Altjóða kvinnudagin skipaði Amnesty Intrnational fyri tiltakið á Torginum í SMS, har vit gjørdu vart við átakið hjá okkum við heitinum Steðgið Harðskapi móti Kvinnum. Løgmaður, landsstýrismenn og fleiri tinglimir vóru við og settu sína hond á ein dregil sum tekin um at tey stuðla átakinum. Lena Andersen og Niklas Johannesen framførdu aftaná. Tiltakið var væl vitjað og miðlarnir gjørdu nógv burturur. Niðanfyri eru myndir frá tiltakinum, sum vit vísa við loyvi frá Sosialinum/Jens Kr. Vang.