ella lim (grein 13), um IEC metir, at deildin, tilknýtti bólkurin, skipanin ella limurin ikki heldur seg til andan í sjónini, missiónini, kjarnuvirðunum ella arbeiðshættirnar ásett í greinunum 1, 2 og 3, ella ikki skipar fyri og hevur vanlig Amnesty International tiltøk, ella ikki gevur greinunum í hesum viðtøkum gætur, og sum er ein beinleiðis hóttan móti umdøminum, sjálvræðinum ella arbeiðinum hjá Amnesty International.

Ongi av hesum revsitiltøkum skulu verða áløgd, fyrr enn deildin, tilknýtti bólkurin, skipanin ella limurin skrivliga er kunnaður um orsøkina til revsitiltøkini. Tá ætlan er um at niðurleggja eina deild, verða allar aðrar deildir eisini kunnaðar á sama hátt, áðrenn avgerðin verður sett í verk.Í sambandi við niðurlegging ella varandi útkoyring, skal deildin, tilknýtti bólkurin, skipanin ella limurin fáa møguleiki at leggja sína søk fyri IEC innan seks mánaðir, áðrenn niðurleggingin ella útkoyringin verða framd.

Tá IEC hevur tikið avgerð um at seta revsitiltøk í verk ímóti eini deild, einum tilknýtti bólki, eini skipan ella einum limi, kann avvarandi kæra til Limakærunevndina. Henda nevndin skal verða sett saman av fimm limum og tveimum varalimum, sum skulu verða vald av IC á sama hátt, og undir somu treytum, sum fyri IEC í grein 26 a. Meðan fyribils útilokan er virkin, ella tá niðurlegging ella varandi útkoyring er samtykt, kann deildin, tilknýtti bólkurin, skipanin ella limurin ikki longur umboða ella nýta navnið hjá Amnesty International.

Roknskapur
43. Ein grannskoðari, tilnevndur av IC, skal árliga grannskoða roknskapin hjá Amnesty International, sum skal verða fyrireikaður av IS og lagdur fyri IEC og IC.

44. Eingin partur av inntøku ella ogn hjá Amnesty International skal beinleiðis ella óbeinleiðis verða goldin ella fluttur nøkrum limi sum vinningsbýti, gáva, útluting, eykaágóði ella á annan hugsandi hátt sum vinningur, uttan eftir neyva og nøktandi umhugsan.

Viðtøkubroytingar
45. ICM kann broyta viðtøkurnar við einum meiriluta á minst tveir triðingar av greiddum atkvøðum. IEC ella ein deild kunnu skjóta upp broytingar. Uppskot til broytingar skulu verða latin IS í seinasta lagi 9 mánaðar undan fundi í IC, og minst 5 deildir skulu skrivliga stuðla framløguni fyri IC. IS skal senda øll uppskot til broytingar til allar deildir og til limirnar í IEC.

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

 


AnniJanni