>  Til læraran

>  Heimsyvirlýsingin

>  Barnarættindi

>  Verkevni

>  Grein um mannarættindi
VERKEVNI

Heimsyvirlýsingin um mannarættindi - við verkevnum

1. grein: Javnrættindi
Øll menniskju eru fødd fræls og jøvn til virðingar og mannarættindi. Tey hava skil og samvitsku og eiga at fara hvørt um annað í bróðuranda.

A. Hvussu heldur tú orðini "jøvn til virðingar" skulu skiljast?
Á. Jøvn til virðingar merkir ikki tað sama sum javnrættur. Hvat merkja hesi hugtøk veruliga?
B. Hevda verður, at ein ofta má gera missmun fyri at vinna einstaklingum og samfelagsbólkum, rættvís kor og viðurskifti. Roynið og finnið so mong dømi sum gjørligt, har tað er neyðugt, at gera mismun fyri at vinna rættvísi.
D. Greinið hugtøkini "frælsur" og "frælsi" við atliti at hesi grein.

2. grein: Rættvís viðferð
Øll hava krav um rættindi og frælsi, sum eru nevnd í hesi yvirlýsing, uttan mun til ættarslag (rasu), húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannføring, tjóðskaparligan ella samfelagsligan uppruna, ognarviðurskifti, føðing ella aðra støðu.
Somuleiðis skal eingin mismunnur vera orsakað av politiskari, rættarligari ella millumtjóða støðu hjá tí landi, sum ein persónur hoyrir til, sama um landið er sjálvstøðugt, undir tilsjónarvaldi, ella fullveldi tess á annan hátt er skert.

Skiftið orð um okkara hugburð um minnilutar. Finnið dømi um tað í bløðum, útvarpi, sjónvarpi. Hvussu fer hetta fram í tykkara egna gerandisdegi.

3. grein: Rættur til lív
Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd.

A. Hvat merkir, at tú hevur "rætt til persónliga trygd"?
Á. Vísið á dømi, har rætturin til lív ikki verður virdur.
B. Skiftið orð um deyðarevsing við atliti at hesi grein.

4. grein: Trælahald
Eingin skal liva í trældómi ella trælkan; trældómur og trælahandil av øllum slag skulu verða bannað.

A. Trælahald er avtikið við lóg í øllum londum. Kortini verða keypt og seld børn ólógliga til ættleiðing, skøkjulevnað og arbeiði. 50 milliónir børn undir fermingaraldur (14 ár) verða brúkt sum bílig arbeiðsmegi nú á døgum. Hvussu kunnu vit forða fyri, at børn verða missnýtt soleiðis?
Á. Í mongum evropeiskum londum búgva og arbeiða fólkasløg úr fjarskotnum londum, kor teirra eru mangan lík trælakorum. Vitið, um tit kunnu vísa á, at tílíkt er.

5. grein: Píning
Eingin skal verða píndur ella harðliga, ómenniskjaliga ella vanæruliga viðfarin ella revsaður.

A. Fólk flest eru einmælt samd um, at tey halda píning vera andstyggiliga. Men hvat er píning?
Á. Vitið, um tit kunnu skriva nøkur sjónarmið upp, har ið grundgivið verður fyri og ímóti píning. Setið tey upp hvørt ímóti øðrum. Hvørji úrslit koma tit til?
B. Eru dømi um, at píning kann góðtakast? Hvussu mikið kunnu tit góðtaka? Eru tit samd?
D. Hevur nakar tykkara verið fyri harðskapi ella sálarligum ágangi? Hvussu bóru tit tykkum at ? Gerið síðan viðmerkingar í sambandi við tað, sum hesin 5. flokkur hevur fest á blað.

Um hví summi verða happað!
Tí at
- eg eri úr øðrum landi
- eg tali bygdarmál
- eg eri tjúk/-ur
- eg dugi ikki væl í skúlanum
- eg eri vánaligur bóltspælari
- eg eri ikki fullfør/-ur
- eg brúki gamla skúlatasku
- eg dugi lítið í fimleiki
- eg tori ikki tað, hini tora
- eg dugi ikki at svimja.
- eg fái meg ikki at happa
- eg eri ikki sum hini
- eg eiti sjáldsamt navn
- eg eri bangin
- eg eri lítil á vøkstri
- eg eigi gomul foreldur
- eg havi unnustafólk
- eg stami
- eg eri frøknut/ur
- eg brúki brillur
- eg eri barnsligur
- eg gangi í bøttum
- eg havi aðra trúgv
- eg búgvi í gomlum húsum
- eg eri fátækur
- eg gangi í kirkju
- eg eti annan mat
- eg gangi ikki í mótaklæðum
- eg dugi ikki á at skyna klokku
- eg royki ikki
- eg eri kálvakníggjaður
- eg eri ikki sum hini
- eg eri øðrvísi enn hini 

