Evnið fyri kampagnuni í 2000 var torturur. Kampagnan byrjaði 18.oktober 2000 og skuldi eftir ætlan enda á heysti 2001. Enn eru tó nøkur tiltøk í gongd. Slagorðið er: Take a step to stamp out torture.

Føroya deild luttók aktivt í kampagnuni. Í bólkinum vóru Anna Maria Persson, Erling Isholm og Áki Johansen.

Í niðanfyri er tilfar um kampagnuna, um tortur og um einstøk mál, sum eisini vit í Føroyum hava arbeitt við.

Meira tilfar um kampagnuna er at finna á www.stoptorture.org

Altjóða átakið hjá Amnesty International móti píning
18. november í 2000 fór Amnesty International undir sítt triðja altjóða átak móti píning, sum er eitt av endamálunum í viðtøkunum hjá felagsskapinum. Í hesum átakinum verður serlig áherðsla løgd á at arbeiða fyri at fyribyrgja píning, at forða fyri diskriminatión og at draga tey seku fyri rættin 

Hvat er píning?
Stutt sagt er píning likamlig ella sálarlig líðing, sum ein ella fleiri persónar valda einum við vilja, regluliga og fyrilitarleyst. Í ST sáttmálanum frá 1987 móti píning ella aðrari grimmligari, ómenniskjaligari ella vanæruligari viðferð ella revsing stendur í grein 1:

Píning er einhvør gerð, sum tilætlað valdir einum persóni ringa pínu ella líðing, antin likamaliga ella sálarliga, við tí endamáli

  • at fáa fatur á upplýsingum frá persóninum sjálvum ella einum triðja persóni ella
  • at fáa persónin til at viðganga seg sjálvan ella ein triðja persón sekan ella 
  • at revsa hann fyri eina gerð, sum hann sjálvur ella ein triði persónur hevur framt ella er undir illgruna fyri at hava framt ella
  • at ræða ella noyða hann ella ein triðja persón ella
  • av onkrari orsøk, grundað á mismun ella mannamun, tá ein slík pína verður elvd av ella eftir boðum frá einum alment settum  ella einum persóni, sum virkar embætis vegna ella við samtykki ella játtan frá einum slíkum persóni.

Pína ella líðing, sum bert er náttúrlig ella tilvildarlig avleiðing av lógligum revsitiltøkum er ikki umfatað. 

Endamálið við píning 
Í okkara tíð er píning serliga eitt politiskt amboð, sum hjálpir valdsharrunum at varðveita eftirlitið og kanska eisini valdið. Vit vita í dag, at høvuðsendamálið við píning er at oyðileggja persónin, sum verður píndur, soleiðis at hann ongantíð verður hin sami aftur. Hetta síggja vit ferð eftir ferð á hjálpi- og viðgerðarstovnunum fyri tey, sum yvirliva píningina. Millum tey, ið yvirliva, eru fólk, sum á einhvønn hátt hava gjørt vart við seg í egnum landi. Tey hava ofta barst ímóti órættvísi og kúgan og fyri demokratiskum rættindum. Ella tey hava eina aðra politiska ella átrúnarliga áskoðan, enn hon, ið valdar.

Frágreiðingin hjá Amnesty International um píning
Sambært frágreiðingum frá Amnesty International og øðrum mannarættindafelagsskapum er píning nógv økt seinastu árini. Alt fleiri lond nýta píning, uttan mun til, hvør stýriskipan er. Oftast fer hon fram í loyndum, og píningarhættirnir broytast, soleiðis, at tað ofta er torført beinleiðis at síggja avleiðingarnar og tí eisini  at revsa tey seku. Amnesty International sigur í nýggju frágreiðingini, sum er grundað á upplýsingar úr 195 londum frá 1997 til mitt í ár 2000, at píning er farin fram í meira enn 150 londum, og í meira enn 80 londum er fólk deyð av viðferðini. 

Flestu fráboðanirnar eru um fólk, sum eru pínd av embætismonnum undir avhoyringum í varðhaldi. Orsøkin til píningina sigst vera at varðveita rættartrygdina. Tey píndu eru ofta fólk, sum hava brotið lógina ella eru undir illgruna fyri at hava brotið lógina. Úr meira enn 70 londum eru fráboðanir um politiskar fangar, sum eru píndir. Tað eru bæði kvinnur og menn, ung og gomul.

