FF-Blaðið nr. 322 - 22. juli 2004:
Lorraine úr Suður Afrika vitjar í Føroyum: Ein stór uppliving hjá øllum
Væl og virðiliga hevur verið umrøtt - bæði í FF-Blaðnum og hinum fjølmiðlunum - at Føroyar og føroyska deildin av Amnesty International fyrst í juli mánaði høvdu eina sera forkunnugu vitjan úr Suður Afrika. Tað var Lorraine Britten sum vitjaði her. Maður hennara, Frank Anthony, var politiskur samvitskufangi hjá hvíta apartheid-stýrinum í Suður Afrika í 1970-unum.
Hennara samband við Føroyar kom í lag á tann hátt, at føroyska deildin av Amnesty International hevði fingið sakina hjá Frank Anthony at arbeiða við. Tað var Anette Wang, sála, sum stóð fyri hesum arbeiðinum og tað mest ítøkiliga, hon kundi gera, var at hava samband við konuna hjá hesum samvitskufanganum. Eitt tað fyrsta, Anette gjørdi, var at skriva til hennara, samstundis sum hon eisini sendi okkurt tinganest til børn hennara. Lorraine hevur greitt frá, hvussu stóran týdning júst eitt slíkt bræv hevði, tí nú kendi hon, at tey vóru ikki gloymd av umheiminum. Hon mátti tó fyrst klóra sær í nakkanum, tá hon sá hvaðani brævið kom, tí Faroe Islands segði henni púrt einki, og hon mátti enntá fáa fatur í eini sjóneyku fyri at síggja tann á kortinum lítla og fjarskotna blettin, hagani brævið var komið.
Hetta gjørdist so byrjanin til eitt lívslangt samband við Anette Wang, sum fyrst og fremst var við brævaskifti og onkuntíð við einari telefonsamrøðu. Tær høvdu eisini høvi at hittast tvær ferðir. Fyrru ferð í Onglandi í 1980, tá Lorraine vitjaði beiggja sín har, og seinnu ferð nøkur ár seinni, tá Anette fór til Suðurafrika at vitja Lorraine og hennara familju. Seinni hava Amnesty fólk eisini vitjað Lorraine, og hava verið stak væl móttikin. Hon segði annars altíð við Anette, at “einaferð fari eg at koma at vitja tykkum”.
Hetta gjørdist veruleiki nú í juli, tá Lorraine kortini skuldi til Bretlands at vitja beiggja sín. Við tí nýggja ferðasambandinum millum Føroyar og Londin lá væl fyri at koma higar. Og við vælvild frá Atlantic Airways varð skipað fyri, at Lorraine kundi vera í Føroyum dagarnar 4. - 8.juli, og við vælvild frá sjómansheiminum í Havn slapp hon at búgva har hesar dagarnar.
Lívsjáttandi hugburð
Tað kann sigast, at vitjanin eydnaðist sera væl, og báðir partar vóru eins fegnir um, at henda vitjan veruliga varð komin í lag, hóast tað var harmligt, at tað ikki eydnaðist Anette at uppliva hetta.
Um Lorraine kann sigast, at hon er einastandandi og hevur eina karisma, sum ein sjáldan møtir. Harafturat var hon eisini sera vitandi. Hon hevði ein slíkan lívsjáttandi hugburð, sum ein sjáldan møtir. Hóast hon hevur havt tað sera trupult, var ikki farri av beiskleika at merkja á henni. Nú ráddi bert um at koma víðari. Sjálvandi skulu vit læra av søguni, men frammanfyri eru ikki færri trupulleikar í Suðurafrika enn teir, sum vóru. Her er eitt ovurstórt fátækradømi og arbeiðsloysi. Kriminaliteturin er ovurhonds stórur. Fólk, sum eru hampiliga væl fyri, liva innigyrd fyri at tryggja seg móti ráni og stuldri. Eitt stuttligt dømi um munin millum umstøðurnar í londunum báðum var, at Lorraine segði sítt størsta upplivilsi vera, tá hon og Óli Jacobsen gingu í býnum, og hon hevði hug at hyggja at urtagørðunum. Tá tey komu framvið húsunum hjá Ásu og Kim Lutzen í Sigmundargøtu og fóru at hyggja at teirra urtagarði, kom Ása út og bjóðaði teimum inn til kaffi. Slíkt hevði als ikki komið fyri í Suðurafrika!