Gøtubørn verða meiðslað
Í Latínamerika liva børn í milliónatali á gøtuni. Tey lívbjarga sær við at stjala, keypa og selja, busta skógvar, selja bløð o.sfr. Hesi børn vera hildin at verða stórbýarinnara skammblettir.
Ofta "sniffa" tey lím og onnur upploysandi evni. Landsins stjórnir halda, at tey eru við til at økja um lógarbrotini í landinum. Tí skulu tey beinast burtur.
Naháman Caramona var 13 ár og úr Guatemala. Eitt kvøldi stóð hann á gøtuni og "sniffaði" lím saman við vinmonnum sínum. Fýra sivilklæddir løgreglumenn komu framvið og fóru at gera seg inn á dreingirnar. Teir royndu at verja seg, men tá ið løgreglumenninir fóru at klína lím í høvdið á dreingjunum, runnu teir sín veg - allir uttan Naháman. Tá ið vinmenninir stutt eftir komu aftur, lá hann á vegnum -  teir hildu hann vera deyðan.
Men lív var í honum. Í 10 dagar lá hann og stríddist, so doyði hann. Hann var allur stokkin sundur innvortis, sum løgreglumenninnir høvdu sparkað og sligið hann.

6. grein: Somu lógarrættindi
Øll hava rætt til, hvar tey eru stødd, at verða viðurkend sum persónar fyri lógini.

A. Øll hava rætt til at fáa sakarmál sítt fyri dómstól. Hvat kann møguliga verða til bága fyri, at tað ikki verður játtað fólki? 

7. grein: Jøvn fyri lógini
Øll eru jøvn fyri lógini og hava rætt til somu rættarvernd uttan mismun. Øll hava sama rætt at verða vard fyri mismuni, sum er brot móti hesi samtykt, og at verða vard fyri allari áeggjan til at skapa tílíkan mismun.

A. Hvat verður meint við, tá ið sagt verður, at "Øll eru líka fyri lógini"?
Á. Eru øll líka fyri lógini í Føroyum? Grundgevið svørini við dømum.  

8. grein: Øll eiga at fáa rættarhjálp
Um onkur fær viðferð, sum er tvørtur ímøti teimum grundrættindum, sum honum eru tryggjað sambært grundlóg og øðrum landslógum, skal hann hava rætt til at fáa fullar sømdir afturfyri við dómstólar landsins.

A. Rættarskipan landsins eigur at veita okkum skjóta hjálp og verju. Eru hesi grundrættindi tryggjað í Føroyum ?
Á. Vita tit dømi um, at fólk í øðrum londum lítla ella onga hjálp og vernd kunnu vænta sær av landsins rættarskipan?
B. Hví veitir rættarskipanin í summum londum borgarunum ikki ta hjálp, teir eiga at fáa?

9. grein: Tilvildarlig handtøka
Eingin skal verða tilvildarliga handtikin, settur í varðhald ella gjørdur útlagin.

A. Eingin skal verða settur í varðhald uttan um lóg og dóm.
Á. At verða handtikin tilvildarliga og settur í fongsul og ikki dømdur er vanligur táttur í mongum londum. Vísið á dømi.
B. Vita tit um lond, sum gera fólk útlagin? Hví munnu fólk verða revsað soleiðis?

10. grein: Rættvís rættarviðgerð
Øll hava sannan javnrætt til rættvísa og almenna rættarviðgerð fyri óheftum og óvildigum dómstóli, sum skal taka avgerð um rættindi teirra og skyldur, og um øll revsimál, ið verða reist.

A. Óvildugt og óheft nevningating skal virka við dómstól. Hvat er nevningating, og  virkar tað sum ætlað? Kunnu veikleikar verða við hesi skipan?
Á. Fjølmiðlar umrøða ofta brotsmál og onnur lógarbrot. Hvørja ávirkan kann tað hava á sakarmálsins rættarviðgerð? Leitið eftir dømum, har fjølmiðlaumrøða hevur verið til bága ella fyrimunar fyri partarnar.

Sakarmálið ímóti Willie Jasper Darden
Willie Jasper Darden varð dømdur til deyða í Florida í 1974 og tikin av døgum í ravmagnsstóli 15. mars 1988. Tá ið Darden var dømdur kom nýtt próvtilfar fram. Mangt bendi á, at Darden var ósekur í tí brotsverki, hann var dømdur fyri. Tí heittu mong á guvernørin í Florida og bóðu hann náða Darden, eisini pávin. Men allar áheitanir vóru til fánýtis.
Darden var svartur og tann, hann var lagdur undir at hava dripið, var hvítur. Dómsviðgerðin varð løgd fyri nevningating, sum bara varð mannað við hvítum limum. Hetta var í einum øki í Florida, har svørt og hvít liva við ólík kor, bæði alment og fíggjarliga. Tá ið einkjan eftir tann dripna var biðin um at vísa á drápsmannin, var Darden tann einasti, sum var svartur millum teirra, sum vóru undir illgruna.

