| |
HARÐSKAPUR Í FØROYUM
Framløga hjá Elin Reinert Planck, leiðara fyri Kvinnuhúsið í Havn, á aðalfundinum hjá Amnesty 15. apríl 2004.
Fyrst eitt sindur um søguna hjá Kvinnuhúsinum. Í Kvinnufelagnum í Havn hevði verið tosað um at fáa eitt Kvinnuhús har harðskapsraktar kvinnur kundu fáa ráðgeving og vegleiðing. Ein partur av húsinum skuldi vera ein Kreppumiðstøð, har kvinnur kundu gista saman við sínum børnum í eina avmarkaða tíð. Í 1988 vóru fleiri kvinnur úr Føroyum á kvinnuráðstevnu í Oslo, á ferðini var tosa víðari um at fáa eitt kvinnuhús. Heimafturkomnar tóku nakrar kvinnur stig til at boða til fundar, fyri at vita, hvussu áhugin var millum kvinnur annars. Fundurin varð lýstur at verða í Mettustovu í Havn 29.januar 1989. Hóast ódnarveður hetta kvøldið møttu 85 kvinnur. Kvinnuhúsfelagið varð stovnað, nevnd vald til felagið, og ein nevnd til ein Kvinnuhúsgrunn ið skuldi savna pening saman til endamálið.
Leita varð síðan eftir hóskandi hølum og 1.oktobur í 1990 lat Kvinnuhúsið upp í KFUM í Havn, og har hava vit húsast síðani. Ætlanin var frá byrjan at hava, umframt ráðgeving, vegleiðing og Kreppumiðstøð, ymiskar aktivitetir í Kvinnuhúsinum, hugsa var um ymiskar áhugabólkar og dagtilboð fyri kvinnur.
Ætlanin hevur alla tíðina verið at savna pening saman til egin hús. Vit hava nú savna so mikið av peningi saman, at vit hyggja eftir húsum nú, men hava ikki funnið tað rætta.
Hvørt ár stuðla Landsstýri, kommunur og ymiskir grunnar og feløg, arbeiði í Kvinnuhúsinum, fíggjarliga.
Arbeiði í Kvinnuhúsinum er grundað á sjálvboðið arbeiði, men neyðugt er við løntum fólki, um húsið skal rekast á nóg tryggan hátt og samsvarandi endamálinum. Eg endurgevi: “Í Kvinnuhúsinum skal gerast arbeiði, sum miðjar ímóti at styrkja støðu kvinnurnar, styrkja sjálvskenslu og sjálvsábyrgd hennara, so hon í størri mun fær styrki at ráða og taka avgerðir yvir sínum egna lívi”.
Kvinnuhúsið er ikki ein viðgerðarstovnur, og hevur tí ikki nøkur viðgerðartilboð. Er ein kvinna viðgerðarkrevjandi, vísa vit henni á, hvar hon kann venda sær við sínum trupulleikum. Tað vil typist vera egnan lækna, sálarfrøðing, viðgerðarstovnar ella psyk.deild.
Í Kvinnuhúsinum starvast 3 lønt fólk, ávíkavíst 20, 25 og 40 tímar um vikuna. Haraftrat eru 42 kvinnur ið arbeiða sum sjálvbodnar, tær hava kvøld- og náttavaktir, sita í nevndum og ráðgeving.
Fíggjarkarmurin hevur gjørt tað møguligt hjá okkum at seta ein pedagog til børnini burturav.
Kvinnur kunnu ringja ella støkka inn á gólvið í Kvinnuhúsinum og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleikum. Kreppumiðstøðin er eitt friðskjól fyri kvinnur og børn teirra.
Kvinnan nýtist ikki at siga sítt navn, bústað ella P-tal. Heldur ikki er neyðugt at rættvísgera, hví støðan er sum hon er.
Tær flestu kvinnurnar seta seg í samband við Kvinnuhúsið, tí tær hava hoyrt um møguleikan frá øðrum kvinnum. Aðrar hava sæð lýsingar og umrøður, og aftur aðrar eru vístar til okkara av starvsfólkið innan tað almenna.
Orsøkir til at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið eru:
harðskapur – sundurlesing/hjúnaðarskilnaður – foreldrarættur – samverurættur – bústaðarviðurskifti – fíggjarligar trupulleikar – maðurin/sambúgvi er misnýtari – blóðskemd – neyðtøka – fosturtøka – ótrúskapur og ymisk mentan.
Frá byrjanini 1.oktobur 1990 og til 31.mars í ár hava 4.901 áheitan verið til Kvinnuhúsið. 206 kvinnur og 197 børn hava gist á Kreppumiðstøðini.
Harðskapur er oftast orsøkin til at kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið. Harðskapurin er sum oftast framdur av núverandi ella fyrrverandi monnum ella sambúgvum, ella av vaksnum synum. Kvinnan kennir í flestu førum mannin ið fremur harðskapin.
Fyri at skilja tær sálarligu avleiðingarnar av harðskapinum skal hugsast um, hvar hann fer fram. Harðskapurin fer oftast fram í heiminum, eitt stað har øll áttu at kent seg trygg, uttan onnur vitni enn børnini, og hann fer fram millum tvey, sum hava bæði eitt kensluligt og fíggjarligt samband. Kvinnan upplivir ofta harðskapin sum nakað óveruligt og roynir at láta, sum onki er fari fram. Hon roynir at tiga pínuna burtur.
Kvinnur, saman við møguligum børnum, ið flyta inná Kreppumiðstøðina, hava upplivað harðskap, hóttanir um harðskap, kynsligan ágang, forfylging og fíggjarliga avmarkan. Nakrar kvinnur hava gist á Kreppumiðstøðini, tí maðurin hevur hótt við at flyta børnini av landinum.
