Fýra ár ov leingi
Tað eru nú fýra ár síðani at fyrsti fangin varð fluttur til Guantánamo leguna á Kuba. Í hesum sambandi almannakunngerð Amnesty International eina røð av nýggjum vitnisfrágreiðingum um píning og ringa viðferð av fangunum í amerikonsku fangaleguni. Hetta eru brot úr tí, sum ein amerikanskur sakførari skrivaði eftir í januar 2005 at hava hitt kuveitar, sum vóru fangar í fangaleguni á Guantanamo. Harðskapurin í Abu Ghraib varð fordømdur um allan heimin. Hesar valdsgerðir hava tó tíverri hvørki verið tey einastu ella seinastu dømini um at amerikanskir myndugleikar hava viðvirkað til píning og ringa viðferð av fólki. Fráboðanir koma framvegis um valdsgerðir í Afghanistan, Irak og í fangaleguni á Guantanamo.
'...teir ringastu dagarnir, meðan eg var fongslaður, vóru merktir av sakni, eyðmýking, kúgan og sálarligari strongd...' '…Teir einastu eg slapp at tosa við, vóru teir tríggir fangavørðarnir, sum píndu meg…'Soleiðis ljóða tvær av frágreiðingunum frá 32 ára gamla Jumah al-Dossari úr Bahrain. Hann var ein av fyrstu fangunum, sum varð fluttur á Guantánamo leguna. Hann kom til leguna í januar 2002 eftir at hava verið afturhildin av amerikonskum herfólki á Kandahar flogstøðini í Afghanistan.
Frágreiðingin hjá Jumah al-Dossaris, eins og frágreiðingar hjá fyrrverandi fangum, fevnir um eina røð av ákærum um kropsliga og sálarliga píning og grimliga viðferð, sum starvsfólkini skulu hava framt mótvegis fangunum í Afghanistan og á Guantánamo.
'Á Guantánamo eru umleið 500 menn viðfarnir við fullkomnari niðurgerð og á ein hátt, sum eingin átti at verið noyddur at uppliva. Tað er ikki løgið, at fleiri av monnunum, eftir at hava liva í óvissu um framtíðar lagnu sína, hava sagt at teir heldur vilja doyggja enn at vera verandi á Guantánamo í óavmarkaða tíð,' staðfestir Amnesty International.
Amnesty avdúkar fleiri staklutir um málið móti Al-Jazeera journalistinum Sami al Haij, sum varð fluttur á Guantánamo í juni 2002 eftir at hava verið fongslaður í Bagram og Kandaha, og í málinum móti Abdusalam al-Hela, einum handilsmanni úr Yemen, sum bleiv burturfluttur og loyniliga fongslaður, áðrenn hann varð fluttur á Guantánamo.
Amnesty limir í hópatali fara at nýta høvið at senda áheitanir til Bush forseta og til Gonzales løgmálaráðharra um at lata Guantánamofangarnar fáa eina rættvísa rættargongd og um at kanna allar ákærur um píning og grimliga viðferð í fangaleguni.
'Har er eingin millumloysn, tá talan er um Guantánamo. Legan má steingjast og ein kanning má setast í verk av teimum nógvu frágreiðingunum um píning og grimliga viðferð, sum er farin fram síðani 2002,' sigur Amnesty International.
Tak brævauppskotið niður av altjóða síðuni
Slóðir til fleiri upplýsingar um málini á enskum:
USA: Testimony of Guantánamo detainee Jumah al-Dossari
USA: Who are the Guantánamo detainees - Jumah al-Dossari
USA: Who are the Guantánamo detainees - Sami al Hajj
USA: Who are the Guantánamo detainees - Abdulsalam al-Hela
More information on Guantánamo, including audiovisual resources
6. juli 2005 vóru hesi tíðindini løgd á heimasíðuna:
Bush forseti skal steðga píning og ringari viðferð
”Søgurnar, ið tey søgdu, vóru óhugnaliga líkar: Tey blivu bukað; hongd eftir handliðunum og sligin; klæðini vórðu tikin frá teimum og tey vórðu sett í ringan kulda; tey vórðu noydd av hava bind fyri eyguni. Øll váttaðu, at hetta varð gjørt av amerikanarum. Fleiri tosaðu um elektriskar stoytir. Nøkur vóru fyri hesum og fleiri sóu hetta verða gjørt”.