11. grein: Almenn rættargongd
1. Hvør, sum verður ákærdur fyri revsiverda gerð, eigur rætt til at verða mettur ósekur, inntil hann er dømdur sekur við almenna rættargongd, har sum hann hevur fingið fulla trygd fyri verju.
2. Eingin skal verða funnin sekur í revsimáli av nøkrum slag, uttan so at gerð ella ábyrgdarloysi, sum hann var ákærdur fyri, er at rokna sum brotsgerð sambært landslógum ella altjóða lógum, tá ið gerðin varð framd. Ei heldur skal strangari revsing verða ásett enn hon, ið var galdandi, tá ið tann revsiverda gerðin varð framd.

A. Rættargongd skal vera almenn. Hví er tað ein týdningarmikil grundregla?
Á. Vit hava rætt til at verða mett ósek, inntil tað øvuta er prógvað. Virkar hetta í roynd og veru?
B. Hevur nakar tykkara onkuntíð verið fyri, at verið dømdur "frammanundan"? Greiðið frá.
D. Vita tit um sakarmál, har ið ákærdi er dømur frammanundan?
Ð. Eru sakarmál, har ið dómsvigerðin  er fyri læstum durum? Hví? Finnið dømi.
E. 2. stykkið sigur, at eingin lóg má hava afturvirkandi kraft. Hvussuleiðis skal hetta skiljast? Halda tit hetta verða rætt? Hvussu var t.d. undir rættaruppgerðini eftir seinna heimsbardaga, í Noregi, Danmørk og í Núrnbergi?

12. grein: Einstaklingavernd
Eingin eigur at vera fyri tilvildarligari uppílegging í persónlig viðurskifti, heimalív ella brævaskifti, ei heldur fyri æruskemd ella útspilling. Øll eiga rætt til lógarvernd fyri slíkari uppílegging ella ágangi.

A. Í stuttum veitir henda grein okkum rætt til egna trygd. Einstaklingurin skal verjast fyri húsarannsóknum, at brøv vera latin upp av øðrum, telefonsamrøðum og ærumeiðing o.ø. Kann gerast neyðugt at  bróta henda sjálvsagda rætt? Grundgevið fyri hesum ella vísið á dømi, har hetta verður gjørt.
Á. Hugsið um dátaeftirlit í sambandi við hesa grein. Hvørjar reglur eiga at galda viðvíkjandi fólkayvirliti/eftirliti og persónstølum? Hvørji fólkayvirlit eru ráðilig at nýta, og hvørji eiga at verða strikað?

13. grein: Ferða- og búsetingarfrælsi
1. Øll hava rætt til frítt at fara og búsetast innan fyri landamark í hvørjum ríki sær.
2. Øll hava rætt til at fara av landinum, hvørjum sum er, eisini sínum egna og at fara heim aftur til sítt land.

A. Helst Suðurafrika hevði órímiliga strangar búsetingarlógir. Hvussu vóru hesar lógir? Vita tit onnur dømi um slíkar búsetingarlógir úr fortíðini ella nútíðini?
Á. Eru onnur lond, sum bróta viðtøkurnar í 2. stykki í hesi grein?

14. grein: Rætt til friðskjól
1. Øll hava rætt at søkja um og fáa friðskjól í øðrum londum fyri meinsøknum.
2. Slíkan rætt ber ikki til at skjóta seg undir, tá ið ákæran av røttum er fyri ópolitiskar brotsgerðir ella gerðir, sum eru ímóti endamálum og grundreglum Sameindu Tjóðanna.

A. Hvørjar altjóða viðtøkur eru galdandi fyri at søkja friðskjól í einum landi?
Á. Hvørjar lógir galda í Føroyum/Danmørk? Hvat halda tit um okkara lógir? Hvussu verða lógirnar framdar í verki?
B. Berið saman føroyskar/danskar lógir við altjóða viðtøkurnar um friðskjól.

15. grein: Tjóðskaparrættur
1. Øll hava tjóðskaparrætt.
2. Eingin skal tilvildarliga missa sín tjóðskap, og ongum skal verða sýtt fyri at skifta tjóðskap.

A. Hvat merkir tað ongan tjóðskaparrætt at eiga? Eru tjóðir, sum ongan tjóðskaparrætt eiga? Hví eiga tey hann ikki, ella hví er hann tikin av teimum?
Á. Hvat merkir tað at eiga ríkisborgararætt? Hvørji rættindi og hvørjar skyldur eru knýttar afturat honum? Hvønn kensluligan týdning hevur hann?

16. grein: Hjúnabandsrættindi
1. Menn og kvinnur, sum eru komin til lógaldur, skulu uttan mun til ættarslag (rasu), tjóðskap ella átrúnað hava rætt at giftast og setast í búgv. Tey hava krav um javnrættindi at giftast, í hjúnalagnum og til hjúnaskilnað.
2. Hjúnaband kann ikki verða bundið, uttan báðir partar samtykkja í tí av fríum vilja.
3. Húskið er tann natúrliga frumeindin í samfelagnum og hevur rætt til vernd av samfelag og landi.

