Vanlukkan í 1984
Hin 12. desember í 1984 lóku yvir 34 tons av eiturgassi frá verksmiðjuni Union Carbide India Limited (UCIL) í Bhopal, India. 7 000 fólk doyðu beinanvegin og 15 000 fólk doyðu í kjalarvørrinum av vanlukkuni. Fleiri enn 500 000 fólk gjørdust álvarsliga sjúk, og í dag - 20 ár aftaná vanlukkuna - hava eini 100 000 fólk tørv á medisinskari viðgerð.

Morgunin eftir, Bhopal 1984. Mynd: Raghu Rai
Verksmiðjan í Bhopal, sum lak eiturgassið, er dótturfelag hjá amerikansku fyritøkuni Union Carbide Coporation (UCC). Í 1984 var UCC ein av heimsins størstu framleiðarum av kemiskum evnum og hevði í hundraðtali av verksmiðjum kring heimin. Í 2001 varð fyritøkan seld til Dow Chemicals.
Verksmiðjan í Bhopal varð sett á stovn í 1966 og framleiddi eiturevni til landbúnaðin. UCC goymdi stórar mongdir av sera vandamiklum kemiskum evnum á verksmiðjuni, hóast trygdin ikki var í lagi. Trygdarstøðið á verksmiðjuni í Bhopal var ikki á sama støði, sum á verksmiðjum hjá fyritøkuni í USA. Tilbúgvingarskipanin var heldur ikki á hædd við hana í USA. Fyritøkan hevði til dømis onga sjálvvirkandi ávaringarskipan.
Tískil visti eingin av nøkrum, tá ræðuligasta ídnaðarvanlukkan nakrantíð var byrjað. Fleiri tons av eiturgassi lóku ljóðleyst út í atmosferuna. Klokkan 23.30 boðaði ein arbeiðsmaður arbeiðsgevaranum frá, at gass lak út, men ikki fyrr enn klokkan 00.50 fór ein ávaringarskipan í gongd.
Bert fáar tímar aftaná vóru øll sjúkrahús í Bhopal full av fólki, sum høvdu fingið skaða av eitur-gassinum. Leiðslan á verksmiðjuni segði ikki frá, hvat eitur talan var um, og tískil fingu læknarnir ikki viðgjørt tey sjúku, men bert linna pínuna. Leiðslan hevur enn ikki – 20 ár aftaná vanlukkuna – givið nakra nágreiniliga frágreiðing um innihaldið í gassinum. Myndugleikarnir hava somuleiðis roynt at dult ræðuligu fylgjurnar av vanlukkuni.
Amnesty International hevur gjørt egnar kanningar, millum annað við samrøðum við fólk sum luttóku í bjargingar- og uppruddingararbeiðinum. Almennu tølini staðfesta, at eini 5 000 fólk doyðu í Bhopal, men sambært kanningum hjá Amnesty eru í minsta lagi 15 000 fólk deyð síðani 1985. Umframt hesi eru tey 7 000 fólkini, sum doyðu beint aftaná vanlukkuna. Óheftar kanningar staðfesta somuleiðis, at umleið 95 % av teimum, sum búðu nærri enn
Jørðin rundan um tí nú stongdu verksmiðjuna er eitrað og tískil óegnað til jarðarbrúk. Grundvatnið er somuleiðis eitrað.
Vanlukkan í Bhopal var og er ein sorgarleikur. Sjálv vanlukkan og fylgjurnar av vanlukkuni eru brot á politisku, fíggjarligu, sosialu og mentanarligu mannarættindini hjá offrunum.
Hvør hevur ábyrgdina?
Hvør hevur ábyrgdina av vanlukkuni? Indiska stjórnin eigur at átaka sær ábyrgdina av mannarættindunum hjá sínum borgarum og krevja, at tey sum eru orsøk til mannarættindabrotini taka fulla ábyrgd av vanlukkuni og gjalda endurgjald til tey viðkomandi ella avvarðandi teirri. Hetta er ikki hent enn. UCC, sum nú eitur Dow Chemicals hevur sett seg móti samráðingunum við dómstólin og hevur enn ikki givið myndugleikunum nakra nágreiniliga frágreiðing um innihaldið í eiturgassinum. Tað tykist sum indisku myndugleikarnir hava sýnt fyritøkuni meira vælvild enn hon veitir sínum egnu borgarum.
Hvat eigur at verða gjørt?
Sambært Amnesty stendur fyritøkan, sum átti verksmiðjuna, til svars fyri vanlukkuni. UCC røkti ikki sínar skyldur á Bhopalverksmiðjuni. Tað varð avgjørt at hava stórar mongdir av sera vandamiklum kemiskum evnum í varðveitslu á verksmiðjuni, uttan at lúka grundleggjandi trygdartreytir. Í 1980 var fyrsti lekin á verksmiðjuni og í 1982 varð staðfest, at útlát var ein stórur trupulleiki, og at verksmiðjan sum heild var í vánaligum standi. Hóast hetta varð einki gjørt fyri at økja um trygdina. Tvørturímóti. UCC framdi eina røð av sparingum, sum m.a. førdu við sær, at gamalt tilfar varð endurnýtt, og at eftirlitsfólk vórðu søgd úr starvi.
Amnesty fór undir Bhopal-átakið í november 2004 við tí endamáli at ávirka bæði myndugleikarnar í India og í USA og fyritøkuna Dow Chemicals. Endamálið við átakinum er at:
- At fáa UCC/Dow Chemicals settar fyri ein indiskan dómstól
- At tryggja íbúgvunum í Bhopal atgongd til reint vatn og heilsurøkt
- At fáa indisku stjórnina at geva út alt tilfar, sum snýr seg um tær avleiðingar, vanlukkan hevur fyri heilsu og umhvørvi
- At virka fyri, at fyritøkur virða etiskar reglur, teirra millum mannarættindi
Hvat kanst tú gera?
Skrivið til fyritøkuna. Fyritøkur sum í teirra virksemi fremja brot á mannarættindi, eiga at ábyrgdast mótvegis bæði umhvørvi og offrunum. Eitt minsta krav er, at fyritøkan fer undir samráðingar við dómstólin.
Brúka hetta brævuppskotið
Skrivið til myndugleikarnar í India og í serstatinum Madhya Pradesh. Indiska stjórnin og myndugleikarnir í Madhya Pradesh hava ikki átikið sær stórvegis ábyrgd av vanlukkuni, og tí er neyðugt at leggja trýst á myndugleikarnar.
GG: Her eru fýra adressur á sama brævi, ansa eftir bara at hava ein adressu á hvørjum brævi.