Men óansæð orsøkirnar til, at ein kvinna flytur á Kreppumiðstøðina, so hava tær allar verið útsettar fyri likamligan og/ella sálarligan harðskap. Tað er oftast talan um sløg, spark um allan kroppin, sløg við amboðum, hóttan við knívi, kvælaratak, neyðtøka og at verða innilæst. Ein kvinna ið er útsett fyri likamligum harðskapi er altíð eisini útsett fyri sálarligan harðskap. Tað førir við sær, at kvinnan verður fastløst í støðuni, og ger tað næstan ógjørligt hjá henni at fara frá manninum, um ikki onkur triði persónur verður blandaður uppí.
Tann sálarligi harðskapurin vísir seg við hóttanum, kontrollering, forboðum og isolatión av kvinnuni, so hon missir sítt netverk. At kvinnan missir sítt netverk er umráðandi fyri tann harðliga mannin, tí ein kvinna, sum er isolerað frá øðrum fólki, hevur ongan hon kann tosa við um støðuna, og sum kanska kundi stuðla henni í broytingum. Maðurin avgerð, hvønn hon kann tosa við, um nakran yvirhøvur. Hon verður avskorin frá sambandi við t.d. familju og vinfólk.
Meðan likamligur harðskapur altíð hongur saman við sálarligum harðskapi, kann ein kvinna verða útsett fyri sálarligum harðskapi uttan at maðurin nakrantíð leggur hond á hana. Hann niðurger kvinnuna og sigur hon er býtt, ljót, vánalig mamma, vánalig elskarinna o.s.fr. Fær hon hettar at vita nóg ofta, byrjar kvinnan at trúgva hansara orðum.
Ein kvinna greiðir frá:
“Áðrenn hann fór heimanífrá, gjørdi hann ein langan lista yvir, hvat skuldi gerast heima, meðan hann var burtur. Hann roknaði út, hvussu langa tíð arbeiði tók. Hann kravdi mat-rættir ið tóku langa tíð at gera, og nýbakað breyð hvønn dag. Breyðini roknaði hann ikki við í tíðarætlanina, so líkamikið hvussu eg skundaði mær, kundi eg ómøguligt náa alt. Eg var altíð bangin, tá tíðin nærkaðist, og hann fór at koma heim frá arbeiði. Tí so skuldi hann læra meg við síni spakuligu, hóttandi rødd, og eg visti aldrin, hvat fór at henda mær.”
Hetta slagið av harðskapi er hárfínur, tí hann ikki hevur sjónlig spor og tað er torført ella ógjørligt hjá kvinnuni at prógva. Harafturímóti er tað ógvuliga heilsuskaðilig fyri kvinnuna, tí um tað stendur uppá í langa tíð, frátekur tað kvinnuni møguleikan at handla og koma sær burturúr harðskapinum.
Eitt annað ið er vanligt í harðskapsraktum parløgum er, at kvinnan verður fíggjarliga avmarkað. Hettar førir við sær, at kvinnan ikki ræður yvir egnum pengum, alt fer á kontoina hjá manninum. Hon fær møguliga pengar til keyp av mati, og veit aloftast onki um fíggjarstøðuna hjá familjuni.
Kvinnur í harðskapsraktum parløgum hava næstan allar upplivað kynsligan ágang. Antin tí at maðurin ikki góðtekur eitt nei. Ella tær hava verið ov bangnar at siga nei. Ella tær hava lagt kropp til fyri at passivisera mannin.
Sjálvt um rúsdrekka ella annar rúsur møguliga framprovokerar harðskap, so er rúsurin ikki orsøkin til harðskapin. Hagtølini vísa, at gott helvtin av kvinnunum meta, at maðurin er misnýtari, men tað eru ikki allir ið fremja harðskap, meðan teir eru rúsaðir.
Norska Eva Lundgreen, professari í sálarfrøði og teologi, hevur gjørt eina kanning í Svøríki har 68 menn vóru spurdir um, hví teir framdu harðskap ímóti konunum og ofta eisini børnunum. Ofta verður sagt, at maðurin er svakur, men ongin psykopatur var funnin millum teir 68 menninar. Teir høvdu allir eina forkláring uppá, hví teir framdu harðskap. Niðurstøðan hjá Evu var fylgjandi:
- at fáa tamarhald á konuni, hann skal læra hana, hvussu hon skal uppføra seg
- avbyrgja konuna frá øðrum. Hon skal hava minst møguligt samband við onnur, ikki vitja familjuna, vinkonur og kenningar, og heldur ikki fáa vitjan av teimum
- harðskapur skiftir við hita. Konan verður bundin av manninum, tí hann skiftivís fremur harðskap og vísir henni umsorgan. Konan verður bundin av manninum, tí hon hevur ongan annan
- harðskapur verður ofta fullførdur við neyðtøku, hettar fær mannin at føla seg sum sigursmannin, hann hevur tá fult tamarhald, og kennir seg sum tann sterka
Harðligir menn koma frá øllum samfundsløgum, frá vælútbúnum monnum í høgum størvum, til tann við ongari útbúgving, ella ongum arbeiði.
Mestsum allar kvinnur hava verið nøgdar við uppihaldið á Kreppumiðstøðini. Tað sum tær eru mest glaðar fyri, er at vera eitt stað, har tær føla seg tryggan og at hava bæði starvsfólk og aðrar gistandi kvinnu at tosa við. Tað er ofta ein lætti hjá teimum at tosa um harðskapin við okkum sum ikki eru familja ella vinir, tí tey ofta taka partí fyri ella ímóti henni ella manninum.
|
|

HVAT KANST TÚ GERA


|