A. Mentanar- og stjórnmálaviðurskifti hava tíðum við sær, at trupult er hjá fólki at giftast og seta búgv. Hvørjar reglur og hvørjir siðir eru galdandi eitt nú í India, Iran, Irak, og Japan?
Á. Galda avmarkingar í Norðurlondum, tá ið fólk ganga saman í hjúnalag/flyta saman at búgva/flyta inn í sambýli? Hvønn týdning hevur okkara hugburður í sambandi við, at fólk vilja liva saman soleiðis?
B. Hvat halda tit um hjúnaløg, sum verða avgreidd um brævaskifti millum evropeisk mannfólk og eysturlendsk konufólk.?
D. Greinin er merkt av at vera skrivað í fjørutiárunum. Hvussuleiðis?

17. grein: Ognarrættur
1. Øll hava rætt til at eiga ogn, annaðhvørt einsamøll ella í felag við onnur.
2. Eingin skal hissini vera fyri ognartøku.

A. 17. grein er í fyrsta viðbragdi eyðskild og sjálvsøgd. Men eigur ognarrætturin altíð at verða vardur? Nær halda tit, at ríkisvaldið kann ognartaka ogn hjá fólki?
Á. Ognarviðurskifti hava mangan verið høvuðsstríðið millum stjórnir, stættir, og jarðaránarar. Finnið dømi um tað.
B. Hvør eigur jørðina í Føroyum? Hvørjar avleiðingar hevur tað?
D. Í hesum brotum, sum eru úr røðum, sum norðuramerikanskir indiánar hava hildið fyri hvíta manninum, verða ognarviðurskifti umrødd alt øðrvísi. Hvussu? Hvat halda tit um tað?

"Úr "Touch the earth" A self-portrait of Indian existence
Our land is more valuable than your money. It will last forever. It will not even perish by the flames of fire. As long as the sun shines and the waters flow, this land will be here to give life to men and animals. We cannot sell the lives of men and animals; therefore we cannot sell this land. It was put here for us by the Great Spirit and we cannot sell it because it does not belong to us. You can count your money and burn it within the nod of a buffalo´s head, but only the Great Spirit can count the grains of sand and the blades of grass of these plains. As a present to you, we will give you anything we have that you can take with you; but the land, never.
- - -
The Being within, communing with past ages, tells me that once, nor until lately, there was no Whiteman on this continent, that it then all belonged to the Great Spirit that made them to keep it, to traverse it, to enjoy its productions, and to fill it with the same race, once a happy race; since made misrable by the White people, who are never contented but always encroaching.

18. grein: Trúarfrælsi
Øll hava rætt til hugsanar-, samvitsku- og trúarfrælsi. Hesin rættur fatar eisini um frælsi at skifta átrúnað ella trúgv, og frælsi til annaðhvørt einsamallur ella í felag við onnur og alment ella einskilt at inna trúgv sína í frálæru, tilbiðing, gudstænastu og halgihaldi.

A. Í hvørjum londum er ríkiskirkja ella ríkisátrúnaður? Gerið eitt yvirlit.
Á. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri alment virksemi, til dømis fyri skúlan?
B. Í Føroyum er fólkakirkja. Halda tit, hetta samsvarar við hesa grein? Grundgevið.

19. grein: Hugsanar- skrivi- og talifrælsi
Øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheft av landamarki. 

A. Hava allir Føroyingar sama rætt at koma fram at í fjølmiðlunum ( t. e. høvi til at siga sína hugsan)?
Á. Hvørjar avmarkingar halda tit eiga at verða settar ímóti hugsanar- og talifrælsinum?
B. Hvussu er í menningarlondum? Sleppa tey framat at siga vælferðarlondunum sína hugsan? Sleppa tey nóg væl framat í miðlunum?
D. Í mongum londum verða høvundar handtiknir og bøkur teirra bannaðar. Hvussu ber tað til? Hvat vita tit um Salman Rushdie og Taslima Nasrin? Roynið og fáið tilfar um tey.
Ð. Eru nakrar bøkur bannaðar í Føroyum? Hvørjar? Hví eru tær bannaðar? Skulu tær vera bannaðar?

VERIÐ VARIN
Í Noregi, Danmørk og Svøríki eru reglur, sum pressan skal rætta seg eftir. Tá ið hetta heftið varð útgivið, hevði pressan her á landi ongar reglur at rætta seg eftir. Skiftið orð um tær norsku reglurnar. Skrivið sjálv reglur, sum tit halda, at tann føroyska pressan eigur at rætta seg eftir.

1. Pressan og samfelagið
1.1. Talu- og skrivifrælsið eru eitt grundarlag undir fólkaræðinum, og tey eru ein mannarættur. Ein fræls, óheft pressa er eitt hitt týdningarmesta amboðið í einum fólkaræði.
1.2. Pressan hevur ein týðandi leiklut sum samfelagsstovnur, ið fremur upplýsing, orðaskifti og samfelagskritikk. Pressan hevur tí serliga ábyrgd av, at øll eiga at sleppa at siga sína hugsan undir ábyrgd.
1.3. Pressan skal verja talu- og skrivifrælsið. Pressan eigur ikki at víkja fyri nøkrum, ið ætlar at forða fyri fríum tíðindaflutningi, fríari atgongd til keldur og opnum orðaskifti um øll mál av samfelagsligum týdningi.
1.4. Pressan hevur rætt til at upplýsa um tað, sum hendir í samfelagnum, og lýsa atfinnigarverd viðurskifti.
1.5. Pressan eigur at verja einstaklingin um so er, at almennir myndugleikar og stovnar, privat feløg og onnur fremja ágang ímóti honum, ella hann er fyri misrøkt.

