Stolen Sisters: "Nær fara kanadisku myndugleikarnir at viðurkenna vandan, sum hóttir upprunakvinnur?", spyr Darlene Osborne, talskvinna hjá familjuni. "Vit eru nógvar familjur í Kanada, sum seta spurnartekin við og undrast á, hvussu nógvar systrar og døtur vit skulu missa afturat, áðrenn stjórnin ger nakað". Frásagnirnar snúgva seg um horvnar og myrdar upprunakvinnur og gentur úr trimum landslutum í Vestur Kanada. Í nøkrum førum kendu kvinnurnar gerningsmennirnar, í øðrum førum var talan um fremmandar menn. Nøkur av málunum eru ongantíð oppklárað. Kanadisku myndugleikarnir áttu og kundu í øllum førunum haft gjørt meira fyri at veitt kvinnunum og gentunum ta trygd tær høvdu rætt til. Somuleiðis áttu myndugleikarnir at tikið hædd fyri sosialum og fíggjarligum viðurskiftum, sum vóru við til at seta kvinnurnar í vandamiklar støður. Upprunakvinnur í vanda
"Tað er heilt greitt, at hon varð dripin av rasistiskum og kynsligum orsøkum. Betty Osborne hevði verið á lívi í dag, um hon ikki var upprunakvinna" Hesi orð lýsa eina ræðuliga illgerð, sum hendi fyri 30 árum síðani. Sambært kanningini hjá Amnesty International er tíverri einki sum bendir á, at støðan hjá upprunakvinnum í Kanada er vorðin betri. Ein kanadisk kanning frá 1996 staðfestir, at indianskar upprunakvinnur millum 25 og 44 ár eru í fimm ferðir so stórum vanda sum aðrar kvinnur fyri at doyggja av harðskapi. Hetta talið er helst fleiri ferðir størri í veruleikanum. Upprunakvinnur í Kanada eru framhaldandi í vanda, tí tær eru upprunakvinnur. Frágreiðingin hjá Amnesty International vísur á, at rasisma og diskriminatión móti upprunakvinnum í Kanada er ein av høvuðsorsøkunum til harðskap móti kvinnunum:
Skriva til: og til Tak brævuppskot á enskum niður her ella skriva eitt bræv sjálv/ur við støði í upplýsingunum niðanfyri. Les vegleiðingina til at skriva brøv her.
Mismunur og harðskapur móti upprunakvinnum í Kanada
12. november 1971 rændu fýra hvítir menn 19 ára gomlu Helen Betty Osborn í býnum The Pas í Kanada. Menninir misnýttu Helen kynsliga og drupu hana brutalt aftaná. Ein kanning, sum varð gjørd seinni, staðfesti at kanadisku myndugleikarnir høvdu svikið Helen Betty Osborn. Kanningarnevndin fanst at seinføru og rasistisku rannsóknini, har tað tók løgregluni yvir 15 ár at finna og skuldseta ein av teimum fýra brotsmonnunum.

30 ár seinni - 25. mars í 2003, hvarv 16 ára gamla systkinabarn Helen, Felicia Solomon. Tríggjar mánaðir seinni vóru partar av kroppi hennara funnir. Drápsmaðurin hjá Feliciu er ongantíð funnin. Sambært familjuni hjá Feliciu tók løgreglan ikki málið í álvara. Løgreglan vildi til dømis ikki eftirlýsa hana fyrr enn 48 tímar vóru farnir, hóast hetta ikki er eitt krav, tá málið sýnist álvarsligt.

Altjóða ábyrgd fyri mannarættindum
Frásagnirnar um Helen Betty Osborne og Felicia Solomon eru millum málini, sum Amnesty International varpar ljós á í nýggju frágreiðingini: Stolen Sisters - A human rights response to discrimination and violence against Indigenous women in Canada.
Minitoba Justice Inquiry segði um drápið hjá Helen Betty Osborne:
Tak lut - fá enda á mismuni og harðskapi móti upprunakvinnum
Vinarliga tak lut í átakinum og legg tína rødd til stríðið, sum skal fáa enda á harðskapi móti upprunakvinnum í Kanada.
The Honourable Anne McLellan
Deputy Prime Minister and Minister of Public Safety and Emergency preparedness
House of Commons
Parliament Buildings
Ottawa, Ontario
K1A 0A6
Canada
Fredericka Gregory, Ambassador
Kr. Bernikowsgade 1
1105 København K.
Danmark
Heit á kanadisku myndugleikarnir um at taka harðskap móti upprunakvinnum í álvara og mæl kanadisku stjórnina til at seta hesi tiltøk í verk:
Til ber at lesa nógv meira um átakið á heimasíðuni hjáAmnesty International Kanada


