>  Til læraran

>  Heimsyvirlýsingin

>  Barnarættindi

>  Verkevni

>  Grein um mannarættindi
 
TIL LÆRARAN

Oftari og oftari verður røtt um í fjølmiðlum, at mannarættindi eru brotin. Mannarættindaviðurskifti eru vorðin týdningarmikið umrøðuevni í politiskum orðaskifti.

Lógarfest endamál skúlans er "at fyrireika næmingarnar til at taka avgerðir undir felags ábyrgd í einum fólkaræðiligum samfelag. Skúlin skal fremja andsfrælsi og tolsemi." Lærarar royna tí  altíð at fáa tilfar til frálæru sína, sum viðger og greiðir frá mannarættindaspurninginum.

Tað var við hesum í huga, at Amnesty International Føroya Deild í 1995 gav út evnishefti um mannarættindi, ætlað framhaldsdeild fólkaskúlans. Heftið, "Mannarættindi" er mest eftir "Ett Menneske - Flere Menneskerettigheter" sum Liv Alveberg og Bjørg Brauteset hava gjørt. Amnesty International Norska Deild hevur givið út. Magni Joensen hevur staðið fyri týðingin  úr norskum.

Endamálið við heftunum
Høvuðsendamálið við heftunum er:
- at veita so neyva upplýsing um evnið sum gjørligt
- at vísa á ítøkiliga undirvísing, sum ikki krevur ov drúgva  fyrireiking.
- at koma við verkevnum, sum kunnu kveikja hugburð um evnið.

Arbeiðshættir
Høvuðsinnihaldið í hesum hefti eru tær 30 greinirnar í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi. Heftið kann tí nýtast sum grundarlag undir allari undirvísing um mannarættindaspurningin. Vit skjóta upp at nýta heftið sum byrjanargrundarlag, men tað kann eisini nýtast sum sjálvstøðugt kjakevni á øðrum frálærustigum.

Vit hava lagt okkum nær at hava fjølbroytt verkevni í heftinum. Heftið hevur tí stórt úrval av verkevnum. Ikki er tó ætlanin, at øll verkevnini skulu nýtast. Lærarin eigur saman við næmingunum at leggja til rættis arbeiðslag og at velja verkevni.

Tilelving - fyrireiking
At seta sjøtul á skjóta vit upp fimm ymisk kjakevni:

1. Lat næmingarnar hugsa um hugtakið mannarættindi og bið teir skriva niður orð, sum siga frá evninum. Tíð: 5-10 minuttir. Orðini kunnu eftirsíðan vera lisin upp í flokkinum, so at tey skapa eina orðaketu. Einstøk hugtøk og orð, kunnu vera skrivað á talvuna, um onkur vil kjakast meira um tey. Frælsisábyrgd og frælsisavmarking eiga eisini at verða havd í huga.

Skiftið orð um hetta orðafellið. "Eins mans frælsi røkkur til frælsi næstans".

2. Hygg niðanfyri at tí, sum Martin Niemøller sigur. Næmingarnir arbeiða tveir og tveir ella í bólkum við hesum stuttu verkevnum í sambandi við útsøgnina:

Hvat halda tit Niemøller ætlar við hesum orðum? Seta tit hetta í samband við tilburðir ella upplivingar nú á døgum?

"Tá ið nazistarnir tóku kommunistarnar, segði eg einki, tí at eg var ikki kommunistur. Tá ið teir tóku jødarnar, segði eg einki, tí at eg var ikki jødi. So tóku teir fakfelagsovastarnar. Eg segði einki, tí at eg var ikki limur í nøkrum fakelag. At enda tóku teir meg - men tá tordi eingin, at klúgva í tvey longur." (Martin Niemøller - týskur prestur, 1892 - 1984)

3. Við høvuðsevninum í huga, kann lærarin leggja fram greinina "Mannarættindi - gudagivin, náttúrugivin ella mannskapað?" sum fyrilestur. Næmingarnir kunnu eisini fáa tekstin fyri til tíman. Ella lagt verður fyri við stuttum kjaki um innihaldið í greinini. Greinin kann eisini vera grundarlag undir, at farið verður í dýpdina við evnininum.

