Ársaðalfundur 1. apríl 2006 á Føroyamálsdeildini
Aðalfundurin í ár verður leygardagin 1. apríl kl. 13.00 á Føroyamálsdeildini.

Høvuðsmálini á skránni verða góðkenning av strategisku ætlanini hjá Amnesty International, Føroya deild (AIfo) og hoyring um ”kynslig og reproduktiv rættindi” (Sexual and Reproductive Rights - SRR).
Skráin fyri fundin:

Kl. 13.00: Framløga um strategisku ætlanina hjá AIfo og frágreiðing frá virki felagsins farna árið:
- Margretha Nónklett, samskipari og Annika Sølvará, forkvinna greiða frá.

Kl. 14.00: Skrá sambært lógini:
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Viðgerð av møguligum innkomnum uppskotum
- Val av nevndarlimum og tiltakslimum
- Val av grannskoðara

Kl. 15.00: Steðgur við te & kaffi og onkrum afturvið

Kl. 15.30: Framløga um ”kynslig og reproduktiv rættindi”:
- Annika Sølvará, forkvinna greiðir frá málinum og viðgerðini á altjóða aðalfundinum
- Ein ella fleiri gestir koma at kjakast um evnið
- Kjak

Fundurin endar væntandi kl. 17. Eftir hetta verður farið á Nantong at eta, fólk rinda sjálvi hvør sær, vit bíleggja borð. Send ein teldupost til amnesty@amnesty.fo, um tú ynskir at luttaka. Til ber eisini at tekna seg í steðginum leygardagin 1. apríl.


Almenn móttøka fyri Seamus Heaney
Mánakvøldið 8. august kl. 21.45 skipaðu Fróðskaparsetrið, Rithøvundafelagið og Amnesty International Føroya Deild fyri almennari móttøku á Meiarínum í hølunum hjá Tjóðpalli Føroya. Heiðursgestur á móttøkuni var írski yrkjarin og nobelvinnarin Seamus Heaney.
Á móttøkuni greiddi Seamus Heaney frá Ambassador of Conscience Award og arbeiðinum í samband við hetta í Amnesty International og las brot úr yrkingum sínum. Fitt av fólki var til móttøkuna.

Norðurlendskur fundur í Havn
Vikuskiftið 10. til 12. juni var Amnesty International Føroya Deild vertur fyri einum Norðurlendskum fundi, sum varð hildin í Tórshavn. Við á fundinum vóru 16 luttakarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Finnlandi, Írlandi, Póllandi og Føroyum.

Fundurin var ein fyrireikandi fundur til Altjóða aðalfundin hjá Amnesty, sum verður í Morelos í Meksiko í august. Á altjóða aðalfundinum luttaka umboð úr øllum Amnesty deildum kring heimin. Úr Føroyum luttaka Annika Sølvará, forkvinna, Jette Hoydal, nevndarlimur og Margretha Nónklett, samskipari.

Nógv ymisk mál verða á skránni í ár, men tey stóru málini eru spurningurin um "Use of force and military intervention" og "Sexual and reproductive rights".

Í verandi støðu tekur Amnesty onga støðu til kríggj ella hernaðarliga valdsnýtslu, men krevur altíð, at partarnir virða altjóða mannarættindi og humanitera lóggávu. Støða skal takast til, um Amnesty skal halda fast í uttanveltaðu støðuni ella um Amnesty í nøkrum førum kann tala ímóti kríggi ella hernaðarligari valdsnýtslu. Somuleiðis skal støða takast til, um Amnesty kann mæla til, at friðarvarðveitandi styrkir verða settar inn.

Í sambandi við "Sexual and reproductive rights” skal støða takast til, hvørt Amnesty eigur at arbeiða við fylgjunum av kynsligum harðskapi, seksual- og heilsu upplýsing, fyribyrging og við fosturtøkuspurninginum.

Limirnir í Amnesty fáa høvi at skifta orð um hesi málini á einum limafundi áðrenn Altjóða aðalfundin í august. Áhugaði kunnu venda sær til skrivstovuna og fáa tilfar um málini. Umframt hesi mál varð á fundinum eisini kjakast um, hvussu Amnesty kann skapa størri tilvitan um mannarættindi millum fólk og um hvussu felagsskapurin kann økja um limaskaran og virksemi sítt. Í hesum sambandi fer Amnesty Føroya Deild undir eitt nýtt limaátak, har felagsskapurin sendir fólk út á gøtuna at kunna um Amnesty og at finna nýggjar limir og stuðlar. Átakið hevur fingið heitið Andlit til andlits og byrjar 20. juni og heldur fram til 7. august.
17. juni 2005

Amnesty International søkir eftir starvsfólki til nýtt limaátak
Amnesty International Føroya Deild fer undir eitt nýtt limaátak í summar, har felagsskapurin sendir fólk út á gøturnar at finna nýggjar stuðlar og limir. Tiltakið verður kallað Andlit til Andlits. Amnesty deildir í grannalondunum hava roynt átaksháttin í nøkur ár og hava fingið sera góð úrslit.