2. Integritetur og ábyrgd
2.1. Ábyrgdarstjórin hevur alla ábyrgd av tilfarinum í tí fjølmiðli, sum hann røkir. Hann skal síggja til, at tilfarið er sakligt, óheft og objektivt.
2.2. Redaksjónin og journalistarnir eiga at verja sín integritet fyri at kunna virka frítt og óheft í viðurskiftum við persónar ella bólkar, ið vilja ávirka tað redaksjonella tilfarið.
2.3. Journalistar eiga ikki at brúka sítt starv til egnan fyrimun.
2.4. Tað kann ikki verða álagt journalistum at skriva ella gera nakað, sum stríðir ímóti teirra sannføring.
2.5. Skiljið ímillum lýsingar og redaksjonelt tilfar. Vrakið lýsingar, ið  eru ætlaðar at eftirgera ella misbrúka redasjonelt tilfar, og sum eggja til, at álitið á tann redaktsjonella integritetin og virkisfrælsið í pressuni viknar.
2.6. Latið ongantíð nakað redaksjonelt tilfar bera boð um, at tað er skrivað aftur fyri lýsingar. Pressan eigur at kunna borga fyri, at alt tilfar verður kunngjørt eftir holla redaksjonella meting.
2.7. Journalistar eiga ikki at taka ímóti boðum um at kunngera tilfar frá øðrum enn tí redaksjonellu leiðsluni.

3. Viðurskifti við keldurnar
3.1. Verjið keldurnar hjá pressuni. Sigið ongantíð navnið á heimildarfólki uttan so, at tey sjálv vilja verða nevnd.
3.2. Ber fjølmiðilin gitingar og leysatíðindi, eigur altíð at verða gjørt vart við tað.
3.3. Havið fyrilit við fólki, ið ikki duga at meta um avleiðingarnar av tí, tey siga. Misbrúkið ikki kenslur, fákunnu ella tvørrandi metingarevni.

4. Útgávureglur
4.1. Verið vandin við keldum og ansið væl eftir at tær upplýsingar, tit fáa, eru rættar, og at tað, sum keldurnar siga fyri tykkum, er eftirfarandi.
4.2. Gerið viðskiftafólki tykkara greitt, hvat ið er verulig upplýsing, og hvat ið er viðmerking.
4.3. Virðið samleika, privatlív og lívsáskoðan hjá fólki. Gerið ikki mismun á rasum, fólkasløgum og tjóðskapi. Dragið ikki óviðkomandi persónlig frávik fram.
4.4. Verið vandin í allari frásøgn. Latið ikki yvirskriftirnar boða frá øðrum enn tí, sum stendur í tekstinum.
4.5. Ansið væl eftir øllum tí, sum kemur fram í rættinum, bæði í sivilmálum og revsimálum. Her krevst serligt fyrilit, tí at eingin er sekur, fyrr enn hann er dømdur.
4.6. Verið varin við at kunngera nøvn, myndir og ábendingar í rættar- og kriminaltilfari. Havið serligt fyrilit við ungum lógbrótarum og málum, ið verða kannað. Kunngerið ongantíð samleikatilfar uttan so, at tað verður kravt við lógarheimild fyri at greiða eitt mál.
4.7. Sjálvmorð og sjálvmorðsroynd eiga í høvuðsheitum ikki at verða umrødd.
4.8. Verjið børnini fyri umrøðu í málum, sum barnaverndin er uppií.
4.9. Brúkið ikki myndir, ið boða frá øðrum enn tí, sum verður umrøtt. Latið altíð samanhang vera millum mynd og tekst.
4.10. Biðið sum skjótast um umbering fyri mistøk og skeivar upplýsingar.
4.11. Gevið sum skjótast fólki og stovnum, ið eru fyri álopi, høvi at svara aftur. Leggið ongantíð uppí, men krevjið at aftursvarið er rímiligt.

5. Góður pressusiður
5.1. Pressan skal í sínum yrki og virki halda allar siðareglur.

Samtykt hevur NORSK PRESSEFORBUND (Á fyrsta sinni í 1936, endurskoðað í 1956, 1966 og 1975. Aftur endurskoðað 2. desember 1987. Endurskoðað í Føroyum í mars 1995.)

Nýt henda úrdrátt frá einum australskum undirvísingarhefti, um mannarættindi, sum grundarlag fyri kjaki:

THE RIGHT TO DISSENT
Voltaire (1694 -1778), one of France's greatest writers, who was himself imprisoned twice for criticising the French king, said, "I detest your views, but I am prepared to die for your right to express them."
Without dissent there is no room for social progress and human development.
Whatever freedoms we enjoy today have been earned for us by people who dared to dissent from the prevailing views of their rulers or even of their society as a whole.
Protection of the right of the individual to dissent provides for the possibility of change without violence.
Denial of this right makes change without violence impossible. 