4. Eisini ber til at nýta tónleik, yrkingar, brot úr bókmentum, film ella sjónband ( sí evnis/tilfarslista aftast í heftinum)

5. Næmingarnir svara hvør sær, ella tveir og tveir spurningunum niðanfyri. (Nýtið ikki meira enn 5-10 minuttir!) Næmingarnir hava svørini hjá sær, og ætlanin við spurningunum er, at teir skulu fáa fram, hvat næmingarnir vita um hesar spurningar, teir eru ikki ætlaðir sum yvirhoyring ella eftirlit.

A. Hvussu lýsir tú hugtakið "mannarættindi"?
Á. Hvørji mannarættindi hevur tú/vit?
B. Veitst tú um brot á mannarættindi í a) Føroyum á) í øðrum londum?Um so er, hvørji brot?
D. Hvussu hevur tú frætt um, at mannarættindi eru brotin? Veitst tú um nakran, sum starvast við at greiða frá brotum á mannarættindi?

Høvuðsarbeiðið
Mesti parturin av heftinum er um tær 30 greinirnar. Við tað at evnið í sjálvum sær er mikið í vavið og er um mangt ymiskt, er neyðugt við ískoytistilfari til verkevnini.

Skúlabókasavnið eigur at vera nýtt, og lærarin kann sjálvur skoyta uppí annað tilfar (sí lista um annað tilfar, sum víkur at høvuðsevninum). Gloym ikki, at starvsfelagarnir óivað vita okkurt um evnið ella hava tilfar. Spyr teir!

Vit halda tað vera undirvísingini til fyrimunar, at arbeitt verður í bólkum við greinunum, og skjóta vit upp, at greinirnar verða skiftar ímillum næmingarnar soleiðis:
1 - 2, 3, 4, 5, 6-8, 9 -11, 12, 13 -15, 16, 17, 18 - 19, 20 - 21, 22 - 27, 28 - 30. Tilsamans vera 14 bólkar. 22. - 27. grein eiga at vera býttar ímillum tveir bólkar, og nakrir bólkar kunnu arbeiða við nøkrum greinum saman, t.d.16-17. Greina- og verkevnabýtið eigur at vera gjørt saman við næmingunum. Nakrar greinir og nøkur verkevni hava uppískoyti, sum verða ljóstikin til bólkarnar. 

Hugleiðingar - framhald
Mong kjakevni kunnu vera hornasteinar undir framhaldandi undirvísing um evnið.

1. Tú kanst lata næmingarnar hugsa/práta um evnið einaferð enn, og næmingarnir kunnu siga og skoyta fleiri setningar/orð upp í fyrsta uppkast sítt til evnið. Tað kann so vera grundarlag undir t.d. eini uppgávu í føroyskum. Næmingurin ger sjálvur av, hvat hann fer í holt við: t.d. yrking, stuttsøgu, ella kjakevni.

2. Næmingarnir kunnu kjakast um, hvønn týdning heimsyvirlýsingin um mannarættindi hevur í teirra gerandisdegi, t.d. í skúlaviðurskiftum teirra.

3. Næmingarnir skjóta upp, hvat teir kunnu gera, at innihaldið í yvirlýsingini verður hildið her á landi og í heimssamfelagnum.

4. Tekningarnar á síðu 2 kunnu vera kjakevni í flokkinum.

5. Næmingarnir leita eftir tilfari um evnið í bløðum og klippa út yvirskriftir/brot úr greinum - ikki ov gamalt. Tað kann vera brúkt til veggjablað.

6. Bólkarbeiðið við greinunum kann savnast saman, og næmingarnir skifta orð um tað, bera saman, viðgera og/ella teir kunnu gera veggjablað, ella teir gera sjálvir sína egnu mannarættindaherferð.

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

AnniJanni