Amnesty International heitir á hvørjum áramóti á fólk um at senda stuðuls-heilsanir til fangar og mannarættinda-stríðsfólk kring heimin. Heilsanirnar kunna birta nýggja vón og somuleiðis hava við sær, at fólk verða leyslatin.
Fólkini, hvørs søga verður søgd her, hava brúk fyri tínum stuðli. Vinarliga send teimum eina heilsu - eina áminning um, at tey ikki eru gloymd.
Tá kort verða send:
· Send einfaldar heilsur, so sum "Vit hugsa um teg" - gjarna á upprunamálinum. Nevn ikki politisku støðuna í landinum ella ákærurnar móti viðkomandi.
· Fólkini, hvørs søga verður søgd her, eru ymisk í átrúnaði. Send tískil kort uttan trúarligar ella jólaligar myndir.
· Nýt ikki Amnesty kort og nevn ikki Amnesty International.
· Merk brævbjálvan "Airmail" og set eitt 10 kr. frímerki á.
· Seinasta freist at senda kort er 31. januar 2007.
· Vinarliga send okkum eitt avrit, um tú fært nakað svar.
* * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * *
Vjetnam - Thich Huyen Quang
Munkurin Thich Huyen Quang, sum er ovasti leiðari í óalmennu Buddhistisku Kirkjuni í Vjetnam (UBCV), hevur seinastu 24 árini verið handtikin óteljandi ferðir fyri sítt friðarliga arbeiði til frama fyri mannarættindum, serliga rættinum til frælst at útinna sín átrúnað. Arbeiði hjá Thich Huyen Quang fyri størri átrúnaðarligt frælsi í Vjetnam, hevur havt við sær samanstoytir við myndug-leikarnar í landinum. UBCV hevur verið bannað síðani 1981 sum liður í almennu royndini hjá Vjetnam at avmarka átrúnaðarligar stovnar í landinum. Thich Huyen Quang er handtikin óteljandi ferðir síðani 1977 og hevur verið í húsavarð-haldi síðani 1982 uttan ákæru ella dóm.
Thich Huyen Quang, sum er 86 ára gamal, hevur trupulleikar við hjartanum og lungunum. Í september 2006 varð, aftaná langa sjúkralegu, givið loyvi til, at innleggja hann á Binh Dinh Sjúkrahúsið. Seinni varð hann fluttur á eitt privat sjúkrahús í Ho Chi Minh City við betri viðgerðarmøguleikum.
Amnesty International metir Thich Huyen Quang vera samvitskufanga, sum verður hildin aftur vegna átrúnað og politiskan hugburð.
Vinarliga sendið stuðulsheilsanir til:
Thich Huyen Quang
c/o Chua Giac Hoa
15/7 No Trang Long
Phuong 7, Quan Binh Thanh
TP Ho Chi Minh
VIETNAM
* * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * * *
Eritrea – Haile Naizgi prestur, Kiflu Gebremeskel og Tesfatsio Hagos.
Haile Naizgi, Kiflu Gebremeskel og Tesfatsio Hagos eru nakrir av teimum mongu kristnu evangelistunum, sum eru hildnir aftur á Eritrea seinastu árini vegna teirra átrúnað. Í 2002 góvu myndug-leikarnir í Eritrea boð um, at allir óskrásettir trúarbólkar skuldu gevast við sínum virksemi. Nógvir trúarbólkar óttaðust fyri, at ein skráseting fór at hava við sær, at limirnir vórðu útsettir fyri harðskap og forfylging av myndug-leikunum og valdu tí ikki at skráseta seg. Løgreglan byrjaði at handtaka limir úr óskrásettum trúarbólkum í 2003. Mett verður at umleið 2000 kvinnur, menn og børn, sum hoyra til bannaðu evangelisku kristnu kirkjurnar verða hildin aftur í fongslum kring landið.
Haile Naizgi, prestur og formaður í Mullu Wongel Kirkjuni og Kiflu Gebremeskel, formaður í Eritrean Evangelical Alliance, vórðu handtiknir í Asmara í mai 2004. Ein loynilig trygdarnevnd hevur dømt teir fýra ára fongsulsrevsing í Karchele fongslinum.
Tesfatsio Hagos, sum er prestur í Rema Kirkjuni, varð handtikin í 2004 og er somuleiðis dømdur fýra ára fongsuls-revsing, í Karchele fongslinum, av einari loyniligari trygdarnevnd. Amnesty International metir menninar vera samvitskufangar, fongslaðar fyri teirra átrúnað.
Vinarliga sendið stuðulsheilsanir til:
[navnið á fanganum]
Karchele prison
2nd Police Station, Zone 7 Northern East
Zoba Maakel
Asmara
ERITREA
Uzbekistan – Mutabar TanzhibaevaArbeiðið hjá Mutabar Tanzhibaeva, sum leiðari í mannarættindafelagsskapinum Fiery Hearts Cub, hevur við sær, at myndugleikarnir javnan gera henni ónáðir. Mutabar Tanzhibaeva var handtikin í oktober 2005 aftaná eina samrøðu við útvarpsstøðina Radio Liberty har hon gjørdi vart við hvussu myndugleikarnir forfylgdu og gjørdu seg inn á mannarættindastríðsfólk í Uzbekistan. Amnesty International metir at Tanzhibaeva var handtikin fyri at forða henni í at greiða frá um blóðbaðið í Andizhan í 2005, tá myndugleikarnir skutu eftir eini stórari skrúðgongu og drupu í hundraðtali av fólki og særdi fleiri við.
Mutabar Tadzhibaeva sat innibyrgd í einari holu undir rættarmálinum og familja hennara varð ikki loyvd at vera hjástødd undir rættarmálinum. Myndugleikarnir noktaðu henni atgongd til próvtilfar og hon fekk bert loyvi at tosa við sakføraran hjá sær meðan vápnaði trygdarfólk vóru til staðar. Mutabar Tanzhibaeva varð dømd átta ára fongsulsrevsing. Heilsustøða hennara er ikki góð.
Myndugleikarnir í Uzbekistan slógu hart niður á mannarættindastríðsfólk, politiskar aktivistar og frælsu miðlarnar aftaná blóðbaðið í Andizhan og handtóku í hundraðtali av fólki. Fleiri hava verið fyri píning og ringari viðferð. AI metir Mutabar Tanzhibaeva vera samvitskufanga og arbeiðir fyri at hon verður leyslatin alt fyri eitt.
Vinarliga sendið stuðulsheilsanir til:
Mutabar Tadzhibaeva
Tashkent 100005
Mirabadsky rayon
Ul Fargona yuli 222
Otryad 3, brigade 32
Mutabar Tadzhibaevoi
UZBEKISTAN
Mannarættindastríðsmaðurin Chen Guangcheng gjørdist í 2005 varugur við, at myndugleikarnir í Linyi í Shandong landslutinum, høvdu noytt í túsunda tali av kvinnum at fáa fosturtøku og at lata seg sterilisera, í eini ólógligari roynd at handhevja stranga kinesiska politikkin um barnaavmarking.
Chen Guangcheng hjálpti íbúgvunum í Linyi at føra rættarmál móti myndugleikunum og hetta hevði við sær, at hann varð handtikin og illa viðfarin. Chen Guangcheng, sum er blindur, varð í 2006 ákærdur fyri at hava “gjørt seg inn á almenna ogn og at hava savna fólk saman við tí endamáli at órógva ferðsluna”. Hann var dømdur í august 2006 aftaná eitt sakarmál, ið bert vardi í tveir tímar.
Sakførararnir hjá Chen Guangcheng høvdu sera truplar arbeiðsumstøður – líka frá innsavnan av próvtilfari til verjuna í rættinum. Viðhaldsfólk hjá Guangcheng skuldu halda seg 30.000 metrar frá rættarsalinum. Tríggir brøður vóru hjástaddir, men konan varð hildin aftur í húsavarðhaldi. Sjálvt sakførararnir vórðu noktaðir at vera hjástaddir. Rætturin dømdi Chen Guangcheng fýra ár og tríggjar mánaðir fongsulsrevsing.
Amnesty metir Chen Guangcheng vera samvitskufanga, fongslaðan fyri sítt mannarættindaarbeiði.
Vinarliga sendið stuðulsheilsan til:
Chen Guangcheng
c/o Amnesty International Casework Office
730 Peachtree Street
Suite 1060
Atlanta, GA 30308
USA
DAGFØRING 2005 / 2006
USA... Murat Kurnaz var leyslatin 24. august 2006, aftaná at hava sitið á Guantánamo-leguni í fýra ár og átta mánaðir uttan ákæru ella rættarmál. Sakførarin hjá Murat Kurnaz skrivaði til Amnesty aftaná at Kurnas var komin heim til familju sína í Týsklandi: “Endiliga er hann saman við familju síni aftur. Gleðin hjá foreldrunum at hava fingið sonin aftur kann ikki lýsast við orðum”.
Eritrea... Kristna songkvinnan Helen Berhane var leyslatin í oktober 2006, aftaná at hava verið afturhildin, uttan ákæru ella dóm, í tvey og eitt hálvt ár. Helen varð pínd og illa viðfarin, men hóast hetta noktaði hon at sleppa síni trúgv. Hon hevur fingið varandi mein av viðferðini og fer væntandi at sita í koyristóli restina av lívinum.



