Vit hava í sambandi við átakið fingið umsett ein 16 síðurs faldara, sum kallast "Tað er í okkara hondum - Steðgið harðskapi móti kvinnum". Faldarin verður sendur øllum framhaldslesandi í Føroyum gjøgnum skúlan. Eisini verður faldarin sendir øllum lækna og tannlæknaviðtalum, bókasøvnum o.l.

Umboð fyri Amnesty koma eisini fegin út á skúlar at greiða frá um átakið, um áhugi er fyri tí. Her er eitt dømi um eina framløgu um átakið, sum vit kunnu halda. Hendan er gjørd til ein kunningardag í Hoydølum 24. januar 2005. Les her. GG framløgan fyllir næstan 2 MB! Eisini er ein styttri almenn framløga um Amnesty her.
Vit takka stuðlunum:






   



AnniJanni