SOME FAMOUS DISSENTERS:
Find out all you can about each of these people. What have they all got in common?

SOCRATES  - 399 BC, GREECE
JESUS CHRIST - 33 AD, JUDEA
VOLTAIRE - 1778, FRANCE
DOSTOYESKVY - 1881, RUSSIA
DIETRICH BONHOEFFER - 1945, GERMANY
MAHATMA GANDHI -1948, INDIA
MARTIN LUTHER KING -1968, USA
BERTRAND RUSSELL - 1970, ENGLAND
CHICO MENDES - 1988, BRAZIL
NELSON MANDELA, SOUTH AFRICA 

Freedom of opinion and expression implies the right to dissent. It implies the right of every person to express opinions:
a)  different from those of other persons or organizations.
b) critical of government and its administration.
And to express such opinions in public and in private so long as that person does not attempt to impose his or her opinions on others against their will by the use of physical force or psychological pressure.

20. grein: Rættur at ganga saman í felagsskap
1. Øll hava rætt til frítt og á friðarligan hátt at koma saman og taka seg saman í felagsskapir.
2. Eingin kann verða noyddur at vera limur í felag.

A.Finnið dømi um einstaklingar/felagsskapir og lond, sum hava stríðst siðiliga og áhaldandi fyri stórmálum. Hvørja mótstøðu hava tey oftast fingið?
Á. Kunnu tit vísa á við dømum úr søguni, har einstaklingar ella felagsskapir verða noydd at verða limur í felagsskapum?

21. grein: Fólkaræðilig rættindi
1. Øll hava rætt til at taka lut í stjórn lands síns, annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum frítt vald umboð.
2. Øll hava rætt til somu atgongd at embætum og almennum størvum i landi sínum.
3. Fólksins vilji skal vera støði undir stjørnarinnar valdi; hesin vilji skal verða borin fram við ávísum millumbilum og rættiligum valum við almennum og jøvnum valrætti, og skulu verða framd við loyniligari atkvøðing ella samsvarandi frælsum valháttum.

A. Henda grein váttar sjálvræðis- og sjálvavgerðarrættin. Eru lond nú á døgum, har fólkið ikki eigur henda rætt?
Á. Henda yvirlýsing kom í 1948. Hvussu var støðan tá? Teknið heimskort frá hesi tíðini. Litið tey lond, sum ikki høvdu sjálvræði og sjálvavgerðarrætt.
B. Heldur tú, at tú hevur ávirkan á stjórnarviðurskiftini í tínum landi, so at stýrt verður, sum tú heldur tað eigur at vera? Eigur tú lut í at leggja til rættis samfelagið, tú ert í?
D. Hava útlendingar búsitandi í Føroyum atkvøðurætt?
Ð. Hvør her á landi hevur ikki atkvøðurætt?
E. Flestu persónar í teknisøguni á næstu síðu siga gleðiliga atkvøðurættin frá sær. Hví? Hvat halda tit um grundgevingar teirra? 

22. grein: Fíggjarlig, felagslig og mentanarlig rættindi
Øll hava sum felagsborgarar rætt til felagsliga trygd og kunnu krevja, at tey búskaparligu, felagsligu og mentanarligu rættindi, sum eru neyðug fyri teirra virðing og fría menning av persónleikanum, verða framd við tiltøkum innanlands og í altjóða samstarvi og í samsvari við skipan og tilfeingi í hvørjum landi.

A. Hvussu skilja tit hugtøkini felagslig trygd og mentanarlig rættindi? Grungevið við dømum.
Á. Hví eru fíggjarligu, felagsligu og mentanarligu rættindini so umráðandi, at tey í 1966 verða viðtikin í serligum sáttmála (sum er bindandi)?
B. Berið saman við viðurskiftini nú á døgum, bæði í Føroyum og í altjóða samanhangi.
D. Lesið brotið úr Scientific American. Virðir USA krøvini í 22. grein? Hvørja ábyrgd halda tit myndugleikarnir í USA hava av hesum fólki. Vit siga mangan, at fólkið í USA hevur stórt "frælsi". Á hvønn hátt kunnu vit siga, at hesi fólk eru "fræls"? Samanberið spurning D í 1. grein.

