Anette Wang doyði 20. juli 2002 90 ára gomul. Hon var gløgg og og vælorienterað í øllum samfelagsviðurskiftum næstan til tað seinasta. Men nú var hon troytt og merkt av sjúku og aldursbrekum.
Anette Wang var fødd í 1911 í Helsingør. Hon var útbúgvin farmaceutur og kom til Føroyar at arbeiða í 1945 á Tjaldurs Apoteki. Har var hon til hon fór frá fyri aldur í 1981. Hon var gift við Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum, og tey høvdu sonin Sverra. Anette ferðaðist ofta til Danmarkar og hevði allatíðina tætt samband við familjuna niðri, serliga við tvíburðarsystrina Birgitte. Seinastu árini tá hon kendi seg einsamalla og ikki longur fekk gingið runt í Havnini, sum hon plagdi, tosaði hon onkuntíð um at fara niður aftur, men helt kortini, at tað var her, hon hoyrdi til.
Anette er serliga kend fyri sítt stóra mannarættindaarbeiði. Hon var við í Amnesty International, Føroya deild frá byrjan og var ein av berandi kreftunum í arbeiðinum til fyri fáum árum síðani. Hon var eisini formaður fyri deildini í mong ár. Anette gekk upp í hetta arbeiðið við lív og sál. Hon var altíð fremst í myndini, tá okkara egnu politikkarar og myndugleikar vístu arbeiðinum sín stuðul við at skriva undir á áheitanir og skjøl, sum Amnesty International skipaði fyri. Somuleiðis var hon eisini mitt í rokinum, tá Amnesty hevði síni tiltøk í býnum, bæði fyri at savna pengar og fyri at upplýsa um arbeiðið. Hon sat eisini á lítlu skrivstovuni niðri í Vágsbotn og las og kommenteraði stóran part av internationala postinum.
Hjartamálið hjá Anette í Amnesty arbeiðinum var at skriva brøv til myndugleikar runt um í heiminum. Til fyri fáum árum síðini stóð hon fyri ”Urgent Actions”, tað eru snarbrøv, ið verða skrivaði til myndugleikar um ávísar fangar, har tað er umráðandi at bera skjótt at. Flestu brøvini skrivaði Anette sjálv á síni gomlu skrivimaskinu inni í stovuni hjá sær. Hon skrivaði meira enn 2000 brøv. Hon sendi avrit av øllum brøvunum til høvuðsskrivstovuna í London, har fólk úr meira enn 50 ymiskum londum arbeiða. Anette Wang var tí eisini internationalt kend, sum tann persónurin, ið hevði skrivað flest snarbrøv í Amnesty International. Tá hon fylti 80 ár fekk hon persónliga heilsan og tøkk fyri sítt arbeiði frá øllum starvsfólkunum á altjóða skrivstovuni.
Hon tordi eisini alment at standa fram og finnast at órættvísi. Mangan skrivaði hon persónliga til framstandi persónar fyri at vísa á, at hon var ónøgd, tað veri seg bæði her heima og uttanlands. Hon var eisini klár til at vísa sína nøgd, tá hon helt, at onkur gjørdi ella segði okkurt, hon helt vera rætt. Mong munu hava fingið eina heilsan frá henni aftaná onkra almenna røðu ella politiska støðutakan.
Í 1992 lat Blaðmannafelagið Anette Wang ”ársins rós”. Saman við rósinum fekk hon eina mynd av Edvard Fuglø, sum hongur mitt í stovuni hjá henni. Tað var henni ein stórur heiður.
Anette hevði persónligt samband við onkran av teimum fangunum, sum hon hevði stríðst fyri. Hon skrivaði í mong ár um ein politiskan fanga í Suðurafrika. Meðan maðurin sat fangi á Robben Island, skrivaði hon saman við konuni. Tá hon var á kvinnukongress í Kenya, fór hon so ta longu ferðina til Cape Town fyri at vitja familjuna. Maðurin var tá leyslatin. Hann doyði nøkur fá ár seinni.
Amnesty International hevði aðalfund í Suðurafrika í 1997. Tá fóru vit sum luttóku á fundinum fyri Føroyar við heilsan frá Anette. Tað var eitt upplivilsi fyri lívið. Øll familjan var samankomin, konan, báðar døturnar og beiggi konuna, sum hevði búð í útlegd øll árini undir Apartheid. Vit fingu at vita um teirra lív. Eisini hvønn týdning Anette Wang og Amnesty International, Føroya deild, hevði havt fyri tey.
Anette Wang er farin. Hon var ein spennandi kvinna at kenna. Hon var ein ótroyttiligur íbirtari fyri mannarættindaarbeiðið og verður saknað av okkum mongu, sum arbeiddu saman við henni. Anette Wang ynskti sjálv, at peningur varð sendur til Amnesty heldur enn blómur til jarðarferðina. Tað takka vit hjartaliga fyri.
Okkara samhugi fer til sonin Sverra Wang. Ærað veri minnið um Anette Wang.
Amnesty International Føroya deild