Amnesty er óheft av øllum stjórnarvaldi, politiskum hugsjónum, átrúnaði og fíggjarligum áhugamálum og verður bert fíggjað við limastuðli, gávum og søluvinningi.
Lima- og stuðulsgjøldini eru tessvegna altavgerandi fyri, at felagið kann virka og arbeiða fyri mannarættindum um allan heim. Føroya Deild ynskir somuleiðis at kunna fólk um møguleikarnar, at gerast virkin innan mannarættindaarbeiði.
Starvið er lønt. Átakið byrjar 20. juni og heldur fram til 7. aug. 2005. Møguleiki er fyri at arbeiða ein part av tíðini. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovuna á amnesty@amnesty.fo ella tel 31 58 16. Tak lýsingina niður her.
6. juni 2005

Filmurin verður frumframsýndur fríggjakvøldið 13. maj og verður sýndur til og við 26. maj. Limir hjá Amnesty kunnu ogna sær atgongumerkir til filmin fyri bert 45 krónur við at venda sær til skrivstovuna.

Hotel Rwanda varpar ljós á fólkadrápið í Rwanda í 1994, har 800.000 fólk lótu lív í einum stuttum tíðarskeiði, meðan heimssamfelagið bert hugdi at. Hotel Rwanda sigur frá søguni um hutu hoteleigaran Paul Rusesabagina (Don Cheadle), sum goymdi yvir túsund tutsiar, sum flýddu undan fólkadrápinum.

Í hesum sambandi sóknast Amnesty International eftir fólki millum 18 – 35 ár, sum skulu umboða Amnesty á gøtuni og fáa nýggjar limir og stuðlar. 

Sýning av Hotel Rwanda
Amnesty International Føroya Deild samstarvar við Havnar Bio í sambandi við sýningina av filminum Hotel Rwanda. Filmurin hevur fingið sera góð ummæli og fleiri Ocsartilnevningar.

Søgan um Paul Rusesabagina minnir okkum á hvat hitt einstaka menniskja kann útinna tá á stendur.
"Eg skilji enn ikki, at tey hava gjørt ein film um meg. Eg eri bert eitt vanligt menniskja. Men vónandi fara fólk at síggja, at vanlig menniskju eisini kunna gera mun bara við at opna teirra eygu og teirra hjørtu.”
 - Paul Rusesabagina, USA. 3. januar 2005.

Undirvísingartilfar til Hotel Rwanda
Amnesty International USA hevur í sambandi við filmin gjørt undirvísingartilfar, sum vónandi kann geva íblástur til at seta mannarættindi á skránna heima, millum vinir og í skúlanum. Tilfarið gevur íblástur til at skipa fyri einum filmskvøldi, einari myndaframsýning og at skriva brøv til stjórnina í Sudan. Somuleiðis er møguleiki fyri at taka eina læraravegleiðing niður.

 

Tilfarið kann takast niður her. (Allir tekstirnir eru á enskum).
28. apríl 2005

Aðalfundurin 2005
Leygardagin 2. apríl var árligi aðalfundurin í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini. Les ársfrágreiðingina
her . Nevndin varð afturvald. Í nevndini eru: Annika Sølvará, forkvinna, Áki Johansen, næstformaður, Erling Isholm, kassameisteri, Jette Hoydal, nevndarlimur og Katarina Petersen, nevndarlimur. Tveir nýggir tiltakslimir vóru valdir: Nanna Jürgens og Beinta Vilhelmsen

Aftaná fundin greiddi Marit Flø Jørgensen, serfrøðingur í mannarættindaspurningum, frá um støðuna hjá kvinnum í islamisku londunum í Miðeystri og Norðurafrika.
4. apríl 2005

