Leygardagin 25. august endaði altjóða aðalfundurin hjá Amnesty International, sum hesuferð varð hildin í Dakar í Senegal. 500 fólk úr øllum heimsins heraðshornum tóku lut á fundinum, sum er annaðhvørt ár. Á fundinum hesuferð vóru fleiri týdningarmiklar avgerðir tiknar, sum fara at síggjast aftur í virkseminum hjá Amnesty í framtíðini.

 

Fundurin viðgjørdi eftir hvørjari leið og hvørjum málum felagsskapurin eigur at arbeiða í framtíðini. Semja varð funnin um at víðka um mandatið hjá Amnesty, so felagsskapurin í framtíðini kann arbeiða við enn fleiri av teimum mannarættindum, sum eru lýst í ST Heimsyvirlýsingini fyri Mannarættindi.

 

Um nýggju støðuna segði nýggi aðalskrivarin Irene Khan: ”Amnesty International er, eins og tað altíð hevur verið, ein rørsla, sum stríðist fyri einstaklingum, hvørs mannarættindi eru brotin. Munurin er, at vit nú ikki eru avmarkaði til at arbeiða til frama fyri samvitskufangum og ímóti torturi. Nú kunnu vit arbeiða ímóti allari diskriminatión, bæði tá hendan ávirkar politisku og borgaraligu mannarættindini, og tá hon ávirkar búskaparligu, sosialu og mentanarligu rættindini.”

 

”Vit verða før fyri at arbeiða effektivari, og við størri atliti til mannarættindastøðuna í 21. øld. Við at arbeiða fyri at øll menniskju skulu hava gagn av øllum mannarættindunum, ber nú til hjá Amnesty International at fara til verka á nýggjum økjum, sum t.d. at arbeiða fyri rættindunum til útbúgving og til eina góða heilsu.”

 

”Vit eru farin undir ein nýggjan kapitul í amnestysøguni. Vit koma frá hesum aðalfundinum sum ein rørsla, sum er samd um at fara undir broytingarnar,” segði Irene Khan at enda.

 

Á aðalfundinum kann føroyska deildin av Amnesty International hava 3 umboð við, og deildin hevur 2 atkvøður. Føroysku umboðini í Dakar vóru Jette Hoydal, Anna Maria Persson og Erling Isholm.


AnniJanni