AIDS ein ræðulig hóttan
Ein tann størsta trupulleikin hjá nýggja Suðurafrika er AIDS, sum er ein sótt, vit illa kunnu ímynda okkum. Fólk doyggja í stórum tali, og hópur av børnum eru foreldraleys. Tá foreldrini falla frá, gerast eldru systkini forsyrgjarar fyri tey smærru. AIDS hevur eisini gjørt tað, at tuberklarnir, sum so nøkurlunda vóru burtur, nú eru farin at gera um seg aftur, og hetta bøtir ikki um støðuna.
Framstig eru eisini í Suðurafrika, og eitt av teimum lýsir eisini munin á livikorunum har og her hjá okkum. At hava nóg mikið av vatni er ein sjálvfylgja her hjá okkum, meðan tað í Suðurafrika er reint luksus . Har verður eitt stórt arbeiði gjørt fyri at útvega fólkinum nóg mikið av vatni, t.d. við boring eftir vatni.
Heilsaði uppá Jonu
Tað var kortini avmarkað, hvussu nógv kundi fáast burtur úr eini vitja upp á tríggjar dagar, men ein morgunin fekk Lorraine høvi at hitta eina framúrskarandi føroyska kvinnu. Vit fóru inn á Ellisheimið í Havn at heilsa upp á Jonu Henriksen, sum hevur brúkt størsta partin av lívi sínum at hjálpa øðrum. Jona hevur bæði verið upp í býráðs- og landspolitikki. Hon var ivaleyst fyrsta kvinna í Føroyum, ið hevði fast sæti á løgtingi. Tær báðar høvdu eisini heilt fitt at práta um, og tær góvu hvørji aðrari eitt ordans klemm, tá tær skiltust.
Lorraine fekk eisini høvið at síggja rættiliga fitt av okkara landi. Ein dagin var hon norðan fyri á Eysturoynni og Streymoynni og annan dag var hon í Kirkjubø, og hon var eisini hugtikin av okkara vakra landi.
Hugvekjandi tíðindafundur
Týsdagin, 6. juli, var skipað fyri tíðindafundi á skrivstovuni hjá Fiskimannafelagnum. Har teir stóru fjølmiðlarnir umboðaðir, og tað tyktist at vera semja um, at hesaferð vóru tað í hvussu er serstakliga positiv tíðindi, sum kundu berast.
Høvuðsboðskapurin var, at hóast vit í Føroyum eru “smá og fá”, so eisini tað, sum vit gera her á landi, gera mun úti í heimi. At arbeiða fyri Amnesty International er so ein møguleiki, har hvør einstakur persónliga kann gera ein innsats fyri tey menniskju, sum eru verri fyri enn vit sjálvi. Her kann verða skoytt uppí, at føroyska deildin av Amnesty International er sjálvstøðuga umboðað í altjóða samtakinum hjá Amnesty International, so vit eru ikki smærri enn so.
Vitjan í heiminum hjá Anette
Týsdagin seinnapartin var skipað fyri, at Lorraine kundi vitjað heimið hjá Anettu og grøvina hjá henni. Tað var so heppið, at Sverri, sonur Anette og Knút Wang, sum annars býr í Danmark, var í Føroyum um hetta mundi. Júst hesin parturin av vitjanini var kensluborin. Heima hjá Anette var alt, sum tað plagdi at vera, ikki minst í stovuni. Her kundi Lorraine sita aftanfyri tað skriviborðið, har Anette skrivaði øll brøvini til hennara, og har afturat í túsindavís av øðrum brøvum, sum hon skrivaði fyri Amnesty. Lorraine hevði frammanundan sagt, at tað undraði hana, at hvørja ferð hon ringdi til Anette, tók hon telefonina í stundini. Men nú fekk hon frágreiðingina. Anette sat altíð við skriviborði, og á tí stóð og stendur eisini telefonin, so tað var ikki so langt at fara.
Heima hjá Anettu vóru eisini nakrir av vinmonnunum hjá Sverra. Teir kundi fortelja Lorraine, hvussu Anette hevði virkað sum ein omma, ikki bert fyri teir, men eisini fyri teirra børn.
Lorraine segði annars, at hóast hon sum so ikki hevði havt beinleiðis samband við Sverra, so føldi hon seg at kenna hann betri enn tey flestu. Tí tað kom einki bræv frá Anettu, uttan at hon nevndi Sverra, eins og hon sendi myndir av honum. Lorraine helt, at um hon hevði møtt honum mitt á vegnum, so hevði hon kent hann. Tey avráddu eisini, at nú skuldu tey bæði varðveita sambandið teirra millum.