Amnesty samskipari settur
Stórar broytingar eru framdar í Amnesty seinnu árini. Grundarlagið, sum fyrr varð kallað mandatið, er víðkað og broytt og verður í dag samanfatað í visiónini og missiónini hjá felagsskapinum. Útfrá hesum er orðað ein strategisk ætlan fyri arbeiðið hjá felagsskapinum í 6 ár. Allar deildir skulu við støði í hesi ætlan gera eina ætlan fyri teirra egna virksemi. Tað er ein stór og tung uppgáva at umskipa arbeiðið og leggja eina strategiska ætlan, og hetta kann ikki gerast í okkara deild uttan ein serligan innsats. Vit fara tí undir eina verkætlan, fyribils í eitt ár. Til hetta arbeiðið hava vit við stuðli úr London sett ein samskipara fulla tíð, sum saman við nevndini skal skipa Amnesty International Føroya Deild av nýggjum. Nevndin hevur gjørt av at seta Margrethu Nónklett í starvið frá  1. januar 2005.
Les meira
her.
4. januar 2005

Lutaseðilin trektur
Vinnararnir á árliga lutaseðlinum eru funnir:
1. vinningur - Gávukort 15.000 frá Atlantic Airways - H. Klementsen
2. vinningur - 1.000 l av olju frá Shell - S. Knudsen
3. vinningur - 1.000 kr í olju frá Statoil - Ó. Niclassen
4. vinningur - Litografi av Tróndi Paturssyni - V. Black
5. vinningur - Litografi av Tróndi Paturssyni - O. Joensen

Vinnararnir fáa beinleiðis boð. Vit takka hjartaliga øllum sum stuðlaðu okkum.
10. desember 2004


Amnesty dystur á Ólavsøku
Amnesty hevur tikið táttin uppaftur við Ólavsøkudysti, har Løgtingslimir undirhalda á ørvísi hátt enn teir gera dagliga. Dysturin millum samgongu og andstøðu verður á Ovara Vølli í Gundadali fríggjadagin 30. juli kl. 16. Les her, m.a. hvørji liðini verða.
26. juli 2004

Vitjan úr Suðurafrika
Amnesty International Føroya Deild fekk vitjan úr Suðurafrika fyrst í juli. Lorraine Britten, einkja ein fyrrverandi samvitskufanga, sum fleiri føroyingar arbeiddu fyri í 1970árunum, kom at vitja. Hon hevur øll árini síðani havt samband við Anette Wang og seinni eisini onnur í Føroyum. Óli Jacobsen fekk vitjanina í lag. Á túrinum hitti Lorraine Britten m.o. Løgmann og fleiri "gamlar" Amnesty limir. Eisini gjørdu miðlarnir nógv burturúr vitjanini. Les greinarnar, sum Óli Jacobsen skrivaði
í FF-blaðnum um vitjanina.
26. juli 2004


Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International fyri 2004 almannakunngjørd.
Frágreiðingin, sum er 339 blaðsíður, lýsir mannarættindastøðuna kring heimin í 2003, frágreiðingar eru um mál úrí 155 londum. Les frágreiðingina her.
Irene Khan, aðalskrivari, legði frágreiðingina fram á tíðindafundi í London mikumorgunin 26. mai. Hon legði serliga dent á, at í hesum ótryggu tíðum, eigur heimurin ikki einans at berjast móti heimsumfatandi hóttanum, men eisini at berjast fyri heimsumfatandi rættvísi. Irene Khan vísti á nógv brot sum hendu í 2003, men tók eisini fram sigrar, sum hava verið í farna árinum, t.d. nevndi hon Aminu Lawal í Nigeria, hvørs deyðadómur varð settur til viks, orsakað av dygga stuðlinum, hennara mál fekk.
28. mai 2004

Rættvísi fyri øll
Amnesty International hevur á altjóða aðalfundi í Meksiko í august samtykt eina nýggja stategiska ætlan við sjey høvuðsevnum, sum felagsskapurin fer at leggja áherðslu á komandi 6 árini. Við yvirskriftini Rættvísi fyri øll er ætlanin at arbeiða enn meira miðvíst við at verja mannarættindini kring allan heimin.

