Amnesty-virðisløn handast U2 í Chile
Sunnudagin fær heimskendi rokkbólkurin U2 handað "Ambassador of Conscience" virðislønina hjá Amnesty International. Tað er nývaldi forsetin í Chile, Michelle Bachelet, sum fer at handa bólkinum virðislønina í sambandi við konsertina hjá teimum á Tjóðvøllinum í Santiago de Chile.
Tónleikur er eitt týdningarmikið amboð og U2 hava veruliga nýtt hetta amboð at gera vart við mannarættindi og arbeiðið hjá Amnesty International. Limirnir úr U2 hava fingið virðislønina sum tøkk fyri teirra áhaldandi arbeiði, sum forsprákarar fyri Altjóða Mannarættindasáttmálan. Edge úr U2 hevur lýst Heimsyvirlýsingina sum "størsta skaldaverk nakrantíð".
Fyri nærum 33 árum síðani vóru tað aðrir tónar, ið ljóðaðu frá tjóðvøllinum og fongslunum kring Chile. Tá í tíðini varð tónleikurin nýttur at doyva skríggini frá torturofrunum.
Grovu mannarættindabrotini, sum fóru fram undir hernaðarstýrinum í Chile spøkja enn. Avvarnadi hjá torturofrunum hava nú bíða í trý áratíggju eftir at tey seku verða ábyrgdaði.
Les meira um "Ambassador of Conscience" virðislønina á www.artforamnesty/aoc

| U2 fingið "Ambassador of Conscience" virðislønina hjá Amnesty International Bono, Edge, Larry Mullen Jr. og Adam Clayton úr U2 fingu 10. desember 2005 "Ambassador of Conscience"virðislønina hjá Amnesty International. Limirnir úr U2 hava fingið virðislønina sum tøkk fyri teirra áhaldandi arbeiði, sum forsprákarir fyri Altjóða Mannarættindasáttmálan, ið teir hava sýnt fram á stórskýggja gjøgnum alla Vertigo konsertferðina. Edge úr U2 hevur lýst Heimsyvirlýsingina sum "størsta skaldaverk nakrantíð". "Ambassador of Conscience" virðislønini hjá Amnesty International verður latin einstaklingum, sum ganga á odda í stríðnum at verja og fremja mannarættindi. Endamálið við virðislønini er at vísa á arbeiði hjá Amnesty International gjøgnum útnevndu ‘sendifólkini’, sum gjøgnum teirra lív og arbeiði hava givið so nógvan uppbyggjandi íblástur. Les meira á www.artforamnesty.org/aoc/index.html |
![]() |