Týskvøldið var skipað fyri samkomu á sjómansheiminum, har limir í Amnesty og onnur kundu heilsa uppá Lorraine. Her kom fitt av fólki og millum onnur eisini fyrrverandi formenninir Maud Heinesen og Halgir Winther Poulsen, sum eisini høvdu samstarvað við Anette.
Fundur við løgmann
Á skránni var eisini fundur við løgmann mikumorgin kl. 9., og løgmaður hevði sett ein heilan tíma av til vitjanina. Løgmaður fekk fyrstuhonds frágreiðing um støðuna í Suðurafrika, sum hon er nú. Tað er eingin ivi um, at Suðurafrika hevur brúk fyri nógvari hjálp uttan í frá í nógv ár, og her eiga vit eisini at geva okkara.
Hósmorgunin 8. juli fór Lorraine avstað aftur. Tað er eingin ivi um, at tey bond, sum frammanundan vóru millum Føroyar og Lorraine, eru enn fastari knýtt nú. Hetta ger eisini, at í hvussu er summi okkara koma at fylgja enn betur við gongdina í Suðurafrika. Apartheid er burtur, fólkaræðið virkar nøkurlunda sum eitt fólkaræði eigur at virka, men enn er langt á mál.
Í komandi blaði fara vit at hava meira tilfar um Lorraine. Vit hava havt eina samrøðu við hana um hennara barndóm og ungdóm, og verður hetta eisini áhugaverdur lesnaður. Maður Lorraine er deyður. Sjálv hevur hon verið sjúkrasystralærari, men legði frá sær, tá hon fyri 6 árum síðan fylti 60 ár. Hon eigur tvær døtur. Tann eldra eitur Renée og er advokatur, hin eitur Lynn og er sølufólk. Hon er gift og eigur en lítlan son, sum eitur Luke, og sum aðrar ommur er hon púra býtt av honum. Men alt hetta frætta vit meira um.
FF-Blaðið nr. 320 - 8. juli 2004:
Lorraine úr Suðurafrika vitjar Føroyar
Føroya Deild hjá Amnesty International hevur júst havt eina forvitnisliga vitjan, og var hetta Lorraine Britten úr Suðurafrika. Hon hevur í nógv ár havt eitt serligt tilknýti til Føroyar. Ímyndin av hesum sambandi var Anette Wang, sum doyði fyri tveimum árum síðani 90 ára gomul, og sum í nógv ár var sera virkin innan føroysku deildina av Amnesty International.
Í hesum sambandi hevði hon eitt serligt samband við Suðurafrika, har hon gjørdist vinkona við Lorraine, sum var kona ein samvitskufangafanga, sum hon arbeiddi fyri at fáa leysan. Hesin doyði seinni, men einkjan, Lorraine, og báðar døtur hennara, høvdu framvegis samband við Anette, sum eisini hevur verið og vitjað tey bæði í Bretlandi og Suðurafrika.
Tá Anetta var deyð skrivaði Lorraine m.a. ”Vit vilja ongantíð gloyma tað arbeiði, hon gjørdi fyri Amnesty International. Vit gloyma ikki hennara undurfullu og eggjandi brøv, hon sendi okkum, tá okkara lív var sera hart her í Suðurafrika. Men mest av øllum vilja vit altíð minnast ta undurfullu tíðina vit vóru saman fyrst í Onglandi og síðan í Suðurafrika. Tað var eitt forrættur hjá okkum at hava kent hana. Okkara lív var ríkað av hesum kennskapi. Má hennara vakra og kæra sál hvíla í friði.”
Lorraine hevur hildið sambandið viðlíka við fleiri av kenningunum hjá Anettu. Og tá hon á jólum boðaði frá, at hon í summar skuldi vitja beiggja sín í Bretlandi kom fram hugskotið at bjóða henni til Føroya. Fyrsta grundin var, at hon við hesum kundi fáa møguleika at vitja landið hjá Anettu, sum hevur havt so stóran týdning fyri hana. Men eisini fyri, at tað skuldi gerast møguligt at vísa føroyingum, at sjálvt um vit eru eitt lítið land, kann bera til hjá okkum at gera vart við okkum, enntá so langt burtur sum í Suðurafrika.
Ferðin kom í lag við stuðli frá Atlantic Airways og sjómansheimið í Havn.
Lorraine kom higar mánadagin og fer avstað aftur í dag. Hon er eitt av teimum mongu ofrunum hjá apartheid. Maðurin hennara var tikin og hann sat fastur í 8 ár, stóran part av hesi tíð á kendu fangaoynni Robbin Islands uttanfyri Capetown. Her sat Nelson Mandela eisini í nógv ár. Lorraine slapp at síggja mannin hálvan tíma eina ferð um mánaðin.