Deyðarevsing
Í 2003 vóru í minsta lagi 1.146 fólk avrættaði í 28 londum. Í minsta lagi 2.756 vóru dømd til deyðis í 63 londum. Hesi tøl fevna bara um tey mál, sum Amnesty International hevur kunnleika til. Veruligu tølini eru heilt víst
hægri.
Eins og undanfarin ár var størsti parturin av avrættingunum framdur í nøkrum fáum londum. Í 2003 vóru 84 % av kendu avrættingunum í Kina, Iran, USA og Vietnam.
Mars 2004

Aðalfundurin 2004
Hóskvøldið 15. apríl var árligi aðalfundurin á Landsbókasavninum. Les ársfrágreiðingina her. Á
fundinum greiddi Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum í Havn, frá um harðskap móti kvinnum í Føroyum og um arbeiðið hjá Kvinnuhúsinum. Les framløguna her. Á fundi 19. apríl skipaði nýggja nevndin seg soleiðis:
Annika Sølvará, forkvinna
Áki Johansen, næstformaður
Erling Isholm, kassameisteri
Jette Hoydal, nevndarlimur
Katarina Petersen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Hildur Patursson og Anna Maria Persson, sum eisini er skrivari

Nýtt átak
AI Føroya Deild fer eins og aðrar Amnesty deildir at arbeiða við átakinum Steðgið harðskapi móti kvinnum komandi tvey árini. M.a. fara vit á aðalfundinum at hoyra um arbeiðið í Kvinnuhúsinum í Havn. Elin Reinert Planck kemur at greiða frá. Les meira um átakið her.
5. mars 2004

Vinnararnir av lutaseðlinum eru funnir
Mannarættindadagin varð kastað lut um vinningarnar á árliga lutaseðlinum.

Vinnararnir vóru:
1. vinningur - Gávukort á 15.000 frá Atlantic Airways - Bergtóra Jacobsen, Havn
2. vinningur - 1.000 l av olju frá Shell -
Óluva Skaale, Havn
3. vinningur -  1.000 l av olju frá Statoil - Tórhild Berg, Skopun

Vinnararnir hava fingið boð. Vit takka hjartaliga øllum sum stuðlaðu okkum.
Desember 2003

Send stuðulsheilsanir í sambandi við mannarættindadagin
Á hvørjum ári um jóltíðir heitir Amnesty International á limir og onnur um at senda stuðulsheilsanir til fangar og mannarættindaverjar kring heimin. Frí- og halgidagar kunnu hava lítlan týdning fyri tey, sum óttast fyri at vera gloymd av umheiminum. Ein stutt heilsa kann geva nýggja vón. Fangarnir og manna-rættindaverjarnir her hava brúk fyri tínum stuðli. Lat tey vita, at tey ikki eru gloymd. Les meira á síðuni Mannarættindagur
10. desember 2003

5 minuttir kunnu bjarga lívi...
Amnesty fer nú undir nýtt átak fyri at fáa føroyingar at arbeiða fyri mannarættindum. Átakið, sum kallast Skriva fyri Lívi, byrjar ST-dagin 24. oktober og heldur fram til mannarættindadagin 10 desember. Tá er ætlanin at taka samanum og gera eitt sindur burturúr, hvussu fólk hava tikið ímóti áheitanum okkara um at vera við.
Kjarnin í arbeiðinum hjá Amnesty eru fólk sum tú og eg
Høvuðspersónarnir í átakinum eru Adam, Fathimath og Wang. Adam, 16 ár, varð fongslaður í Kekenia orsakað av bløðrum á hondunum, sum myndugleikarnir hildu vóru komnar av at bera vápn. Fathimath av Maldivunum varð dømd tíggju ára fongsul, tí arbeiðsgevari hennara skrivaði eina atfinnandi grein á internetinum. Wang er móti sínum vilja innlagdur á eitt sálarsjúkarahús í Kina í óásetta tíð við diagnosuni "politiskt trongskygdur ". Adam, Fathimath og Wang eru millum tey mongu, sum Amnesty roynir at hjálpa við Skriva fyri Lívi átakinum.
Soleiðis kanst tú verða við
Okkara vón er, at tú vilt stuðla átakinum við at brúka 5 minuttir til at fara inn á átakssíðuna trýst her, prenta eitt bræv út, skriva tað undir og senda tað til teirra, sum hava ábyrgdina av mannarættindabrotunum, sum verða framd móti Adam, Fathimath og Wang. Tú kanst senda áheitan til vinir og kenningar um at verða við ella prenta plakat út og heingja hana upp har nógv fólk koma.
Altjóða og munagóð - 2192 latin leys í 2002
Skriva fyri Lívi er eitt altjóða brævaátak, sum hevur til endamáls at fáa ósek fongslaði leyslatin, at forða fyri píning, deyðarevsing og øðrum grovum mannarættindabrotum. Tað eru í løtuni meira enn hundraðtúsund fólk kring allan heim við til at bjarga lívi við síni undirskrift. Og tað hjálpir – bara í fjør vóru 2.192 fólk leyslatin aftaná Amnesty átøk.
Føroyingar gera eisini mun
Í 2002 var forkvinnan í Amnesty Føroya Deild í summarfrí á Kreta. Har hitti hon ein grikskan listamann, sum hevði nakrar træskurðsmyndir. Tey komu at práta um myndirnar, sum høvdu okkurt “Amnesty-kent” yvir sær. Hon segði, at hon var úr Føroyum, og væntaði ikki at hann visti, hvar tað var. Jú, tað gjørdi hann so vist: Hann hevði sitið í fongsli í Grikkalandi í 1970unum sum hernaðarnoktaðari. Amnesty tók málið hjá honum upp, gjørdi hann til samvitskufanga og heitti á limir kring allan heim um at skriva til hansara. Fyrsta brævið, sum kom, var úr Føroyum. Tað gloymir hann ongantíð! Hann er í dag virkin innan mannarættindaarbeiði í Grikkalandi.
Oktober 2003Lutaseðilin borin í hvørt hús
Í hesum døgum verður lutaseðilin borin í hvørt hús. Amnesty heitir á øll fólk um at verða vitð til at gera tað møguligt hjá okkum at halda fram við mannarættindaarbeiðinum - far á posthúsið í dag! Vinnararnir verða trektir 10. desember, mannarættindadagin.
Oktober 2003

