Tak lut!
Stuðlað stríðnum móti deyðarevsing og skriva undir áheitanina hjá WCADP, sum verður send til afrikonsku ríkisleiðarnar og ríkismyndugleikarnar.
WCADP heitir í brævinum á ríkisleiðarnar og ríkismyndugleikarnar í Afrika um at avtaka deyðarevsing og at ógilda verandi deyðadómar. WCADP krevur somuleiðis at:
- Deyðarevsing verður avtikin í nationalu lóggávuni
- At “Second Optional Protocol” í Altjóða Seminginum um Sivil og Politisk rættindi verður sett í gildi
- Afrikanska Samveldi og Sameindu Tjóðir stuðla ætlanini
Tak brævið niður her
Tak brævið niður og prenta tað út. Tær nýtist ikki at upplýsa telefon nummar ella teldupost adressu. Tú kanst velja bert at skriva navn, land og gjarna eisini bústað undir. Minst til undirskrift høgru megin. Um tú prentar báðar síðurnar út, er pláss fyri seks undirskriftum. Spyr gjarna vinir, familju og arbeiðsfelagaðar, um tey eisini vilja skriva undir.
Vinarliga send undirskriftinar til WCADP ella til Amnesty International Føroya Deild áðrenn 20. oktober 2005.
| World Coalition against Death Penalty ECPM 5 rue Primatice 75013 Paris France |
Amnesty International Føroya Deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Postrúm 1075 110 Tórshavn |
|
|
|