Les meira um mannarættindabrotini hjá USA í "krígnum móti yvirgangi" (á enskum)
Bið Bush forseta um at gera nakað nú
Skriva til Bush forseta við tíni áheitan um, at USA skal stuðla:
at ein óheft nevnd verður sett at kanna varðhalds- og avhoyringarhættirnir, sum verða nýttir í bardaganum móti yvirgangi
- at ein serligur kanningardómstólur verður settur at rættarsøkja øllum myndugleikapersónum, ið hava verið til at pína fólk og viðvirkað til valdsgerðir.
Tak brævið niður
Trýst á slóðina. RTF-tekstir kunnu latast upp í flest øllum tekstviðgerðarforritum. Minst til at skriva navn og møguliga bústað. Minst eisini til frímerki á 10 kr.
Umseting av brævauppskoti:
The Honourable George W. Bush
The President of the United States
1600 Pennsylvania Avenue NW
Washington DC 20500
United States of America
Harra forseti,
Frágreiðingarnar, sum áhaldandi koma fram um, at amerikanskir myndugleikar viðvirka til píning og ringa viðferð av fangum í Irak og Afghanistan og í fangaleguni á Guantanamo, harma meg almikið. Amnesty International hevur havt samrøður við fyrrverandi fangar, sum greiða frá, at teir eru blivnir píndir og hava verið fyri aðrari harðrendari, ómenniskjansligari og eyðmýkjandi viðferð, meðan teir vórðu avhoyrdir og hildnir aftur á amerikonskum støðum í Irak, Afghanistan og í fangaleguni á Guantanamo. Útsagnir frá øðrum fangum og frá ymsum óheftum keldum benda á, at talan ikki er um einstakar hendingar.
Seinasta árið hevur amerikanska stjórnin gjørt fleiri kanningar av mannagongdunum viðvíkjandi varðhaldi og avhoyringum. Eingin av hesum kanningum hevur tó verið nóg óheft ella víðgongd til at tryggja fullgóðar frágreiðingar um tey mannarættindabrot, sum sýnast at hava verið framd í sambandi við, at fangar hava verið í amerikonskum varðhaldi. Ákærurnar fevna um at fólk tilvildarliga eru hildin aftur, at fólk eru ”burturblivin”, hava verið fyri píning og aðrari ómenniskjansligari og eyðmýkjandi viðferð.
Eg heiti inniliga á tygum, harra Bush, um at stuðla, at amerikanska kongressin útnevnir eina óhefta kanningarnevnd, sum skal kanna allar partar av fongslingar- og avhoyringarhættunum, sum USA hevur nýtt í stríðnum móti yvirgangi við tí endamáli at tryggja fullgóðar frágreiðingar um øll brot á altjóða lóggávu, herundir eisini um øll dømi um píning og aðra harðrenda, ómenniskjansliga og eyðmýkjandi viðferð, sum kemur fyri. Eg mæli eisini til, at amerikanski løgmálaráðharrin setir á stovn ein serligan kanningardómstól, sum skal staðfesta, um umboð fyri amerikanskar myndugleikar hava viðvirkað til lógarbrot.
Eg heiti á tygum um at tryggja, at allar amerikanskar varðhaldslegur uttan undantak verða latnar upp fyri regluligum, óheftum, ófráboðaðum og óavmarkaðum kanningarvitjanum frá mannarættindarserfrøðingum hjá ST. Eg heiti á tygum um at gera eftir øllum áheitanum, sum kunnu forða fyri meiri píning og eg heiti á tygum um at tryggja, at USA í fullan mun tekur undir við teimum trygdarfyriskipanum, sum Amnesty International nevnir í sínari ætlan í 12 brotum við tí endamáli at forða fyri píning og aðrari harðrendari, ómenniskjansligari ella eyðmýkjandi viðferð.
Øll, sum beinleiðis hava útint píning, og øll í hernaðar- og sivilu skipanini, sum antin hava givið boð um ella góðtikið hesi brotsverk ella hava gjørt tey møgulig, eiga at verða rættarfylgd.
Takk fyri uppmerksemi tygara viðvíkjandi hesum týdningarmikla evni.
Vinarligast
...


