Grein, sum Uni Arge hevur skrivað, prentað í Fregnum 19. mars 2004
Samrøða við Anniku Sølvará, forkvinnu í Amnesty International Føroya Deild.
Partur av greinarøð um demokrati.

Heimsins samvitska
eru Amnesty og ST

Hóast brotini á mannarættindini ikki eru so ógvuslig í Norðurlondum sum í fátøkum londum, skulu tey takast í álvara, og løgtingið hevur ein moralskan trupulleika, tá tað hevur samtykt evropeiska mannarættindasáttmálan, men ikki dagførir lóggávuna eftir honum, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty International, Føroya Deild. Í hesi samrøðuni greiðir hon frá upprunanum til hugtakið mannarættindi. Hon heldur, at vit skulu fegnast um rættin til at tala frítt, men at hann skal brúkast við ábyrgd, so orðaskiftið verður sakligt. Ov lítið verður kjakast um samfelagsmál millum valini í Føroyum, heldur hon
--------------------------------------------------

Tá vit tosa um fólkaræði, tosa vit mangan eisini um mannarættindi. Hvaðani stavar hugtakið mannarættindi?

- Vanliga seta vit tey í samband við heimsyvirlýsingina hjá ST frá 1948 um mannarættindi. Tey hava eisini røtur aftur til ensku samvitskuyvirlýsingina frá 1689, amerikonsku frælsisyvirlýsingina frá 1776 og fronsku yvirlýsingina um borgararættindi frá 1789. Í 1948 staðfestu heimsins lond so mannarættindini í yvirlýsing. Tað hendi í kjalarvørrinum á ræðuleikunum undir seinna heimsbardaga. Her í Evropa seta vit tey eisini í samband við evropeiska mannarættindasáttmálan frá 1953. Hesin sáttmálin er sera áhugaverdur á tann hátt, at hann er løgfrøðiliga bindandi. Tað er ST-yvirlýsingin ikki. Hon er fyrst og fremst ein yvirlýsing. Evropeiska mannarættindasáttmálan hava londini í Evropa bundið seg til at halda, og dómstólurin í Strasbourg skal so tryggja, at sáttmálin verður hildin. Við honum kann einstaki borgarin stevna sínum landi fyri brot á mannarættindini.

Altjóða samfelagið fekk við ST ein stovn, sum fekk yvirumsjón við tí, ið fer fram í heiminum. Er ST ein alneyðugur stovnur í heimssamfelagnum?

- Ja, tað haldi eg avgjørt. Á ein hátt kanst tú siga, at ST er okkara ringa samvitska, tí stovnurin stendur fyri eftirlitinum í heiminum. ST sum felagsskapur ger eisini, at heimsins lond hava ein felagsnevnara fyri, hvørji virði skulu galda. Mangan kundi felagsnevnarin verið hægri, men ST er so ein semja millum londini, sum byggjast kann víðari á. Tað, sum ST stendur fyri, eru ætlanir um, hvat felagsskapurin vil. Hóast ætlanirnar ikki eru bindandi eins og evropeiski mannarættindasáttmálin, kann ST altíð eygleiða og minna á, hvat londini hava bundið seg til.

Herfyri varð høvuðsstøðin hjá ST í Irak bumbað. Hvør mundi vera orsøkin til álopið?

- Nógv lond fata ST sum forlongda armin hjá vesturheiminum, og felagsskapurin er tí eitt útsett mál. Í kríggi verða allar listir brúktar, og eitt álop sum tað, vit sóu í Irak, kann øsa heimssamfelagið nakað so øgiliga nógv. Eg haldi, at ST slapp at standa sína roynd har, tí hákommiserurin í mannarættindum doyði jú í álopinum. Eftir álopið skuldi ST gera av, um felagsskapurin heilt skuldi sleppa sær úr landinum ella verða verandi. ST skerdi virksemið í Irak munandi, men gavst kortini ikki við arbeiðinum, og tað var umráðandi. Bara við at verða verandi sendi ST eitt týdningarmikið signal um, at líkamikið hvat yvirgangsfólk finna uppá at gera, heldur felagsskapurin fram við sínum arbeiði, tí hann trýr upp á tað, hann ger.

Áhaldandi og saklig
Amnesty átalar áhaldandi lond og stjórnir, sum kúga mannarættindini og fólkaræðið. Hvør er uppgávan hjá Amnesty, og hví blandar felagsskapurin seg uppí, hvat sjálvstøðug lond gera?

- Felagsskapurin varð stovnaður í 1961, tí ein enskur sakførari las eina grein um nakrar portugisiskar studentar, sum vóru handtiknir fyri alment at skála fyri frælsi. Tað var upprunin til Amnesty. Sakførarin helt eins og mong onnur, at okkurt var grundleggjandi galið í nógvum samfeløgum, tí javnan søgdu bløð frá órættvísum viðurskiftum. Upprunaliga hevði Amnesty nøkur heilt ítøkilig endamál. Felagsskapurin arbeiddi ímóti píning og deyðarevsing, fyri samvitskufangum, rættvísari rættargongd og fleiri øðrum málum. Eisini fór hann beinanvegin undir at kunna um støðuna í heiminum. Síðan 2001 hevur Amnesty víðkað mandatið hjá sær. Nú er tað orðað sum visjón og missión. Visjónin er, at øll fólk í heiminum skulu hava tey rættindi, sum nevnd verða í heimsyvirlýsingini hjá ST og øðrum altjóða sáttmálum, og missiónin er einfalt sagt at arbeiða fyri, at øll fólk fáa hesi rættindini.

Hvønn rætt hevur Amnesty til at átala, hvat sjálvstøðug lond gera?

- Rætturin hjá Amnesty liggur í tí, at flestu lond í heiminum hava tikið undir við heimsyvirlýsingini hjá ST og øðrum altjóða sáttmálum. Amnesty kann eins og ST tilskila sær rætt til at tala at, tá lond ikki gera tað, tey hava bundið seg til. Men Amnesty hevur ikki annað vald til at fáa lond at fylgja altjóða avtalum enn at vera teirra ringa samvitska og arbeiða áhaldandi fyri mannarættindunum. Amnesty minnir aftur og aftur á málini og gevst ikki bara, tí eitt mál til dømis ikki longur verður nevnt í CNN. Hetta gera vit við sakligum og neyvum frágreiðingum og kanningum. Vit seta ongantíð ógrundaðar pástandir fram. Fólk verða send út at kanna og staðfesta, um brot verða framd, og ikki fyrr enn tað er púra greitt, hvussu viðurskiftini eru, sigur Amnesty, hvussu støðan er. Síðan verða myndugleikarnir í avvarðandi landi spurdir, hvat teir hava at siga til staðfestu brotini. Styrkin hjá Amnesty er, at vit eru ein grasrótsfelagsskapur, sum gjøgnum limirnar kemur á tal við myndugleikar og persónar. Limirnir vísa fólkaliga á í brøvum, hvat er galið. Vit kunnu ikki krevja nakað beinleiðis av nøkrum. Vit mæla til og heita á. Tað er okkara máti.

Hvussu stóran mun hevur Amnesty so gjørt søguliga?

- Vit vita, at Amnesty saman við nógvum øðrum felagsskapum hevur gjørt stóran mun. Amnesty hevur í dag umleið hálva aðru millión limir og stuðlar í umleið 150 londum. Tá Amnesty tekur eitt mál upp, skriva fólk úr øllum heiminum til sama myndugleika. Í einum av trimum málum, sum Amnesty tekur upp, virka herferðirnar beinanvegin ella eftir eina tíð. Eitt dømi var Amina Lawal í Nigeria, sum skuldi steinast til deyða, men sum ikki varð steinað kortini, tí stórt trýst varð lagt á nigeriansku myndugleikarnar. Onnur dømi kunnu vera, at onkur er dripin onkustaðni, og at Amnesty so biður um at fáa eina kanning setta í verk, so tey seku kunnu verða revsað. Í minst einum triðingi av málunum virka herferðirnar, tað vita vit. Umframt ítøkiligu avleiðingarnar í ítøkiligum málum hevur tað sjálvandi eisini stóra ávirkan, at Amnesty er til. Tað fær myndugleikar at hugsa seg tvær ferðir um, áðrenn teir aftur fremja brot, teir fyrr hava framt. 

Norðurlond átalað
Í Norðurlondum halda vit, at mannarættindini og fólkaræðið hava tað gott. Men hvussu er støðan í grundini á okkara leiðum samanborið við meira tilafturskomin lond?

- Tað er ymiskt, hvussu lond tíggja sær. Summi lond tíggja sær illa og fremja øgiliga nógv brot á mannarættindini. Í tilafturskomnum londum, sum eru illa fyri fíggjarliga og kríggjast innanhýsis, verða ofta framd nógv fleiri og grovari brot á mannarættindini enn í framkomnum londum. Men tað merkir ikki, at brot ongantíð verða framd í Norðurlondum. Tú kanst siga, at tey brotini, sum verða framd á okkara leiðum, eru ikki líka grov. Á tann hátt er støðan ivaleyst nøkulunda. Men eitt brot er altíð eitt brot, og eg eri av teirri sannføring, at vit kunnu ikki seta okkum upp afturá og siga, at tað, sum fer fram í Norðurlondum, er púra onki at tosa um samanborið við alt tað, sum hendir aðrastaðni. Eitt brot á okkara leiðum kann ikki rættvísgerast, bara tí brotini eru verri aðrastaðni.

Hvørji dømir um brot á mannarættindini vita tit um í Norðurlondum?

- Amnesty hevur viðgjørt fleiri mál um flóttafólk í skandinavisku londunum. Hetta eru fólk, sum eru útvíst til lond, sum tey ikki skuldu verið útvíst til, ella eru illa viðfarin. Talan hevur viðhvørt verið um rasismu og diskriminering. Haraftrat hevur Amnesty átalað Danmark og sostatt eisini Føroyar í sambandi við, at fólk hava sitið avbyrgd í varðhaldsfongsli alt ov leingi. Amnesty hevur átalað Danmark fyri hetta í ársfrágreiðingini. Ársfrágreiðingin er eitt slag av svartari bók, sum ongi lond vilja koma í. Svøríki fekk átalu fyri, hvussu løgreglan fór við mótmælisfólkunum í sambandi við ES-toppfundin í Gøteborg, og síðan atsóknirnar 11. september í 2001 hevur Amnesty eisini víst á trupulleikar við lóggávu ímóti yvirgangi. Talið á norðurlendskum málum, sum hava verið tikin upp, hevur ikki verið so øgiliga stórt. Men brot verða framd, og norðurlendingar kunnu altíð bera seg betri at.

Hvussu væl duga Føroyar at verja mannarættindini samanborið við, hvat altjóða sáttmálar um mannarættindini krevja?

- Føroyar hava staðfest fleiri av teimum stóru altjóða sáttmálunum. Vit hava millum annað staðfest evropeiska mannarættindasáttmálan, altjóða semingar um borgarlig, politisk og mentanarlig rættindi og sáttmálan um barnarættindi. Summar sáttmálar hava vit ikki enn staðfest, men tað verður vónandi. Amnesty fegnast um, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur boðað frá, at Føroyar skulu staðfesta sáttmálan ímóti kvinnuhandli. Tað er týdningarmikið at staðfesta sovorðnar sáttmálar, men tað er uppaftur meira umráðandi, at teir verða fylgdir upp. Tað nyttar jú ikki so nógv at staðfesta sáttmálar, um lóggávan í landinum ikki verður tillagað sáttmálarnar, og vit ikki vísa í verki, at vit vilja fylgja teimum.

Lóggáva og kjak afturúr
Eru vit røsk at gera lóggávuna soleiðis, at hon samsvarar við altjóða sáttmálar?

- Nei, vit halta aftaná á nógvum økjum. Tað kemst av, at fleiri av økjunum eru ikki yvirtikin, og í fleiri førum hevur Danmark dagført sína lóggávu, meðan vit ikki hava. Eitt ítøkiligt dømi um, at vit ikki hava dagført lóggávuna, er ásetingin í evropeiska mannarættindasáttmálanum um, at fólk skulu ikki háðast vegna teirra seksuellu orientering. Higartil hevur ikki verið politiskur vilji til at broyta borgarligu revislógina, so hon svarar til mannarættindasáttmálan. Men mannarættindasáttmálin er staðfestur í Føroyum, og tað vil siga, at tú kanst fara í rættin við honum og verja teg. Tá vit hava sett sáttmálan í gildi, hava vit bundið okkum til at halda tað, sum stendur í honum, og ongin kann sostatt háðast vegna seksuella orientering í Føroyum.

Hvat heldur tú so um, at politiskur vilji ikki er til at dagføra lóggávuna, so hon samsvarar við ásetingarnar í mannarættindasáttmálanum?

- Tað er ein trupulleiki. Um løgtingið samtykkir ein altjóða sáttmála um mannarættindi, bindur løgtingið seg samstundis til at dagføra lóggávuna eftir honum. Vil tingið ikki gera tað, hevur tað ein moralskan trupulleika. Sjálvandi kunnu praktiskir trupulleikar stinga seg upp, so lóggávan ikki beinanvegin verður dagførd. Men einaferð má borðið so fanga. Tekur tú ein altjóða sáttmála til tín, bindur tú teg til at fylgja ásetingunum í honum. Tað er sjálvsagt.

Luttøkan á løgtingsvalinum seinast var heili 92 prosent. Kunnu vit ikki siga, at føroyska fólkaræðið hevur tað fyrimyndarliga gott?