Hunger in the U.S. Grein eftir J. Larry Brown í Scientific American, februar 1987
There is no universal definition of hunger, but a concept generally accepted in the medical community is that a hungry person is chronically short of the nutrients necessary for growth and good health. Asking how many Americans are hungry by that definition, one encounters an astounding statistic: 12 million children and eight million adults, or about 9 percent of the population. A few of those people might be going hungry because of ignorance or indifference, but for most of the group the reasons are an economy that leaves many families below the poverty level and a socialwelfare system that gives them insufficient help.
It is particularly ironic that extensive hunger was identified three decades ago and that the government's responses during the 1960's and 1970's virtually eliminated the problem. The foodstamp program was expanded to serve 20 million people. Programs were increased so that poor children would have the nutritional basis for doing well in school. A supplemental feeding program was set up to supply food and nutritional advice to poor pregant women and mothers, and food to their infants.
In 1981 the Reagan Administration began reducing and modifying those programs. By 1982 signs of hunger were widespread. Increasing numbers of people coming to churches and social-service agencies said they did not have enough food. Physicians in some parts of the country began to hear from an increasing number of patients that they were hungry and to observe patients who manifested illnesses associated with hunger - among them anemia, tuberculosis, poor growth in children and osteoporosis in adults.
Later that year came the first of a number of reports documenting the extent and the spread of hunger in the U.S. (...)
Each of the studies reached the conclusion that hunger had reappeared as a serious national problem. (...)
In 1985 the Physician Task Force calculated that hunger afflicts some 20 million Americans. Although more recent data are not available, later evidence suggests that the problem of hunger in America has grown worse.

23. grein: Arbeiðsrættindi
1. Øll eiga rætt til arbeiði, til frítt at velja starv, til rættvís og hóskandi arbeiðslíkindi og til vernd fyri arbeiðsloysi.
2. Øll hava uttan mismun rætt til somu løn fyri sama arbeði.
3. Ein og hvør, sum arbeiðir, hevur rætt til rættvísa og hóskandi samsýning, ið tryggjar teimum eina mannsømiliga tilveru, og harumframt um neyðugt aðra almenna vernd. Ein og hvør hevur rætt til at stovna og gerast limur í yrkisfelag til at verja síni áhugamál.

A. Lúka vit her á landi treytirnar í 1. stykki? Hvussu í heiminum annars?
Á. Verður goldin sama løn fyri sama arbeiði í Føroyum nú í tíðini? Hyggið at lóg og veruleika.
B. Hvat halda tit um fakfeløg?
D. Vita tit um lond, har ið fakfeløg eru bannað?
Ð. Vita tit dømi um, at fakfelagsviðtøkur verða ikki góðtiknar/virdar? 

24. grein: Frítíðarrættur
Øll hava rætt til hvíld og frítíð, har uppi í rímiliga avmarking av arbeiðstíðini og frítíð við løn við ávísum millumbilum.

A. Hvørjar lógir galda fyri arbeiðstíð og frítíð í Føroyum?
Á. Berið saman við so mong lond, sum til ber, arbeiðstíð og frídagar í einum ári. Setið upp hagtøl og latið landið, sum hevur flestar frídagar standa ovast og skipið síðan londini, hvørt eftir øðrum alt eftir, hvussu mangar frídagar tey hava.
B. Hetta kann tykjast sum sjálvsagdur rættur. Hví er hann tikin við?

25. grein: Mannsømilig kor
1. Ein og hvør hevur rætt til lívsumstøður, ið tryggja heilsu og vælveru, har uppi í mat, klæði, bústað og heilsurøkt og almennar tænastur og rætt til trygd við møguligum arbeiðsloysi, sjúku, óarbeiðsføri, missi av maka, aldri ella aðrari skerjing av vinnumøguleikum orsakað av umstøðum, sum hann/hon ikki hevur ræði á.
2. Møður og børn hava krav um serliga umsorgan og hjálp. Øll børn, annaðhvørt tey eru fødd í hjúnalagi ella uttan, njóta somu almannavernd.

A. Skiftið orð um vinnuloysið, íbúðaviðurskiftini og heilsuverkið í Føroyum. Lúka vit treytirnar?
Á. Berið saman heilsuverkið í Føroyum og í USA.
B. Hyggið at 2. stykki. Halda tit tað vera rætt, at móðir og barn skulu hava serliga umsorgan og hjálp? Grundgevið.
D. Hvussu kann fíggjarpolitikkur ídnaðarlanda umboða brot á mannarættindini móti menningarlondunum? (M.a. rávørubýti - tilfeingið rættvíst býtt.)

26. grein: Útbúgvingarættindi
1. Øll hava rætt til útbúgving. Útbúgvingin skal vera ókeypis, í hvussu er á byrjanar- og undirstøðustigi. Undirvísing á byrjanarstigi skal vera skyldubundin. Tøknilig og yrkislig útbúgving skal standa øllum í boði, og øll skulu eftir førimuni hava somu atgongd at hægri undirvísing.
2. Undirvisingin skal miða ímóti at fullmenna persónleika einstaklingsings og at stimbra virðingina fyri mannarættindum og frælsi. Hon skal fremja fatan, tolsemi og vinalag millum tjóðir, fólkasløg og trúarbólkar, og skal fremja virki Sameindu Tjóðanna fyri at varðveita friðin.
3. Foreldur hava fyrsta rætt at velja, hvat slag av undirvísing skal verða givin børnum teirra.