Píningarhættir
Sambært frágreiðingini er vanligasti píningarhátturin buking, sum fráboðanir eru um úr meira enn 150 londum. Fólk eru sligin antin við berum nevum ella við ymiskum amboðum. Avleiðingarnar fyri offrini eru merkir og sár, innaru bløðingar, brotin bein, leysar tenn, oyðiløgd gøgn og stundum deyði.

Neyðtøka og kynslig misnýtsla er umfatandi, seliga av kvinnum og gentum. Aðrir vanligir píningarhættir eru elektriskir stoytir (fráboðað úr meira enn 40 londum) sláing  undir iljarnar (fráboðað úr meira enn 30 londum), kvaling (fráboðað úr meira enn 30 londum).

Fráboðanir eru eisini um fólk, har høvdið er hildið undir vatn, sum er dálkað av skarni og øðrum, til tey eru um at drukna, onnur, sum eru brend við sigarettum, ella bundin afturúr einum bili og dragsaði avstað. Fleiri eru ikki sloppin at sova í fleiri samdøgur. Onnur eru læst inni í ljóð- og ljóstøtt rúm og hava  als onki samband havt við nakran persón í langa tíð, so tey missa dagaskil og áðrenn langt er fráliðið eisini skilið.

Hættirnir eru mangir, men alt fleiri leggja seg nú eftir at nýta amboð, sum hava við sær ógvuliga pínu, uttan sjónligar avleiðingar, og tí heldur ikki kunnu prógvast. Her kann nevnast stoytbeltið, sum verður nógv nýtt í USA. Tað er fjarstýrt og kann setast í gongd 100 metrar frá honum, ið hevur tað um. Tað gevur ein elektriskan stoyt uppá 50.000 volt, sum varir í 8 sekund. Fyrstu fáu sekundini viðførir tað lemjing og síðani ræðuliga pínu, sum spakuliga økist. Mangar fyritøkur hava lagt seg eftir at framleiða elektrisk píningaramboð. Amnesty International upplýsir, at meira enn 120 fyritøkur í 22 londum framleiða, marknaðarføra og selja elektrisk amboð, sum beinleiðis og einans eru konstrueraði til at pína fólk við 

Offrini
Øll kunnu gerast offur fyri píning, uttan mun til kyn, aldur, etniskan uppruna ella politiska áskoðan. Tey flestu, sum stjórnarembætismennirnie pína, eru tó lógbrótarar ella undir illgruna fyri lógarbrot. Tað góðtaka tey flestu eisini meira ella minni. Tað eru heldur ikki um tey tær flestu fráboðanirnar eru.

Píning hevur við sær diskriminatión. Tað er lættari hjá honum, sum pínir, at pína onkran, sum er minni virdur millum manna. Onkran úr einum vanvirdum sosialum, etniskum ella politiskum bólki.

Tað er heilt klárt samband millum rasismu og píning. T.d eru fleiri um ikki tey flestu, sum verða pínd av løgregluni bæði í USA og Europa svørt ella úr øðrum etniskum minnilutum. Kringum í Europa eru sigoynarar vanliga hildin at vera lógbrótarar og verða oftani bukaði.

Upprunafólk í USA hava verið offur fyri píning í marknatrætum. Í Australia doyggja ótrúliga nógv innfødd av ringari viðferð í fongslum. 

Flóttar og fólk, ið flyta undan ófriði og hóttanum úr sínum egna landi fyri at leita sær friðskjól og arbeiði aðrastaðni, eru serliga hótt í so at siga øllum londum.

Píning og onnur vanærulig viðferð, grundað á kynsligan samleika, er ein heimsumfatandi trupulleiki. Meðan summi lond nokta seg sek í at pína samkynd, tvíkynd ella transvetittar, viðganga onnur, at tey gera tað samsvarandi lógum, morali og átrúnaði í landinum.

Børn
At vera barn ella ungur er ongin forðing fyri at verða píndur. Seinastu 3 árini eru frásagnir úr minst 50 londum, har stjórnarembætismenn pína børn ella fara illa við teimum

Børn í varðhaldi eru serliga í vanda fyri, at bæði løgreglumenn og aðrir fangar neyðtaka tey og misnýta tey kynsliga.

Børn, sum liva á gøtuni, liva av at bidda, stjala og lata seg kynsliga misnýta. Tey enda ofta í fongsli, og fleiri frásagnir eru um, at fólka gjalda fyri at fáa tey ruddaði av gøtuni sum annað órudd.

Í vápnaðum bardøgum verða børnini ofta álopin og dripin, tí at tey umboða framtíðina.

Mangar fráboðanir eru, serliga úr londum í Afrika, har børn verða tikin sum barnasoldátar. Í ár er m.a komin ein drúgv frágreiðing um barnasoldátar í Sierra Leone.

Kvinnur
Síðan 1997 hevur Amnesty International fingið fráboðanir úr meira enn 50 londum í øllum heimspørtum, har stjórnarembætismenn neyðtaka kvinnur og misnýta tær kynsliga. Allarhelst er hetta talið nógv hægri, tí misbrotini verða ofta ikki meldað. Størsti parturin av flóttum eru kvinnur. Tær eru serliga í vanda í flóttarlegunum og við landamørkini. Fráboðanir eru um kvinnur, sum flýddu úr Eystur Timor til flóttalegur í Vestur Timor. Indonesiskir heryvirmenn noyddu tær at arbeiða sum skøkjur og hildu tær sum sextrælir.Í Pakistan kann ein kvinna, sum er neyðtikin, sjálv verða ákærd fyri hor, um hon ikki er før fyri at fáa 4 mannligar muslimar at vitna um, at hon ikki samtykti kynsliga samveru. 

Endamálið við átakinum
Amnesty International heitir á øll lond í heiminum at vera við til at steðga píning Víst verður til 12 greina yvirlýsingina móti píning, sum øll lond verða biðin um at halda. Undir heitinum: Tak eitt stig til at útrudda píning, verða vit øll, tú og eg, biðin um at gera okkara til at steðga píning

Amnesty International heldur tað vera av avgerandi týdningi at steðga tí mismuni, sum verður gjørdur á fólki, soleiðis at øll hava rætt til somu rættartrygd og viðferð, uttan mun til hvønn húðalit tey hava, hvat kyn tey hava, ella hvørja politiska ella átrúnarliga áskoðan tey hava.

Amnesty International heitir eisini á allar stjórnir um at draga tey fyri rættin, sum eru sek í píning. Tað avskeplar samfelagið, um slíkar valdsgerðir ikki fáa avleiðingar. Tað forðar framhaldandi píning at revsa tey seku.

Skrá í tólv tættum til forðing fyri píning
Píning er grundleggjandi brot móti mannarættindum og er bannlýst av aðalfundi sameindu tjóða sum brot móti menniskjavirðum, einsvæl og bannað sambært tjóðarrætti og altjóða lóg.

Hóast hetta, verða menniskju dagliga pínd um allan heimin. Amnesty International hevur tær royndir, at ikki er nóg mikið við lógarbanni. Neyðugt er beinanvegin at fara í stríð móti píning og aðrari grimari, ómenniskjansligari og niðrandi viðferð ella revsing, sama hvar tær verða framdar, til tess at útrudda tey fullkomiliga.

Amnesty International heitir á allar stjórnir um at seta hesa skránna í verk til tess at útrudda píning. Áhugaðir einstaklingar og felagsskapir verða bodnir við at fremja ætlanina. Amnesty International heldur, at verður hendan skráin sett í verk, ber tað boð um, at stjórnirnar eru sinnaðar at taka av píning og at virka fyri at hetta verður gjørt um allan heimin.

1.    Almenn avsøgn av píning
Ovastu myndugleikarnir í øllum londum eiga at sýna teirra fullu andstøðu móti píning. Teir eiga at gera øllum embætisfólkum, ið hava til starv at halda lóggávuna uppi, greitt, at píning verður ikki told undir nøkrum umstøðum.

2.    Avmarking av fongsling í avbyrging
Fólk verða ofta pínd, meðan tey sita avbyrgd í varðhaldi, og ikki fáa sett seg í samband við nakran uttanfyri at fáa hjálp ella fáa at vita, hvat fer at henda teimum. Stjórnirnar eiga at skapa trygd fyri, at tílík avbyrging ikki gevur møguleika fyri, at fangar verða píndir. Tað er av størsta týdningi, at allir fangar verða settir fyri ein dómara beinanvegin eftir, at teir eru handtiknir, og at skyldfólk, sakførarar og læknar uttan drál fáa regluliga atgongd til teirra.

3.    Eingi loynilig fongsul
Í summum londum verða fólk pínd í loyniligum varðhaldum eftir at tey eru “horvin”. Stjórnirnar eiga at tryggja, at fangar verða havdir í alment viðurkendum støðum, og at sannar upplýsingar verða givnar skyldfólki og sakførarum teirra.

4.    Trygdartiltøk undir avhoyring og í varðhaldi
Stjórnirnar eiga regluliga at endurskoða mannagongdirnar fyri varðhaldi og avhoyringum. Allir fangar eiga beinanvegin at fáa at vita, hvørji rættindi teir hava, heruppií eisini rætt til at klaga um ta viðferð, teir fáa. Regluligt eftirlit av óheftum eftirlitsfólkum eigur at vera við varðhaldsstøðum. Ein týdningarmikil trygd móti píning er, at teir myndugleikar, ið hava ábyrgdina av varðhaldi og avhoyringum, eru sínámillum óheftir.  

5.    Óheftar kanningar av frágreiðingum um píning
Stjórnirnar eiga at tryggja, at allar klagur og frágreiðingar um píning verða gjølla kannaðar av óheftum fólki. Kanningarháttur og úrslit eiga at verða kunngjørd. Tey, ið klaga, eins og vitni eiga at verða vard móti yvirgangi.  

6.       Frágreiðingar, givnar undir píning, mega ikki verða brúktar
Stjórnirnar eiga at tryggja, at játtanir um at vera sekur ella onnur prógv, fingin til vega undir píning, ongantíð verða brúkt í rættarmálum.  

7.    Píning eigur at verða bannað við lóg
Stjórnirnar eiga at tryggja, at píning er revsiverd sambært revsilógini. Sambært altjóðarætti má bann móti píning ikki verða sett úr gildi undir nøkrum umstøðum, eiheldur í krígstíð ella í undantaksstøðu.  

8.    Tey, ið hava gjørt seg sek í píning, eiga at verða revsað
Tey, ið hava framt píning, eiga at verða rættarsøkt. Hendan grundreglan eigur at verða fylgd, sama hvar brotsverkið varð framt og sama hvønn tjóðskap brotsmaðurin ella ofrið hava. Tað eigur ikki at finnast nakar griðstaður fyri tílíkar brotsmenn.  

9.    Útbúgving
At píning er brotsverk eigur at vera ein partur av upplæringini av øllum embætisfólkum, ið hava við varðhald, avhoyring og viðgerð av fangum at gera. Tey eiga at fáa at vita, at tey hava skyldu til at sýta fyri at líða boð um at pína fangarnar.  

10.    Endurgjald og uppreising
Offur fyri píning og teirra avvarðandi eiga at hava rætt til endurgjald. Ofrini eiga at fáa læknahjálp og uppreising.

11.    Altjóða tiltøk
Stjórnirnar eiga at sýta fyri øllum sambandi við stjórnir, ið nýta  píning, ið kann tulkast sum at borið verður í bøtuflaka fyri teimum. Altjóða mannagongdir eiga at verða skipaðar og brúktar til bráðfeingis kanning av skuldsetingum um píning og munagóð fyribyrgingartiltøk. Stjórnirnar eiga at tryggja sær, at veiting av hernaðar-, trygdar- ella løgregluhjálp ella upplæring til onnur lond ikki kann medvirka til at píning verður framd.  

12.    Staðfesting av altjóða sáttmálum
Allar stjórnir eiga at staðfesta sáttmálar, ið fremja trygd móti og fyribyrging fyri píning, heruppií Altjóða semingin um borgaralig og stjórnmálalig rættindi og Valfrælsa gerðaskjalið til semingin, ið hevur reglur um einstaklinga kærurætt.

Sorlaðir kroppar og sundurskræddar sálir
Píning av kvinnum kring allan heimin

Píning av kvinnum og gentum heldur á dag og dagliga kring allan knøttin, sigur Amnesty International í dag í eini nýggjari frágreiðing um píning av kvinnum. Heitið á frágreiðingini er: Sorlaðir kroppar og sundurskræddar sálir .Hon lýsir eina heimsfevnandi mentan, sum noktar kvinnum javnrættindi við menn, og sum loyvir harðskap móti kvinnum.”

”Yvirgangsmenninir eru umboðsmenn fyri státin og vápnaðar bólkar. Men oftast eru teir skyldmenn, arbeiðsfelagar ella limir úr hennara egna samfelagi. Fyri nógvar kvinnur er heimið eitt stað, har yvirgangur verður framdur.”

”K” úr lýðveldinum Congo var gift við einum vápnaðum heryvirmanni, sum regluliga píndi  hana, ofta framman fyri børnunum. Hann neyðtók hana ferð eftir ferð, smittaði hana við kynssjúkum og hótti hana ferð eftir ferð við at drepa hana við eini byrsu. Undir einum av hesum tilburðunum slóg hann eina tonn út hjá henni, slóg kjálkabeinið úr lið og slóg hana so hart í eygað, at hon mátti hava fleiri pentur og fekk áhaldandi trupulleikar við nøs, hálsi, høvdi, ryggi, mjødn og fóti.

”K”, sum at enda søkti um friðskjól í USA, segði, at tað var nyttuleyst at fara til løgregluna, bæði tí at maður hennara var so væl við ráðandi familjuna, men eisini tí at ”kvinnur eru onki í Congo”. Ein amerikonsk dómaranevnd fyri innflytarar lýsti misbrotini, hon hevði liðið, sum ”skemdargerðir”, men noktaðu henni uppihaldsloyvi, ein avgerð, sum fekk viðhald í hægri rætti fyri innflytarar.

Frágreiðingin er ein partur av heimsumfatandi átakinum hjá Amnesty International móti píning og heitir inniliga á stjórnir um at plikta seg til at verja kvinnur og gentur móti píning. Stjórnir, sum systematiskt lata vera við at gera nakað fyri at forða fyri og verja kvinnurnar móti yvirgangi í heiminum og í samfelagnum, hava meðábyrgd fyri píning og harðskapi

”Státir hava sambært altjóða lóg skyldu til at forða fyri og fyribyrgja píning og í øllum førum at reagera ímóti píningartilburðum. Men alt ov ofta hava stjórnir, beint tvørturímóti at skipa fyri neyðugari vernd av kvinnunum, neyvt samband við brotsgerðirnar, hava fjalt yvir tær, hava givið seg til tols við tær, og latið tær hildið fram ótarnaðar

Harðskapur í heiminum fer sanniliga fram allastaðni. Sambært hagtølum hjá Heimsbankanum hava minst 20% av kvinnum verið fyri likamligum ella kynsligum misbrotum. Almannakunngjørdar frágreiðingar úr USA siga, at ein kvinna verður bukað 15. hvørt sekund, og 70.000 verða neyðtiknar hvørt ár. Úr India verður sagt, at meira enn 40% av giftum kvinnum verða sparkaðar, slignar ella kynsliga misnýttar. Orsøkirnar kunnu vera, at maðurin er misnøgdur við matin ella reingerðingina ella, at hann er øvundsjúkur. Úr Egyptalandi verður sagt, at 35% av kvinnunum verða bukaðar av monnunum.

Nakrir bólkar av kvinnum verða serliga fyri píning og harðskapi og øllum sløgum av diskriminatión. Tær verða ikki bert píndar, tí at tær eru kvinnur, men eisini orsakað av rasu, etniskum uppruna, kynsligari orientering, samfelagsstøðu, stætti og aldri.

Nógv tænastufólk eru útlendingar og verða ofta illa viðfarin av arbeiðsgevarunum. Tey hava ilt við at fáa nakrar sømdir orsakað av teirra uppihaldsstøðu.

Nasiroh, ein ung indonesisk kvinna fór at arbeiða í Saudi Arabia í 1993. Hon segði Amnesty International, at hon varð kynsliga misnýtt av arbeiðgevaranum, rangt ákærd fyri drápið av honum og síðani pínd og kynsliga misnýtt av løgreglumonnum tey bæði árini, hon sat í varðhaldi. Embætisfólk frá hennara egnu ambassadu vitjaðu hana ikki eina einastu ferð. Rættargongdin hjá henni gekk so skjótt fyri seg, at hon visti ikki, at hon varð dømd sek, og enn veit hon ikki, hvørja ”brotsgerð” hon sat fyri í fimm ár.

Sagt er frá ”æru misbrotum” so sum píning og harðskapið úr mongum londum, teirra millum Irak, Jordan, Pakistan og Turkalandi. Gentur og kvinnur í øllum aldri eru ákærdar fyri at gera familjuni ella samfelagnum fyri skommum við teirra atferð. Tað kann vera frá at tvætla við ein mannligan granna til kynsligt samband uttan fyri hjúnarlag. Bert tað, at hildið verður, at ein kvinna hevur gjørt familjuni fyri skommum, kann viðføra píning og ringa viðferð.

Kvinnur, sum eru keyptar og seldar til tvingsulsarbeiði, kynsliga misnýtslu og tvungið hjúnarlag verða eisini lætt fyri píning. Menniskjahandil er triðja størsta inntøkukelda hjá altjóða skipaðum brotsliðum, beint eftir sølu av rúsevnum og vápnum..Seldar kvinnur verða serliga fyri likamligum harðskapi, herundir neyðtøku, ólógligari innilæsing, lóghaldi av samleikaprógvum og trælahaldi.

Í vápnaðum bardøgum verða kvinnur ofta valdar burturúr til píning, vegna teirra leiklut sum uppalarar og sum ímynd av samfelagnum. Tutsi kvinnurnar í fólkadrápinum í Rwanda í 1994 og muslimskar, serbiskar, kroatiskar og albanskar kvinnur í fyrrverandi Jugoslavia vórðu píndar, tí tær vóru kvinnur av serligum uppruna, ella úr serligum tjóðskaparligum ella átrúnarligum bólkum.

Kvinnur, sum hava verið píndar, kunnu líta fram í móti mongum forðingum, tá tær leita sær uppreisn. Forðingarnar umfata líkasælu hjá løgregluni, miseydnaðar royndir hjá stjórnum at viðurkenna píning av kvinnum sum brotsgerð, órættvísar dømingar, tí allarflestu dómararnir eru menn, og rættarskipanir sum darva rættvísari rættarsókn.

15 ára gomul var ”G” av foreldrunum seld grannanum til konu sum veðhald fyri bóndagarðin hjá teimum í El Salvado. Maður hennara píndi og neyðtók hana javnan. So hon var somikið illa fyri, at hon mátti innleggjast á sjúkrahús. ”G” fór tvær reisur til løgrøgluna fyri at biðja um hjálp, men fekk at vita, at trupulleiki hennara var persónligur. 20 ára gomul rýmdi hon við báðum børnunum, men varð afturfunnin av foreldrunum og manninum. Mamman helt henni, meðan maðurin bukaði hana við einum stavi. ”G” flýddi til USA, har hon bað um friðskjól, men hevur fingið at vita, at hon verður heimaftur send.

Manga staðni í heiminum miseydnast tað løgregluni at eftirkanna misbrot, sum verða meldaði av kvinnum, og ofta sendir løgreglan kvinnurnar heimaftur til høpisleysu støðu teirra heldur enn at skráseta og kanna klagur teirra. Bert 27 lond í heiminum hava lóggivið um neyðtøku, sum verður framd í hjúnarlagnum.

Um ein kvinna í Pakistan ikki kann prógvað, at hon ikki samtykti í kynsligum sambandi við ein mann, kann hon verða ákærd fyri zina (skøkjulevnað), eitt misbrot, sum verður revsað við steining til deyða ella almennari fleingjan. Í summum londum kunnu kvinnurnar ikki sjálvar fara í rættin, onkur maður í familjuni má umboða tær. Kvinnur í Saudi Arabia , sum fara heimanífrá fyri at leita sær hjálp hjá løgregluni, váða at verða tiknar fyri at vísa seg alment uttan at vera saman við einum manni, tær eru skyldar við.

Tað er tíð uppá, at stjórnir viðurkenna, at harðskapur í heiminum og í samfelagnum ikki er ein privat søk, men dregur ábyrgdina hjá státinum inn. Altjóða standardir siga heilt klárt, at státir hava skyldu til at veita vissu fyri, at ongin nakrantíð verður fyri píning ella ringari viðferð.”, sigur felagsskapurin. ”Um státir misrøkja hesa ábyrgd, hava teir meðábyrgd fyri tí líðing, sum tað ikki er eydnast teimum at fyribyrgja.”

Amnesty International gevur stjórnunum nágreinilig tilmælir.Tey umfata: almenna fordøming av harðskapi ímóti kvinnum, kriminalisering av harðskapi móti kvinnum, neyvari gransking av øllum ákærum, og stevning og revsing av teimum, ið fremja misbrotini.


AnniJanni