- Tað kunnu vit á ein hátt siga. Tað er sera positivt, at so nógv fólk fara á val. Men tað í sjálvum sær má ikki gerast ein koddi, so vit fara at halda, at nú er alt so æviga deiligt. Eg sakni nógv tað demokratiska orðaskiftið millum valini, og at politikararnir verða hildnir til eldin. Tá vit hava valt politikararnar, skulu vit syrgja fyri at minna teir á, at teir hava átikið sær eina ábyrgd, og at teir høvdu nøkur vallyftir. Fólk hava skyldu til millum valini at fylgja politikkinum upp. Her eru vit knapt so væl fyri sum onnur lond. Nógv fólk í Føroyum hava meiningar, men tey eru afturhaldin at úttala seg. Tað kemst kanska av, at føroyingar eru ikki uppvandir at siga sína meining alment. Vit kjakast nógv á arbeiðsplássinum, í familjuni, millum vinfólk og aðrastaðni, men minni alment. Kanska eru vit autoritetstrúgv og hugsa, at bara nøkur kunnu hava eina meining, og so mugu øll onnur ikki meina nakað annað. Tó vil eg siga, at vit eru á rættari leið, tí fleiri og fleiri taka lut í almenna orðaskiftinum, og møguleikarnir at kjakast eru vorðnir betri. Bløðini koma oftari út enn fyrr, og tað er sunt, at tey ikki longur eru so politiskt heft. Tað ger kjakið breiðari og ikki so flokspolitiskt.

Ein týðandi táttur í fólkaræðinum er júst talufrælsið. Duga vit at brúka okkara rætt til at tala frítt og vísa á til dømis órættvísi og skeivleikar?

- Tað er á góðari leið. Vit skulu seta prís uppá at hava talufrælsi, tí tað er ein virðismikil rættur at hava. Franski rithøvundurin Voltaire segði mitt í 1800-talinum: “Mær dámar ikki tínar tankar, men eg eri til reiðar at doyggja fyri tínum rætti til at bera teir fram.” Tað er týdningarmikið at hava talufrælsi. Men vit skulu fara væl um hendan rættin. Vit skulu ansa okkum, tá vit úttala okkum, og fara eftir bóltinum og ikki manninum. Hinvegin skulu vit ikki vera erkvisin. Úttalar onkur seg um tað, vit hava gjørt ella sagt, eiga vit ikki at gerast fornermað, men kunnu bara siga, okey, tú tekur ikki undir við mær, og tað er tað. Ein ósemja um eitt mál skal ikki enda við, at fólk verða óvinir. Satt at siga haldi eg, at politikararnir duga betri at kjakast enn fólk flest. Teir kunnu vera rúkandi ósamdir í tinginum, og nakrar tímar seinni kanst tú síggja somu politikarar sita og eta døgurða saman á Hotel Hafnia. Talufrælsi er eisini at tola nógv av. Men kjakið skal vera siðiligt og sakligt. Vit hava talufrælsi undir ábyrgd og skulu fara væl við hvørjum øðrum.

Menniskjaligir fordómar
Er tað kanska ómøguligt í einum lítlum samfelag, har øll meira ella minni kenna øll, at kjakast á einum professionellum og ikki persónligum støði?

- Tað er menniskjaligt, tá tú tosar við onkran, at tú gert tær eina niðurstøðu um persónin og sigur, áh ja, eg veit, hvør tú ert, eg kenni pápa tín og mammu tína. Vit seta fólk í bás. Ein sálarfrøðingur hevði ivaleyst sagt, at vit royna at fylla eitt hol út og skapa eina mynd av persóninum, vit tosa við, tí vit hava brúk fyri at gera tað. Kanska vit gera hetta oftari í Føroyum enn aðrastaðni. Men vit skulu ikki billa okkum inn, at onnur ikki eisini gera tað. Her hjá okkum hava vit kanska meira ítøkilig boð uppá, hvørji fólk eru, tí vit vita akkurát, hvønn tey eru í familju við. Men øll gera sær eina mynd av persóninum, tey kjakast við. Tað er neyðugt at hava breiðan rygg í einum orðaskifti. Men vit skulu ikki finna okkum í hvørjum sum helst, og tí hava vit eisini lógir, sum regulera, hvussu langt vit kunnu fara, og nær talan er um ærumeiðing. Eisini hava vit moralskar reglur fyri, hvat vit kunnu loyva okkum at siga og ikki. Tað ber jú ikki til at kalla fólk skítbýtt. Kemur nakað sovorðið á prent, duga fólk eisini at sálda frá, tí alt tíma tey ikki at taka í álvara. Vilja vit hava ein boðskap fram, mugu vit gera tað siðiliga. Vit skulu halda okkum til málið.


AnniJanni