Føroya Deild við á ICM
Trý umboð úr Føroyum vóru við á altjóða aðalfundium, sum var í Mexiko í august. Fundirnir vóru nógvir og sera spennandi. Seinni fara vit at senda eitt tíðindabræv til limirnar um niðurstøðurnar á fundinum.
August 2003

Nevndin skipað seg
Ársaðalfundur felagsins varð hildin á Landsbókasavninum 4. apríl. Nevndin, ið varð vald, skipaði seg soleiðis á fyrsta fundinum:
Annika Sølvará, forkvinna, Jette Hoydal, næstforkvinna, Erling Isholm, kassameistari, Anna Maria Persson og Áki Johansen, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Jórun Arge og Roar Olsen.
Apríl 2003

 

Amnesty blaðið fyri mars komið
Les m.a. um
- støðuna hjá Amnesty til Irak kreppuna, 
- bøttu mannarættindastøðuna í Albania,
- nýggja lógarverkið hjá ES móti rasismu og mismuni 
Allir limir fáa blaðið sendandi í næstum. Ert tú ikki limur, ber til at tekna teg við at venda tær til skrivstovuna ella senda eina tilmelding um heimasíðuna.

Skriva fyri Lívi nú beinleiðis av heimasíðuni
Nú ber til at taka niður Skriva fyri Lívi brøv mánaðarliga. Brøvini eru klár at undirskriva og senda. Tú kanst sjálvandi eisini skriva sjálv/ur við støði í okkara uppskoti. Sí valmyndina til vinstru.

Virðing fyri mannarættindunum
Røða hildin á 3rd World Social Forum, Porto Alegre, Brazil av Paul Hoffman, nevndarformanni í Amnesty International.

Amnesty International Føroya Deild hevur fingið nýtt heimasíðusnið
Heimasíðan hjá okkum hevur verið væl vitjað í seinastuni, m.a. tí at vit hava kappingar fyri ung og tí tíðindaskrivini hava verið títtari. Síðan varð upprunaliga gjørd í Front Page og hevur virkað væl, men hetta vísir seg at verða ov tungt í longdini. Vit hava tí í eina tíð arbeitt við at fáa eina nýggja skipan. Úrslitið er síðan í nýggjum sniði, men í fyrsta umfari við sama innihaldi. Skipanin fer at gera tað lættari hjá okkum at leggja nýtt tilfar út, so vónandi fáa vit eisini ment síðuna innihaldsliga skjótt. Um tit hava viðmerkingar ella hugskot frætta vit fegin á amnesty@amnesty.fo

 

Amnesty blaðið fyri desember komið
Vit hava nú fingið Amnesty blaðið fyri desember og senda tað út millum jóla og nýggjárs. Um onkur limur er, sum ikki fær blaðið, sendandi ber til at venda sær til skrivstovuna, so hetta kann verða rættað.

Eg meini tað - viðmerking 22. desember
Í sambandi við altjóða mannarættindadagin hevði Annika Sølvará eina greinum deyðarevsing í Sosialinum beint fyri jól. Les greinina her.

Lutaseðilin trektur
Vinnarirnir av lutaseðlinum vóru trektir 10. desember:
1. vinningur - gávukort á 15.000 kr frá Atlantsflog - Tórálvur Mohr í Tórshavn
2. vinningur - 1000 l av olju frá Føroya Shell - Marne Olsen í Rituvík
3. vinningur - 1000 l av olju frá Statoil - Vera Muller í Øravík
Vit ynskja vinnarunum tillukku. Vit takka eisini hjartaliga øllum, sum stuðlaðu okkum við at keypa seðlar og at lata vinningar. Avlopið fer óskert til arbeiðið hjá felagnum.

Mannarættindadagurin
10. desember er altjóða mannarættindadagur og Amnesty International Føroya Deild ger sum vant vart við dagin á ymsan hátt. Heitt verður eins og undanfarin ár á fólk um at senda jóla/stuðulsheilsur til fólk sum eru í fongsli, ella sum verða forfylgd av myndugleikunum í heimlandinum. Les meira á síðuni 10. desember.

Jólahugni og søla av ljósum í SMS og FK í Hoyvík í sambandi við mannarættindagin
Vikuskiftið 6. og 7. desember selja vit Amnesty ljósini í Keypsamtøkuni í Hoyvík og á Torginum í SMS. Í ár er ætlanin at gera meira burturúr tiltakinum í SMS. Vit fara at hava eina kafe við gløgg, holukøkum og øðrum góðum, so fólk kunnu fáa stundir at seta seg niður eina løtu millum jólainnkeypini. Ein framsýning við tilfari frá Russlandskampagnuni verður eisini. Um onkur hevur hug at keypa ljós, men ikki fær lagt leiðina framvið SMS ella FK ber til at bíleggja ljós á skrivstovuni, tel. 315816 ella á telduposti amnesty@amnesty.fo

Internetkappingin nærkast endanum
Hvussu nógv veitst tú um Amnesty International og um mannarættindi? Tú kanst royna tína vitan beint nú, tí enn er møguleiki at verða við í spurnarkappingini á heimasíðuni www.amnesty.fo Triðja umfar endaði hóskvøldið 5. desember og vinnararnir eru: 1. vinningur - Hildigarð Jacobsen og Durita Mohr, 2. vinningur - Johan Joensen. Fjórða og seinasta umfar byrjar í dag, 6.desember.
Øll, sum hava luttikið í kappingini, verða við í dráttunum 20. desember um høvuðsvinningarar, sum eru ein ghettoblastari frá Elding og eitt gávukort frá Leikalund.

 

Væleydnaður fundur fyri studentum í Hoydølum
Barnabólkurin stóð 21. november fyri temafundi fyri studentunum á Studentaskúlanum í Hoydølum. Evnið var píning, eitt mál, sum Amnesty International hevur arbeitt nógv við. Áki Johansen, sum hevur arbeitt á einum donskum sentri fyri torturoffur, greiddi frá hvat píning er og hvørja ávirkan píning hevur á fólk. Fólk frá Amnesty International Føroya Deild greiddu eisini frá um Amnesty. Vit eru altíð fús at koma út at greiða frá um mál, sum Amnesty International arbeiðir við, um skúlaflokkar ella skúlar eru áhugaðir í tí.

Onki Amnesty Nyt fyri september
Ov fá eintøk av Amnesty Nyt vóru prentað seinast, og tað merkir, at limirnir hjá okkum í Føroya Deild tíverri ikki fáa hetta blaðið sendandi. Trupulleikin er íkomin, tí Amnesty International Danmark hevur havt so stóra limaframgongd seinastu tíðina, og prentaða upplagið er ikki økt samsvarandi. Danska deildin arbeiðir við at økja upplagið, so vit aftur kunnu fáa Amnesty Nyt til limir okkara. Tey, sum hava hug at lesa greinarnar í Amnesty Nyt fyri september, kunnu gera tað við at fara inn á donsku síðuna: www.amnesty.dk Niðast á síðuni eru slóðir til greinarnar elektroniskt.
Vit biðja limir okkara halda okkum til góðar fyri hetta og vóna at hetta kemur í rætt lag aftur sum skjótast.

Árligi lutaseðilin borin í hvørt hús
Í døgunum 14.-17.oktober varð árligi lutaseðilin hjá Amnesty borin í hvørt hús saman við Vikublaðnum. Um onkur er, sum ikki hevur fingið lutaseðilin ella ynskir fleiri, fáast hesir við at venda sær til skrivstovuna ella á posthúsunum og onkrum av peningastovnunum.
Høvuðsvinningurin er eins og í fjør eitt gávukort á 15.000 kr frá Atlantsflog. Eisini eru tvær ferðir 1000 l av olju frá Shell og Statoil.
Seinasta freist at rinda girokortið er fríggjadagin 6. desember. Drigið verður mannarættindadagin, 10. desember. Vinnaranummurini verða lýst í bløðunum og á heimasíðuni 14. desember.

Ein eldsál er slóknað - minningarorð um Annette Wang
Ein av dyggastu stuðlunum hjá Amnesty í Føroyum, Anette Wang, doyði 20 juli 90 ára gomul. Anette, sum er serliga kend fyri sítt stóra mannarættindaarbeiði var við í Amnesty International, Føroya deild frá byrjan og var ein av berandi kreftunum í arbeiðinum til fyri fáum árum síðani. Hon var eisini formaður fyri deildini í mong ár. Anette gekk upp í hetta arbeiðið við lív og sál. Les minningarorðini, sum deildin hevur skrivað.

Eftir 11. september: Stjórnir velja og vraka millum mannarættindini
Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International varð almannakunngjørd 28 mai. Greitt verður frá gongdini í 2001, tá talan er um mannarættindi. Frásagnir eru um brot á mannarættindini í 152 londum. Serliga verður dentur lagdur á gongdina síðani 11. september, tá vesturheimurin fór í kríggj móti terrorismu. Amnesty International hevur í hesum sambandi heitt á allar partar um at virða mannarættindini undir slagorðinum: Rættvísi, ikki hevnd.

Frágreiðingin, sum er á enskum, byrjar við fororði frá Irene Khan, aðalskrivara. Síðani er ein inngangur, sum stutt lýsir gongdina, m.a. í Ísrael og hersettu økjunum og í Afghanistan. Greitt verður eisini frá um ymisk evnir, m.a. krígnum móti terrorismu, rasismu, píning og deyðarevsing. Størsti parturin av ársfrágreiðingini fevnir um landafrágreiðingarnar, har mannarættindastøðan í 152 londum nágreiniliga verður viðgjørd. Ein samandráttur av støðuni í ymsu heimspørtunum kann lesast her. Eisini er ein samandráttur av góðum tíðindum í 2001 er at finna á síðuni.

Aðalfundur 2002
Á aðalfundinum 18. apríl legði Annika Sølvará fram ársfrágreiðing fyri 2001 og Maria Forrestal greiddi frá Urgent Action. Erling Isholm legði fram grannskoðaðan roknskap til góðkenningar. Nevndin stillaði uppaftur, uttan Anna Maria Persson. Til bar ikki at fáa ein nýggjan lim í nevndina fyri hana. Gott 20 fólk vóru á fundi. Eftir fundin greiddi Hans Holm frá um søgu Miðeysturs og nakrar av orsøkunum til aktuellu støðuna.

Barnatekningarnar endiliga á netinum
Langt um leingi hava vit fingið skannað flestu myndirnar inn og lagt tær á síðuna. Sí myndasavnið ovast. Her eru góðar 100 myndir, flestu í A4 stødd, sum eru skannaðar, so tær ikki fylla ov nógv. Tíverri er góðskan ikki so góð á øllum myndunum, tí plastikið, sum er lagt á myndirnar ger tær ringar at endurgeva. Vit biða tykkum halda okkum til góðar fyri hetta.

Aðalfundurin verður hóskvøldið 18. apríl kl. 19.30
Á skránni verður m.a. uppskot til lógarbroytingar til viðgerðar. Hans Holm fer á fundinum at greiða frá søgu Miðeysturs. Øll eru vælkomin á fundin. Innkalling til fundin varð send øllum limum síðst í mars.

Køkutombola á torginum í SMS 15. og 16. mars
Vit skipaðu fyri framsýning á torginum í SMS í viku 11. Fríggjadagin 15. og leygardagin 16. mars var køkutombola. Tiltaksbólkurin gjørdi eitt stórt arbeiði við at fáa vinningar til vega og við at samskipa tiltakið. Yvirskotið, sum er umleið 40.000 kr., fer óskert til arbeiðið hjá Amnesty. Vit takka hjartalig øllum, sum hjálptu við at lata vinningar, pengar og við at keypa seðlar.


