Fríggjadagin 10. desember er altjóða mannarættindadagur. Tá heitir Amnesty International á fólk um at tendra eitt ljós í vindeyganum fyri teimum, sum sita í fongsli orsakað av teirra kyni, húðaliti, trúgv ella politisku sannføring. Tað eru fólk, sum hvørki hava nýtt ella eggja til harðskap. Amnesty rópar hesi fólk samvitskufangar.
Nýggjársheilsanir 2005
"Tað sýnist ikki sum nakað stórt, tá tú skrivar eitt bræv. Men fyri meg vóru hasi brøvini ein andalig megi, sum góvu mær styrki" – José Gallardo, fyrrverandi samvitskufangi úr Meksiko.
Amnesty International heitir á hvørjum áramóti á fólk um at senda stuðulsheilsanir til fangar og mannarættindastríðsfólk kring heimin. Heilsanirnar kunna birta nýggja vón og somuleiðis hava við sær, at fólk verða leyslatin.
Leiðbeining tá kort verða send:
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Arreaga og familja hansara vórðu hótt við lívinum, meðan rættarmálið móti honum fór fram. Amnesty International ber ótta fyri, at Arreaga og Peňalosa, familjur teirra og onnur umhvørvisstríðsfólk í landslutinum framhaldandi eru í vanda. Hóast Arreaga varð fríkendur og leyslatin í september, sita Peňalosa og aðrir limir í OCESP enn í varðhaldi fyri sama mál. Amnesty International heldur ákærurnar móti teimum báðum vera politiskt grundaðar, hetta fyri at ræða onnur umhvørvisstríðsfólk. Vinarliga sendið stuðulskort til Arreaga og Peňalosa og familjur teirra umvegis Tlachinollan, ið er ein lokalur mannarættindafelagsskapur, sum arbeiðir fyri rættindunum hjá OCESP limum: Centro de Derechos Humanos de la Montaña
Í løtuni verða umleið 900 kristnir evangelistar hildnir aftur, og er hetta ein fylgja av banninum hjá stjórnini frá 2002, ið bert loyvir ortodoksum, katólskum, luterskum og muslimskum trúðarrætningum. Amnesty metir hesi fólk vera samvitskufangar, fongslaði fyri teirra trúgv. Vinarliga sendið stuðulskort til: Helen Berhane ---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Filep Karma (á myndini til vinstru) og Yusak Pakage (á myndini til høgru) hava verið í hungursverkfalli í fongslinum fyri at mótmæla ringu viðferðina og ákærurnar. Filep er 45 ára gamal og hevur lisið teologi og løgfrøði. Yusak er 26 ára gamal og læs samfelagsvísindi, tá hann varð handtikin. Amnesty International metir báðar menninar vera samvitskufangar, fongslaðir fyri friðaliga at hava gjørt vart við teirra politiska hugburð. Vinarliga sendið stuðulskort til: [navnið á fanganum] ---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Fleiri loynilig skjøl benda á, at amerikanskir og týskir myndugleikar ikki sjálvir meta, at grundarlag er fyri at hava Murat Kurnaz fongslaðan. Sambært skjølunum er einki samband millum Kurnaz og Al Qaeda. Amnesty International mælir til atMurat Kurnaz, eins og allir hinir fangarnir á Guantánamo-leguni, verður settur fyri ein vanligan dómstól samsvarandi øllum altjóða standardum ella beinanvegin leyslatin. Vinarliga sendið stuðulskort til: Murat Kurnaz, Detainee ISN 061 ---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Nýggjársheilsanir 2004 - Dagføring
HVÍTARUSSLAND "Eg vil hjartaliga takka øllum Amnesty limum kring heimin, sum stuðlaðu mær, meðan eg sat inni. Tykkara arbeiði er sera týdningarmikið" - Yury Bandazhevsky aftan á hann varð leyslatin. INDONESIA SÝRIALAND USA "Eg vil takka øllum teimum fólkum og felagsskapum, sum hava stuðlað mær og familju míni í hesi sváru tíð. Eg eri nú ein frælsur maður, men orsakað av øllum brøvunum kendi eg meg eisini frælsan í fongslinum. Eg fekk ikki lisið øll brøvini, millum annað tí at fangavørðarnir ikki loyvdu tað, men eisini tí at eg fekk túsundavís av brøvum. Eg ætli mær at lesa øll brøvini og svara so nógvum, sum eg eri førur fyri. Hjartaliga tøkk til tykkum øll sum skrivaðu". ZIMBABWE "Eg eri á lívi í dag, tí altjóða samfelagið, gjøgnum Amnesty International og gjøgnum fjølmiðlarnar, hava hoyrt um okkara arbeiði. Amnesty International gav okkum eina rødd og ovurhonds verju. Tá vit sótu í klivunum, vistu vi,t at støðan fór at batna, tí fólk vistu, at vit vóru handtiknar".
Tlachinollan ac.
Calle Mina 77, Colonia Centro
Tlapa de Comonfort CP41304
Guerrero
MEXICO
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Mai Serwa Army Camp
c/o Ministry of Defense
PO Box 629
Asmara
ERITREA
Lembaga Pemasyarakatan Abepura
Jl. Kesehatan
Abepura
Papua
INDONESIA
Camp Delta
US Naval Base at Guantánamo Bay
Washington, DC 20355
USA
Yury Bandazhevsky varð leyslatin í august 2005, aftan á at hava sitið fýra av átta árunum, hann var dómdur at sita.
Ignatius Mahendra Wardhana og Yok Eko Widodo vórðu leyslatnir í ávikavist juli og august 2005. Teir vóru ákærdir fyri at hava æruskemmað forsetan og varðaforsetan í sambandi við eina mótmælisskrúðgongu í 2003.
Abdel Rahman al-Shaghuri varð leyslatin í august 2005, eina viku aftan á, hann hevði sitið dómin. Hann er komin heim til familjuna og hevur tað gott.
Amerikanski hermaðurin Camili Mejía Castillo, sum varð fongslaður, tí hann noktaði at fara aftur til Irak av samvitskuorsøkum, varð í februar 2005 leyslatin áðrenn hann hevði sitið dómin. Aftan á at hann var leyslatin, skrivaði hann hesi orð til Amnesty International:
Jenni Williams úr felagsskapinum Woman of Zimbabwe Arise! (WOZA) segði soleiðis:






