>  Til læraran

>  Heimsyvirlýsingin

>  Barnarættindi

>  Verkevni

>  Grein um mannarættindi
 
GREIN UM MANNARÆTTINDI

Gudagivin, náttúrugivin ella mannskapað?
Vit hava vant okkum við, at samfelagið verður stýrt eftir lógum og reglum, sum landsins kosnu menn seta í gildi, og at hesar fyriskipanir eru stuðulin undir flestu rættindum okkara. Mannarættindini harafturímóti eru truplari at seta í verk og halda. Tey eru viðtikin í altjóða sáttmálum.

Hvaðan eru mannarættindini? Og hvussu og hví eru hesar hugsjónir vorðnar týðandi fyrimyndir og stavnhald hjá so mongum menniskjum?

Latum okkum lesa í søguni:

Longu fyri meira enn 2500 árum síðan spratt so líðandi í griksku býarsamfeløgunum krav um, at allir frælsir menn ( konufólk, útlendingar, og trælir sluppu ikki upp í part at taka avgerðir í samfelagnum) skuldu ráða yvir ella hava ávirkan á og medavgerðarrætt í sínum samfelag. Tað er úr hesum býarsamfelagnum, at fólkaræðiliga siðvenjan í vesturheiminum er runnin (demokrati - fólkaræði).

Í miðøld hevði kirkjan mikið vald í samfelagnum. Kongur hevði fingið sítt veldi frá Gudi, og tey rættindi, fólkið hevði, hevði Gud eisini givið. Og tað var eftir kirkjunnar læru, at skilt var ímillum rangt og rætt.

Í 1215 var í Onglandi undirritað eitt frælsisbræv kallað Magna Carta, sum hevur verið grundarlagið undir mongum lógum, sum eru galdandi í Onglandi. Í hesum skjali stendur, at rættindi, sum bara hava verið galdandi fyri kong, nú eisini skuldu vera galdandi fyri aðalin. Lítillátað framgongd eftir teimum viðurskiftum, sum nú galda á okkara leiðum, men skjalið eyðkennir stríðið ímóti kúgan og sjálvum støðinum undir mannarættindinum. Longu tá á døgum, varð hugsað um, hvussu tú kundi veita fólki rættvísa rættargongd, tað sæst m. a. í hesum setningi:"No freeman shall be...imprisoned or (dispossessed)...except by lawful judgment of his peers or by the law of the land."

Mynd
Eleanor Roosevelt var fyrsti ovastin í mannarættindaráði Sameindu Tjóða. Hon segði Mannarættindayvirlýsingina vera "mannaættarinnar Magna Carta".
Mynd:ST

Í 16. og 17. øld viknaði kirkjunnar vald og ávirkan hennara á mannahugsanina. Heimspekingar hildu, at markið ímillum rætt og rangt var ein náttúrulóg, sum var alheimslig og galt øll.

Hesi bæði grundsjónarmiðini (gudagivin ella náttúrugivin rættindi) høvdu ikki við sær rættvísi, hvørki í ríkjum og ávísum samfelagsbólkum ella fyri einstaklingin. Tað, vit rópa miðalstættina í vesturheiminum, hevði um hetta mundið fingið so týðandi støðu í samfelagnum, at tíðin var komin til ógvisligar samfelagsbyltingar. Flest øll vita vit um herrópini frá fronsku kollveltingini í 1789: Liberté, egalité, fraternité (frælsi, javnaður, brøðralag). Kortini var enn talan um rættindi, sum bara viku at heilt avmarkaðum samfelagsbólkum. Sama endurtók seg eisini í amerikonsku frælsisyvirlýsingini í 1776, sum bygdi á somu hugsjónir. Danska grundlógin frá 1849, sum eisini er galdandi í Føroyum, varð eisini ávirkað av hesum báðum skjølum og teirri menning, sum hevði verið í hesum londum.

Um somu tíð mennist ídnaðurin, og tað, sum vanliga verður kallað ídnaðarkollveltingin, gerst veruleiki. Higartil hevði kjakast verið um politisku rættindi einstaklingsins. Men ídnaðarkollveltingin hevði við sær almenna neyð og fíggjarligt órættvísi, sum ikki hevði havt sín líka í heimssøguni. Bardagin at bøta um fólksins (arbeiðarastættarinnar) almennu og fíggjarligu kor setti dám á menningina frá fyrst í undanfarnu øld og heilt at miðjuni í okkara øld. Nýggj kollvelting - tann russiska í 1917 - boðaði frá bylting, har fjøldin í samfelagnum kravdi at vera við til at mynda tað samfelag, tey skuldu liva í. Alla hesa øldina hevur tað sett sín dám á samfelagsmenningina: stríðið fyri vælferðarsamfelagnum, og politiska, fíggjarliga og almenna tryggleikanum hjá øllum borgarum í samfelagnum.

Við tí, sum nevnt er, í huga er eyðsæð, at rættindi fólksins og kor eru úrslit av drúgvum og tungvunnum stríði. Hetta er ikki eyðvunnið ella kemur av sær sjálvum, men vit mega berjast fyri tí.

Hugsa vit um okkara egnu øld, er hon merkt av tveimum heimskríggjum. Í hesum báðum orrustum var mannfallið so stórt sum aldri áður. Ímillum kríggini bæði var álvarslig fíggjarkreppa, hart stríð fyri almennum rættindum og týska jødajagstranin, tá var, bar boð um, at tryggleiki og grundleggjandi rættindi  vóru ikki sjálvsøgd. Seinni heimsbardagi endaði við, at kjarnorkubumban var nýtt. Hesi kríggini vóru tey fyrstu, har ið fólkið var nógv meinari rámt enn fyrr og gjørdist tann stóri taparin. Kríggj og vápnað ósemja høvdu nú fingið heimsumfatnadi avleiðingar, og heimssamfelagið viðurkendi, at okkurt mátti gerast.

Í teirri vón at forða fyri, at ósemjur aftur skuldu fáa so ógvisligar avleiðingar sum annar heimsbardagi, var felagsskapurin Sameindu Tjóðir (ST) stovnaður 24. oktober 1945. Endamálið var friður. Ein treyt fyri hesum máli er, at grundleggjandi mannarættindini verða vird. Hesi rættindi  vóru staðfest í Heimsyvirlýsingini um mannarættindi frá 1948. Yvirlýsingin er ikki bindandi løgfrøðiliga, enntá ikki í teimum londum, sum hava undirskrivað hana. Eftir tað er skoytt upp í hana, og tær viðtøkurnar  eru nú bindandi fyri tey lond, sum hava skrivað undir. Í 1966 komu tvær av hesum viðtøkum í gildi.

1. Sáttmálin um borgarlig og politisk rættindi.

2. Sáttmálin um fíggjarlig, almenn og mentanarlig rættindi.

Vanliga verður arbeitt við tí tvíbýti av mannarættindum, sum nevnd eru omanfyri í hesum báðum viðtøkunum. Aðrar viðtøkur eru eisini, sum viðgera ymsar tættir um mannarættindi, men tær verður ikki nortið við her.

Mynd
Jødajagstran nazistanna og týningarlegur teirra vóru millum ræðuligastu illgerðir, sum vóru gjørdar í øðrum heimsbardaga. Eftir kríggið kom altjóða krav um at verja mannarættindini.

Søguliga gondin, sum vit hava víst á, kann verða skift sundur í hesar høvuðspartar. Hugsjónir verða kveiktar, snøggaðar og viðtiknar í lógum og sáttmálum, og tær verða settar í verk. Tað er seinasti partur, vit nú fáast við - so enn er málið ikki rokkið. Enn eru hugsjónirnar ikki veruleiki.

Hugsjón     è     Lóggáva     è     Lóg framd í verki

Men hvat verður gjørt nú á døgum at fremja hesar hugsjónir í verki? Tey lond, sum hava skrivað undir m.a. viðtøkurnar frá 1966 (galdandi frá 1976), kunnu dragast til svars fyri at bróta tær. ST hevur sítt egna ráð, sum bara fæst við mannarættindabrot.

Evroparáðið hevur eisini gjørt sítt á hesum øki. "Evropeiska mannarættindaráðið", ið er stovnað og "Evropeiski mannarættindadómstólurin" er grundfestur á "Evropeisku mannarættindayvirlýsingina", sum varð sett í gildið í 1953.

Mong lond og ríkissamgongur hava stovnað egið mannarættindaráð, sum skal síggja til, at myndugleikarnir virða mannarættindini. Og tí kunnu bæði sjálvstøðug lond, tjóðir og einstaklingar klaga um brotin mannarættindi. Mangir felagsskapir, sum eru knýttir at ST, umframt Bjargið Barninum, Reyði Krossur, Amnesty International, Heimsráð Kirkjunnar o.m.a gera eisini sítt at verja mannarættindini.

Einstaklingar, ríkisstjórnir og heimssamfelagið hava mikla ábyrgd at síggja til, at aðalhugsjónir gjøgnum øldir gerast veruleiki.

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur