Menniskjansligar fylgjur
Á hvørjum ári doyggja meira enn ein hálv millión menniskju orsakað av vápnum. Hetta svarar til eitt menniskja um minuttin.
Í løtuni eru 639 milliónir av hondvápnum í umferð í heiminum, og talið økist við átta milliónum á hvørjum ári.
Vantandi eftirlit við vápnahandli viðførir fátækaradømi, dráp og meiðslan. Lætta atgongdin til hondvápn er somuleiðis við til at leingja um kríggj.
16 ára gamla Camila Magalhães Lina úr Rio de Janeiro í Brasilia misti førleikan í báðum beinunum í 1998. Camila var á veg heim úr skúla, tá hon brádliga varð rakt av eini kúlu frá einum skotbardaga millum privat vaktarfólk og nakrar brotsmenn.
Søgan um Camilu er ikki nakað eindømi. Innan seinastu 60 sekundini eru væntandi tvey fólk afturat komin álvarsliga til skaða orskað av vápnum. Og tað eru ikki øll sum eru líka heppin sum Camila. Nógv doyggja av skotsárunum.
Í Brasilia eru 300.000 menniskju dripin orsakað av vápnaðum ágangi. Um hendan gongdin heldur fram, fara tað í 2020 at verða fleiri andlát í heiminum orsakað av hondvápnum enn av deyðiligum sjúkum sum malaria og eyðkvæmi.
Vápnahandil uttan eftirlit
Útbreiðslan av hondvápnum er sera stór. Samanborið við fólkatalið í heiminum er eitt vápn til hvørt tíggjunda menniskja.
Ímeðan altjóða samfelagið ger vart við tørvin á eftirliti við hópoyðingarvápnum, heldur lógliga sølan av vanligum vápnum fram. Fleiri og fleiri lond eru farin at framleiða vápn, men tey flestu vanta viljan at regulera nýtsluna av vápnunum.
Tað er føstu limalondini í Trygdarráðnum hjá ST - USA, Stóra Bretland, Frankaríki, Russland og Kina, sum eiga størsta partin av altjóða vápnahandlinum. Í tíðarskeiðinum 1998 til 2001 forvunnu USA, Stóra Bretland og Frankaríki meira pening uppá vápnasølu til menningarlond enn tey lótu í menningarhjálp.
Verandi altjóða ætlanir um vápnaeftirlit eru ikki nøktandi og verða sjálvdan handhevjaðar. Størstu veikleikarnir eru vantandi eftirlit við framleiðslu, sølu og skráseting av ognarviðurskiftum.
Vápn koma lætt í skeivar hendur.
Frágreiðingin hjá Amnesty International, Oxfam og IANSA
Í frágreiðingini hjá teimum trimum felagsskapunum verður millum annað staðfest at:
Eftirlitið hjá teimum ymisku londunum við vápnaflutningi er tilvildarligt og fult av loynikrókum.
Nemma atgongdin til vápn økir um vavi av vápnaðum harðskapi, elvir til stríð og leingir um kríggj.
Talið av sivilum, ið gerast offur, gerst alsamt størri orsakað av vápnum.
Vápnað sríð og brotsverk forða fyri at neyðhjálp kemur fram.
Yvirgangsálopini hin 11. september 2001 og eftirfylgjandi "kríggji móti yvirgangi" hava økt um útbreiðsluna av vápnum, heldur enn at styrkt politiska viljan at fáa tamarhald á vápnum.
Ein triðingur av heimsins londum nýta meira pening til hernaðarmál enn til heilsumál.
Tey fimm føstu limalondini í Trygdarráðnum hjá ST - USA, Stóra Bretland, Frankaríki, Russland og Kina standa tilsaman fyri 88 prosentum av vápnaútflutninginum. En partur av hesum útflutningi verður nýttur til at fremja grov brot á mannarættindini.
Les frágreiðingina hjá Amnesty International, Oxfam og IANSA her.