 

Lutaseðlarnir eru drignir og vinnararnir vóru:
Martha Olsen úr Vestmanna, gávukort á 15.000 kr frá Atlantsflog.
Maud Elmarsdóttir úr Havn, 1000 l av olju frá Statoil.
Gerda Fagradal av Sandi, 1000 l av olju frá Shell.
Vit ynskja vinnarunum tillukku. Vit takka hjartaliga øllum, sum stuðlaðu okkum við at keypa seðlar. Eisini ein stór tøkk til tey, sum lótu okkum vinningar. Avlopið fer óskert til arbeiðið hjá felagnum.

Mannarættindadagin heitti Amnesty á øll um at tendra ljós í vindeyganum og at senda eina stuðulsheilsu til Eren Keskin í Turkalandi og til Rebiya Kadeer í Kina. Seinnapartin 10. vóru 53 ljós tendraði kring Tinghúsvøllin, eitt fyri hvørt árið síðani Heimsyvirlýsing Sameindu tjóða varð samtykt. M.o. hjálptu børn úr Argja Skúla okkum við at tendra ljósini. Fjølmiðlarnir gjørdu nógv burturúr degnum, dagurin varð umrøddur bæði í morgunsendingini í ÚF, í Degi og Viku og í fleiri bløðum.
Ljos, kort o.a. vóru seld í Keypsamtøkuni í Hoyvík og á Torginum í SMS 7. og 8. desember. Eisini her var undirtøkan góð.

Virðislønirnar fyri teknikappingina fyri børn í 4-7 flokki vóru handaðar á Torginum í SMS 17. november. Les meira um kappingina og vinningarnar her

Limafundur var um broytingarnar í statuttunum mikukvøldið 24. oktober á Føroyamálsdeildini. 15 fólk vóru á fundi.

Amnesty International fordømir í yvirlýsing harðliga herviligu yvirgangsálopini á USA 11. september. Úr øllum Amnesty deildum hava samkensluskriv verið send AI í USA. Eisini Føroya Deild hevur boðað frá sínum stuðli og samkenslu. Úr USA takka tey fyri brøvini, sum eru send út til allar deildir í landinum.

Føroya Deild hevði trý umboð við á altjóða aðalfundinum, International Council Meeting - ICM, sum var í Dakar, Senegal í august. Jette Hoydal, Erling Isholm og Anna Maria Persson tóku saman við umleið 500 øðrum støðu til, hvussu felagsskapurin skal skipa arbeiðið komandi árini. Stórar broytingar vóru samtyktar, sum víðka um arbeiðsøkið hjá Amnesty, og hetta fara vit at greiða nærri frá í næstum.

Statutirnar fyri felagsskapin eru broyttar munandi, sí statutir.

Irene Khan úr Bangladesh avloysti Pierre Sane sum aðalskrivari. Fleiri tíðindir frá ICM eru at finna á www.amnesty.org.

Fríði B. Nielsen er settur sum nýggjur skrivari hjá Amnesty 12 tímar um vikuna frá 1. august. Hann avloysir Erling Isholm, sum heldur fram sum kassameistari í nevndini.

Skrivstovutíðirnar eru broyttar
Opið er mánadag 13-17 og mikudag 9.30-17.30.

Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International varð almannakunngjørd 30. mai 2001. Les meira undir AI tilfar.
 

Girokort við áheitan um at gjalda limagjaldið fyri 2001 og við ársfrágreiðingini hjá Føroya Deild fyri 2000 er send øllum limum. Hevur tú hug at gerast limur, kanst tú seta teg í samband við skrivstovuna. Um tú ert limur, men ikki hevur fingið bræv, er okkurt helst komið skeivt fyri við bústaðinum. Sig okkum frá, so rætta vit hetta beinan vegin.

Amnesty kvøldseta 28 mai.
Mánadagin 28. mai vóru 40 ár liðin síðani Amnesty International varð sett á stovn. Dagurin varð hátíðarhildin á ymsan hátt í felagsskapinum, eitt nú við skrúðgongu í London, høvuðsskrivstovan fekk navn eftir stovnaranum Peter Benenson House og ein veitsla varð fyri øllum sjálvbodnum og starvsfólki í Amnesty UK. Eitt yvirlit yvir høvuðshendingarnar hesi 40 árini er á heimasíðuni.
Føroya Deild hátíðarhelt eisini dagin við kvøldsetu á Læraraskúlanum. Á skránni vóru røður og upplestur. Ein framsýning varð eisini gjørd í sambandi við 40 ára dagin  


AnniJanni