A. Lýkur føroyska skúlaverkið eftir tykkara hugsan og royndum krøvini í hesi gein? Er tað ikki so, hvat kunnu vit gera? 

27. grein: Listarlig, vísindalig og andlig rættindi
1. Øll hava rætt til frítt at taka lut í mentanarlívi í samfelagnum, at njóta list og eiga lut í framburði vísinda og ágóðum teirra.
2. Øll hava rætt til vernd av andaligum og evnisligum áhugamálum í sambandi við eitt og hvørt vísindaligt, bókmentaligt ella listarligt verk, sum avvarðandi hevur greitt úr hondum.

A. Vita tit dømi um, at rættindini í 1. stykki verða ikki vird?
Á. Gagnar øll vísindalig gransking mannaættini?
B. Skiftið orð um, at fløgur og sjónbond verða eftirgjørd ólógliga ( piratframleiðsla ) Hvør er orsøkin til, at slík endurgerð kann elva til handilskríggj millum Kina og USA? Hvat hevur ólóglig endurgerð við mannarættindi at gera? 

28. grein: Friður
Øll hava rætt til samfelags- og altjóða skipan, har tey rættindi og frælsi, ið nevnd eru í hesi yvirlýsing, kunnu verða framd út í æsir.

A. Her verður sagt, at "Øll hava rætt til samfelags- og altjóða skipan". Hvussu skal tað skiljast?
Á. Ein lýsing av hugtakinum friður er, "at ikki verður framdur, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis harðskapur". Hvat verður meint við? Kann "friður" verða orðaður øðrvísi?
B. Skrivið lista við "friðarligum londum". Havið í huga, at londini, hvørki mega fremja beinleiðis ella óbeinleiðis  harðskap. Hyggið í atlasið.
D. Hvussu kunnu tit vera uppií at skapa ein friðarligan heim?

29. grein: Um skyldur og ábyrgd
1. Øll hava skyldur fyri samfelagnum; í tí einans er full og fræls menning persónleikans gjørlig.
2. Samfelagsborgarar skulu viðvíkjandi rættindum og frælsi einans verða bundnir av avmarkanum, sum eru settar í lógum við tí í hyggju at tryggja viðurkenning av og virðing fyri frælsi og rættindum hjá øðrum og til tess at lúka rættvís krøv um siðalag, alment skil og vælferð almenningsins í fólkaræðissamfelag.
3. Hesi rættindi og frælsi mega í ongum føri verða int í mótstøðu við endamál og grundreglur Sameindu Tjóðanna.

A. Her verður dentur lagdur á skyldur okkara. Hvussu langt eiga skyldur okkara at røkka fyri grannanum, landi og heimssamfelagnum?
Á. Hvussu mikið fyrilit skulu vit hava við einstaklinginum, tá ið tað kann verða til ampa fyri felagsskap ella øvugt? Hugsið tykkum støður, har ið hetta kann elva til stríð. Hvussu kann sleppast undan tí?
B. Hvørja ábyrgd og hvørjar skyldur hava tit fyri heimi og skúla?

30. grein
Einki í hesi yvirlýsing eigur at verða tulkað tann veg, at nøkrum ríki, bólki ella einstaklingi verður loyvt at gera nakað, ið miðar ímóti at beina fyri nøkrum av teimum mannarættindum, sum her eru tald.

Eru felagsskapir, rørslur, lærur ella annað, sum ganga ímóti 30. grein?

Tá ið heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi fylti 40 ár í 1988, skipaði Amnesty International fyri rockkonsertferð, har spælt var í øllum heimspørtum. Endamálið við konsertferðini var at gera fólk varug við mannrættindayvirlýsingina. Millum tónleikararnar vóru Bruce Springsteen, Peter Gabriel, Sting, Youssou N´Dour og Tracy Chapman. Hon segði m. a:
"Eg haldi hesa ferð vera ógvuliga týdningarmikla, tí at hon ger fólk varug við heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Eg vóni, at tilvitska teirra um hesi viðurskifti raknar við, og at fólk fáa at vita um rættindi síni sum einstaklingur, og at tey fara at brúka hesi rætttindi, og at tey síðan fara at eggja og stuðla myndugleikunum at taka undir við hesum skjali. Mær er greitt, at vit eru ikki fræls, fyrr enn hvør einstaklingur sær er frælsur."

Ískoytisverkevni
A. Átti onkur grein at verið umskrivað? Er onkur teirra ikki viðkomandi í okkara tíð?
Á. Sakna tit okkurt, sum átti at verið við? Orðið møguliga rættindi, sum tit halda skuldu verið við.
B. Hvussu halda tit, at tit sum einstaklingur ella bólkur kunnu seta í verk tey ynski, sum tit hava?
D. Hvørja halda tit orsøkina vera, at eysturlond og vesturlond hava hvør sína áskoðan á mannarættindi? Annar parturin leggur dent á politisk og borgarlig rættindi, hin á fíggjarlig og almenn rættindi. Hvør partur leggur dent á hvat og hví?

Vit hava bæði rættindi - og skyldur

RÆTTUR OG SKYLDUR VIÐFØRA ALTÍÐ ÁBYRGD!

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 


AnniJanni