Føroya Deild hevur aftur í ár roynt átakið ”Andlit til andlits”, har felagsskapurin sendi fólk út á gøturnar at kunna um Amnesty og at finna nýggjar limir. Átakið byrjaði 21. juni og endaði 13. juli 2006. Fólk tóku sera væl ímóti umboðunum frá Amnesty, og tað eydnaðist at fáa 380 nýggjar limir! Vit bjóða nýggju limunum at vera hjartaliga vælkomnar í Amnesty og takka fyri álitið. Saman kunna vit gera mun.