Dagført tann 1. sep. 2010

Føroya deild arbeiðir á 3 stigum:

1) Vit varpa ljós og upplýsa um mannarættindi (átøk, tiltøk, undirvísing, undirvísingartilfar osfr.).

2) Vit upplýsa um mannarættindabrot, ið fara fram kring heimin (árliga ársfrágreiðingin hjá altjóða felagsskapinum, frágreiðingar, tíðindi osfr.)

3) Og vit royna at halda eygað við mannarættindastøðuni í Føroyum.


Krevjið Virðing
Høvuðsátakið næstu árini snýr seg um at basa mannarættindabrotum, ið fara fram vegna fátækradømi.
Átakið eitur Krevjið Virðing og verður ein gjøgnumgangandi partur av átøkunum fram til 2016.



Undirvísing í Mannarættindum
Í løtuni brúka vit stóra orku til at skipa fyri ókeypis skeiðum í mannarættindum fyri næmingum og lærarum í Føroyum. Málið er at mannarættindi gerast ein størri partur av læringini í fólka- og miðnámsskúlunum í Føroyum. Hetta er somuleiðis ein liður í eini longri ætlan um, at fáa mannarættindi inn í fólkaskúlalógina.

Undirvísingartilfar
Harafturat arbeiða vit við at fáa tilfar um mannarættindi út til limir okkara og fólk, ið ynskja at kunna seg um mannarættindi. T.d. varð greinasavni ST og Mannarættindi givið út í november í fjør. Flokssett av bókini: "Vit eru øll fræls" verður latin øllum fólkaskúlum kring landið, og vit senda limablaðið hjá donsku deild við føroyskum íkasti út til limir okkara fýra ferðir um árið.


Harðskapur móti kvinnum

Síðani arbeiða vit t.d. við at bøta um viðurskifti hjá kvinnum, ið eru fyri harðskapi. Her er t.d. ein pallborðsfundur á skránni seinni í heyst.


Skriva fyri Lív og Snarmál
Harafturat arbeiða vit við at eggja fólki at skriva undir ymiskar undirskriftsinnsavningar og átøkini, ið vit kalla Skriva fyri Lív og Snarmál, er eisini ein háttur at geva føroyingum møguleika at virka.


Mannarættindarúmið

Somuleiðis
arbeiða vit hart fyri at skapa umstøður til limir, ið ynskja at vera virkin. Nýggju hølini á Kongabrúnni: Mannarættindarúmið er ein liður í hesum arbeiði.
Og samstarvið við Barnabati fer vónandi eisini at birta upp undir nýggjar møguleikar fyri at fáa virknar limir og møguleikar at skipa fyri viðkomnandi tiltøkum.















Átøk Krevjið Virðing


Kennir tu tini rattindi
 

Greinasavn


Átøk Stedgið Harðskap


Urgent ActionÁtøk Skriva fyri lívi



Krevjið Virðing (1)
Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

AnniJanni