Tá mátti hon fyrst koyra ein tíma og so sigla ein tíma og somu tíð tók tað at koma heim aftur. Við bátunum vórðu konurnar koyrdar niður í lastina saman við fraktini. Tað sigur nakað um ta vanvirðing, sum varð víst teimum, Hon var javnan í ferðalagi við Winnie Mandela, sum eisini skuldi vitja sín mann.
Skráin hjá Lorraine hevur verið nokkso umfatandi, m.a. hevur hon heilsað uppá løgmann. Annars hevur hon verið saman við føroyskum Amnestyfólki og øðrum kunningum, og hon letur sera væl at móttøkuni, sum hon hevur fingið.
Vit koma seinni at greiða frá nøkrum av tí, sum Lorraine hevur at greiða frá um Suðurafrika bæði fyrr og nú.Men í fyrsta umfari ynskja vit henni góða ferð aftur til Bretlands og seinni Suðurafrika.
FF-Blaðið nr. 313 - 11. mars 2004:
Amnesty forvitnisliga vitjan úr Suðurafrika
Kona fyrrverandi politiskan fanga kemur á vitjan
Tað er eingin ivi um, at Amnesty International umboðar tað virðismesta millumtjóða virksemi sum yvirhøvur finst, nevniliga bardagan ímóti, at fólk verða forfylgd vegna politiska sannføring.
Her hava føroyingar ikki staðið í aftastu røð, sum er kunnugt fyri tey flestu. Í 2002 doyði Anette Wang, sum livdi fyri virkseminum hjá AI, og gekk hon uppí hetta við lív og sál.
Í hesum sambandi hevði hon eitt serligt samband við Suðurafrika, har hon gjørdist vinkona við familjuna hjá einum fanga, sum hon arbeiddi fyri at fáa leysan. Hesin doyði seinni, men kona hansara, Lorraine, og báðar døtur hennara høvdu framvegis samband við Anette. Lorraine hevur eisini hitt familjuna hjá Anette m.a. tvíburasystrina Birgitte og mann hennara Erik. Hon hevur eisini kent fleiri aðrar føroyingar, sum hava vitjað hana, tá tey hava verið í Suðurafrika. Tá hon frætti, at Anette var deyð sendi hon bræv aftur, sum lýsir ta kenslu, sum Anette saman við Amnesty International vakti so langt burturi, sum tað her er talan um.
Her sigur Lorraine m.a.:
“Hetta gjørdist ein merkiligur dagur. Tá eg vaknaði í morgun, kom eg at hugsa um Anette og hennara føðingardag í september. Eg hugsaði um eg skuldi ringja til hana í morgun ella í kvøld fyri at minnast føðingardagin. Hugsa tær til, hvussu skakað eg varð, tá eg seinni um dagin fekk títt bræv við boðunum um, at hon var deyð! Eg var sera sorgarfull. Síðstu ferð eg tosaði við hana í telefon, var ein dagin beint aftaná døgurða. Hon var sera fegin um at tosa við meg, men eg skilti eisini, at hon var sera móð vegna hennara høga aldur.
Vit vilja ongantíð gloyma tað arbeiði, hon gjørdi fyri Amnesty International. Vit gloyma ikki hennara undurfullu og eggjandi brøv, hon sendi okkum, tá okkara lív var sera hart her í Suðurafrika. Men mest av øllum vilja vit altíð minnast ta undurfullu tíðina vit vóru saman fyrst í Onglandi og síðan í Suðurafrika. Mín samhugi fer til hennara familju í Danmark og Føroyum og til allar teir vinur kring heimin, sum hon hevði. Tað var eitt forrættur hjá okkum at hava kent hana. Okkara lív var ríkað av hesum kennskapi. Má hennara vakra og kæra sál hvíla í friði.”
Lorraine hevur framvegis samband til Føroyar, og tá hon til jólar boðaði frá, at hon ætlaði til Bretlands í summar at vitja beiggja sín, varð avrátt at bjóða henni til Føroyar í hesum sambandi.
Nú um dagarnar kom svar frá henni, at hon tekur av avbjóðingini, og tískil kemur hon higar í juli/august. Hetta verður uttan iva ein forvitnislig vitjan. Hon fer at kunna greiða frá hvussu tað var at hava mannin sitandi fangi á Robbin Island, har eisini Mandela sat, áðrenn hann varð latin leysur. Og so fer hon at kunna greiða frá hvussu gongdin nú er í Suðurafrika.
Amnesty limir, og helst eisini onnur hava nakað at gleða seg til.