Amnesty Føroya deild skipaði fyri einum anti-tortur tiltaki á G! festivalinum 2005, við tí endamáli at varpa ljós á píning. Saman við listamanninum Ole Wich varð bygningurin, sum nevnist Køsturin, gjørdur um til eitt torturkamar. Inni í rúminum kundu G! gestirnir síggja og uppliva ymsar formar fyri píning og lesa styttri tekstir um evnið. Eisini var høvi at stuðla Amnesty við at keypa ljós, sum síðani kunnu tendrast inni í rúminum við síðuna av. Afturat torturkamarinum høvdu vit ein bás við kunningartilfari og ymsum Amnesty vørum, sum fólk kundu keypa. Síðst men ikki minst vóru “Andlit til Andlits” starvsfólkini hjá okkum á staðnum og kunnaðu um Amnesty og royndu at finna enn fleiri Amnesty stuðlar. 

Tortur á G!

  Vitja torturkamarið!


AnniJanni