| > Viðtøkur > Leiðsla > Peter Benenson |
UM AMNESTY INTERNATIONAL "Who is Amnesty International?... Everyone who has ever written a letter asking for the release of a prisoner of conscience ... Everyone who has ever stood in a vigil mourning the death of a political prisoner... Everyone who has ever handed out leaflets, stuffed envelopes ...done accounts.... Every name on every petition counts". (Brot úr røðuni, tá Amnesty Interntational fekk handað Nobel friðarheiðurslønina í 1977) Sjónin hjá AI er ein heimur, har hvør menniskja hevur øll mannarættindini, sum eru staðfest í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi og øðrum altjóða viðurkendum samtyktum um mannarættindi. Amnesty International og endamál tess Peter Benenson heitti á lesararnar um at luttaka í einum átaki "Appeal for Amnesty 1961". Endamáli var at leggja trýst á stjórnir, ið framdu brot á mannarættindi. Undirtøkan gjørdist so góð, at hetta var byrjanin til altjóða felagsskapin Amnesty International.
Irene Khan úr Bangladesh var aðalskrivari felagsins til desember 2009. - Salil Shetty er nýggjur aðalskrivari, hann tekur formliga við starvinum í juni 2010.
Á altjóða heimasíðuni hjá Amnesty finst nógv tilfar um mannarættindastøðuna kring heimin. Til ber at leita eftir tíðindum um lond, evni, tíðarskeið o.s.f. Eisini ber til at finna frágreiðingar og annað tilfar. Á skrivstovuni hava vit nakað av prentaðum frágreiðingum og bókum, sum til ber at læna ella keypa. |
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |





